mánadagur 31. juli 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ítróttur
síða 13
Bjarni
er enn
sterkastur
Undir 4 eygum síða 4-5
Við
hvørt má
skerst út í
papp
Hóast stórmálini hjá samgonguni
tykjast vera komin upp í røkur, so
boðaði løgmaður í ólavsøkurøðuni
frá, at uppskot til stjórnarskipan
fór at verða sent Føroyar fólki til
hoyringar – sum tað so var seinni
ólavsøkudag.
Nýggja stjórnarskipanin – ella
grundlógin, sum fullveldislands
stýrið kallaði lógina, hevur verið
á veg síðani fullveldislandsstýrið
legði frá landi í 1998. Tá var ætlanin,
at Føroyar skuldu fara úr ríkisfel
agsskapinum. Boðskapurin í upp
skotinum, sum nú er lagt fram er
heldur, at valdið í Føroyum liggur
hjá fólkinum í Føroyum.
Stóri stríðsspurningurin hevur
verið sjálvur inngangurin – serliga
parturin, sum nú ljóðar soleiðis:
»Stjórnarskipanin setir ikki úr
gildi verandi stjórnarrættarligu
sáttmálar og altjóðaavtalur, men
staðfestir, at Føroya fólk hevur
sjálvsavgerðarrætt og fullan rætt
til at siga hesar upp.«
Løgmaður sigur, at tey hava
roynt at tikið við hugsanir hjá øll
um flokkum, og at ætlanin eisini er,
at ein grein 25 nevnd – ein nevnd
við umboðum úr øllum flokkum –
skal viðgera uppskotið í Løgtingi
num.
Spurningurin er so, hvussu and
støðan fer at viðgera uppskotið
– og sjálvandi eisini um full semja
er í samgonguflokkunum um upp
skotið.
Viðmerkingarnar
frá
Fólka
flokkinum vóru meira á populist
iska bógnum. Jørgen Niclasen vil
vera tann, sum kritiserar, at einki
stendur um, at føroyska tjóðin
byggir á kristna grund. Miðflokk
urin tosar um ófødda barnið, sum
eisini skal við í lógina.
Um kritikkurin liggur á tí støði,
so man tað fara at javna seg.
Men spurningurin er so, um
tey í uppskotinum klára so væl at
sigla millum skerini, at bæði Sam
bandsflokkurin og Tjóðveldi klára
at slúka orðingina um heimastýr
islógina og donsku grundlógina: at
»stjórnarskipanin setir ikki úr gildi
verandi stjórnarrættarligu sáttmál
ar og altjóðaavtalur«.
Hetta merkir í veruleikanum,
at
nýggja
stjórnarskipanin
í
veruleikanum er undir donsku
grundlógini – uttan at løgtingið
samstundis
góðtekur
donsku
grundlógina, sum fólkið í Føroyum
ongantíð hevur tikið støðu til.
Brennandi spurningurin er so
eisini, hvat Lars Løkke Rasmussen,
forsætisráðharri sigur til tað.
Men Løgtingið skal ikki leggja so
nógv í, hvat danska stjórnin heldur.
Latið okkum heldur standa saman
og gera ta stjórnarskipan, sum vit
halda bóskar okkum best.
so kom stjórnarskipanin
Av einhvørjari orsøk vil for
maður
Sambandsfloksins,
Bárður Nielsen, ikki svara
Zakariasi Wang, sum fleiri
ferðir hevur spurt Bárð Niel
sen, nær danska stjórnar
skráin – grundlógin, er vorð
in stjórnarskrá Føroya.
Men tað segði hann á
landsfundi Sambandsfloks
ins í vár.
Eina ferð um mánaðin
síðani, hevur Zakarias Wang
sent Bárði Nielsen spurning
in.
Zakarias Wang sigur, at
Bárður Nielsen segði frá
landsfundinum, at stjórnar
skrá Danmarkar er okkara
stjórnarskrá.
– Fyri at hetta skal vera
rætt, má hon verða komin í
gildi ein ávísan dag, og tí má
Bárður kunna siga okkum
hvønn dag hetta var.
– Um so er, at hann ikki
kann svara hesum spurn
ingi, so er orsøk til at ivast
í, um tað hann sigur frá
landsfundi Sambandsfloks
ins er satt, sigur Zakarias
Wang, sum hesaferð hevur
sent Bárði Nielsen ein soljóð
andi teldupost:
»Sambandsflokkurin
Báður á Steig Nielsen,
floksformaður
Tann 15. mars 2017 sendi
eg soljóðandi spurning til
Sambandsflokkin:
Nær er stjórnarskrá Dan
markar vorðin stjórnarskrá
okkara?
Av tí at vit nú hava 15. juli
2017, og eg einki svar havi
fingið hóast eg spurdi aftur
15. apríl, 15. mai og 15. juni,
skal eg loyva mær at minna
á spurningin.
Fyri at lætta tygum um,
havi eg fingið spurningin
týddan til eitt útlendskt mál:
When did the Danish con
stitution become our consti
tution?
Vinaliga
Zakarias Wang«
Bárður hevur framvegis
ikki svarað Zakariasi
Virða donsku grundlógina
– uttan at nevna hana
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Zakarias Wang hevur fýra ferðir í fýra mánaðir roynt at
fingið svar frá Bárði Nielsen, formanni Sambandsfloksins
uppá, nær danska grundlógin er sett í gíldi í Føroyum – men
uttan úrslit. Bárður svarar honum snøgt sagt ikki aftur
Kvinnur fáa nú »grundlógartryggjaðan« rætt at kalla seg
kvinnur – tað hava tær ikki á Løgtingi og í landsstýri
Í galdandi stýrisskipan eru
kvinnur í politikki menn.
Í øllum førum málsliga. Tí
tað eitur »løgtingsmaður«
og »landsstýrismaður«, líka
mikið, um fólki í starvinum
er kvinna ella maður.
Tað er ikki tí, at galdandi
stýrisskipanin er so gomul,
hon varð sett í gildi í 1995,
árið eftir, at javnstøðulógin
varð samtykt á tingi 15.
apríl í 1994.
Í lógarteksti hjá Løgting
inum verða landsstýris
kvinnurnar skrivaðar sum
»landsstýrismenn«.
Vit hava eisini sæð, at
í øllum førum onkur av
teimum fýra landsstýris
kvinnunum hava undir
skrivað seg »landsstýris
maður«, tá tær eitt nú hava
svarað tingfólki upp á grein
52 fyrispurningar.
Men hyggja vit á heima
síðurnar hjá teimum fýra
aðalráðunum, har kvinnur
eru
landsstýrisfólk,
so
verða tær nú allar skrivaðar
sum »landsstýriskvinnur«.
Provokerandi
er
tað
sjálvandi, at kvinna skal
skrivast
maður
–
men
hetta verður broytt við
nýggju
stjórnarskipanini
– sambært uppskotinum.
Tí har verða orðini »løg
tingsmenn«
og
»lands
stýrismenn« skift út við
»løgtingsfólk« og »lands
stýrisfólk«.
So verður politisk semja
um stjórnarskipanina, og
um fólkið tekur undir við
henni á fólkaatkvøðuni,
sum skal vera flaggdagin
komandi, so fáa kvinnur
»grundlógartryggjaðan«
rætt at kalla seg kvinnur,
um tær so eru á tingi ella í
landsstýri.
Kvinnurnar eru
ikki longur »menn«