Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Sosialurin Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 ÍTRÓTTUR Nú nærkast av álvara galla­róð­urin, tá alt er so pent og fínt og flott. Tað er tó næstan við sorgblídni, at eg gleði meg, tí eg veit, at tá ið skotið er fyri tíggju­manna­førunum, er alt liðugt. Slutt. Hendan ediliga ítrótt, sprott­in av gerandisvirksemi, við ein­um lívs­ játtandi blandi av kapp­ing­ar­anda. Tøkini, rútman og ikki minst ljóðið. Tað er ikki so løgið, at kappróður er tjóðarítrótt hjá okkum. Tað liggur líka sum í arva­massanum. Og nú, vit eru við tað føroyska. Líka síðan kotið og posatroyggjan vórðu uppfunnin, hava tey verið partur av bátinum. Fyrst av prakt­ iskum orsøkum, men so við og við eisini sum eitt estetiskt ele­ment. Klæðini og báturin eru saman­vovin í einari djúpfingnari harmoni. Tey hoyra saman eins og skeggið og Tróndur Patursson, og eins og turriklæðið og Jack Sparrow. Tað freka beistið. Kappróðurin hevur við mis­jøvn­ um úrslitum roynt at hildið estetik­ kin í hevd; antin talan hevur verið um troyggjur, skjúrt­ur, blusur ella einar illar hazy-buksur. Okkum nýtist ikki at dáma hendan ella handan búnan, men ikki tykkum at siga, so riggar ein vøkur troyggja knallandi væl. Og er hon ov heit til sjálvan kapp­ róðurin, so okkurt lættari tá og eina troyggju áðrenn og aftaná. En fryd for øjet. Onkuntíð er tað eitt sindur hug­stoytt at standa á bryggjuni og síggja bátarnar koma skúm­ andi, tí man fyllist við undran og iva um, hvørt talan er um føroyskan kappróður, ella um tað er klædnadeildin hjá Bláa Krossi, sum er á útferð. Her er springari uppií. Onkur manning líkist einum útsølu­endabresti, onnur sær út, sum hon hittist av tilvild og leyp í bátin, og ein triðja er eitt orgie av búmerkjum, har summi eru ov smá og onnur ov stór. Ov nógv í øllum førum. Álvara. Diskodraktirnar kunnu onnur eiga; kappróðurin riggar best til kultur. Skjótið meg nú ikki beinan­ vegin. Nógvar manningar eru væl klæddar. Reinar, penar og noss­ ligar. Og eg ímyndi mær ikki, at kappróður skal gerast ein móta­ fram­sýning ella ein aftur­sláttur til kotatíðina, einki ringt um hana. Vit skulu vera vit. Stolt, tilvitað og gáin um arvin. Góðan ólavsøkuróður. Tjóðarítróttin og klædnastílur – ella man setir ikki einar plastikskálir frá thansen undir ein Rolls-Royce