mánadagur 31. juli 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvsfólk til
ferðavinnu
útbúgving
Miðnám í Vestmanna søkir eftir fólki at
íverkseta og fyriskipa ferðaleiðaraskeið,
sum skal byrja sum skjótast og at
fyrireika, íverkseta og fyriskipa nýggja
ferðavinnuútbúgving at byrja í august 2018.
Talan er um hálvtíðarstarv, sum fyribils er
tíðaravmarkað til 30. juni 2019. Arbeiðsplássið
verður á Miðnámi í Vestmanna og arbeiðstíðir
eftir nærri avtalu við tann setta.
Um útbúgvingarnar
Ferðaleiðaraskeiðið skal útbúgva
ferðaleiðarar við serligari vitan um Føroyar
sum ferðamannaland. Ferðaleiðarar
skulu kunna virka sum ferðaleiðarar hjá
ferðamannabólkum á einum ella fleiri
fremmandamálum.
Ferðavinnuútbúgvingin er fulltíðar útbúgving,
sum tekur 1 ár íroknað stutta starvsvenjing.
Ùtbúgvingin verður yrkisrættað og skal taka
atlit til teir ymsu tørvirnar hjá ferðavinnuni.
Innihaldið skal vera fjølbroytt og tekur støði í
serføroyskum viðurskiftum. Tey lesandi skulu
gerast før fyri at ráðleggja og fyriskipa tiltøk
og túrar og sum heild kunna arbeiða innan
føroyska ferðavinnu.
Persónligir eginleikar
Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkið
er álitisvekjandi og álítandi, dugir væl at
samskifta, hevur góð samstarvsevni og kann
arbeiða sjálvstøðugt.
Førleikakrøv
Ongi beinleiðis krøv eru til ávísa útbúgving,
men tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar
hava miðal-, langa- ella hægri útbúgving
og/ella praktiskar royndir innan ferðavinnu.
Leiðsluroyndir og/ella royndir at fyriskipa og
leggja tilrættis útbúgvingar er avgjørt ein
fyrimunur.
Løn og umsóknarfreist
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi
yrkisfelag
Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum
o.ø. skulu sendast til fiskvest@fiskvest.fo í
seinasta lagi mikudagin 16. august 2017 kl.
12. Starvið verður at seta sum skjótast.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Jákup Andreasen, skúlastjóra, á tlf. 221 654.
Miðnám í Vestmanna
Postrúm 96
350 Vestmanna
fiskvest@fiskvest.fo
Eyðun Klakstein
Leiðarin av felagsskapinum
Sea Shepherd, Paul Watson,
greiðir á Facebook-vanga sín
um frá, hvussu hann upplivir
samskifti við fólk á sosiala
miðlunum. Hann sigur, at
hann hvønn dag fær útspill
ingar og deyðshóttanir um
vegis Facebook.
Paul Watson sigur, at
hann sjáldan svarar fólki,
sum senda honum slík boð,
men hann blokkar tey, og í
løtuni hevur hann fleiri enn
7000 fólk á sínum bloker
ingslista.
Watson greiðir frá, at
hann fær nógv boð úr Før
oyum, og serliga er tað frá
føroyskum
tannáringum,
sum finnast at honum og
hansara virksemi. Watson
endurgevur nøkur dømi um
samskifti við føroyskar ung
lingar.
Sambært Watson skal eitt
nú hetta samskiftið hava ver
ið í juli mánaði:
Føroyskur unglingi: Hví
gert tú ikki sjálvmorð?
Watson: Tað er eingin
framtíð í tí.
Føroyskur unglingi: Tú
burdi gjørt sjálvmorð.
Watson: Kanska kundi tú
víst mær, hvussu tað verður
gjørt.
Føroyskur unglingi: Um
eg var tú, hevði eg gjørt sjálv
morð.
Watson: Tíbetur fyri meg
og fyri teg, ert tú ikki eg.
Føroyskur unglingi: Wtf?
Hvat merkir tað?
Paul
Watson
tykist
skemta sær við keglinum, ið
hann hevur við føroyskar
unglingar og heldur fyri, at
orsøkin til, at hann fær so
nógv boð úr Føroyum, má
vera, tí at tað eru nógvir
heilar í Føroyum, sum eru
skaddir av kyksilvuri og hava
ov lítið at takast við.
Watson klandrast við
føroyskar unglingar
Felagsskapurin
Campaign Whale
vil hava bretska
fiskimálaráð
harran at tosa
við føroyskar
myndugleikar
um grindadráp
Sólvit Nolsøe
Bretski
felagsskapurin
móti hvalaveiðu, Campaign
Whale, roynir at leggja trýst
á bretska fiskimálaráðharr
an Michael Gove, nú hann
fer á almenna vitjan í fleiri
norðurlondum, millum ann
að í Føroyum.
Tey siga, at Bretland hev
ur tikið støðu ímóti hvala
veiðu og tí eigur Michael
Gove at siga frá bretsku støð
uni meðan hann er her.
Andy Ottaway, ið um
boðar felagsskapin, sigur,
at bretski marknaðurin er
umráðandi fyri Føroyar og
tí eigur Bretland at brúka
handilin
millum
londini
sum jarnbrot og seta tað sum
treyt, at Føroyar skulu gevast
við at veiða hval, annars fær
tað avleiðingar fyri handils
viðurskiftini millum londini.
Almenna støðan, sambært
DEFRA, ið er bretska starvs
stovan fyri umhvørvi, mat
og landbúnað, er, at Bretland
er ímóti hvalaveiðu, uttan í
teimum førum har uppruna
fólkið í einum landi veiðir
hval til egna nýtslu. Tað verð
ur einki sagt um Føroyar eru
roknaðar uppí.
Tað verður einki sagt um
hvørt Michael Gove fer at
taka evnið upp, meðan hann
er í Føroyum.
Vilja hava ráðharra at
steðga grindadrápi