Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja? – Eg havi ongantíð verið í USA, og eg havi onkuntíð hugsað at farið tann vegin, tí tað er eitt land, sum er eina vitjan vert Hvønn politikara samstarvar tú serliga væl við? – Eg havi havt gott samstarv við formannin í mínum flokki og eisini við seinasta løgmann, sum eg var í landsstýri saman við, men sum heild haldi eg, at eg dugi væl at samstarva við aðrar politikarar. Eyðun Klakstein Jacob Vestergaard hevur sein­astu árini verið mill­um mest markantu pol­it­ik­ar­ar­ nar í Føroyum. Hann hevur síð­ani 2008 verið valdur í løg­ ting­ið, og hann hevur í fleiri umførum síðani 2003 ver­ið landsstýrismaður – ser­liga hevur hann umsitið fiski­ vinnu­mál. Hann kann vera kon­tant­ ur í politiskum kjaki, hann kann standa fast í um­strídd­ um politiskum málum, men hann heldur eisini, at hann dug­ir væl at samstarva. – Eitt er politiskur reto­ rikk­ur, annað er samstarv. Bara fólk eru reell, so ber væl til at samstarva. Eg haldi meg duga væl at samstarva við allar politikarar, sigur Jac­ob Vestergaard. Eftir at hava verið komm­ u­nalpolitikari í Sumbiar komm­unu nógv ár, varð kann í 2003 innkallaður at røkja starv sum landsstýrismaður í fiski­vinnumálum, og seinni gjørdist hann lands­stýr­is­ mað­ur í innlendismálum. Tað var ikki fyrr enn í 2008, at hann varð valdur í løg­ ting­ið við einum kanónvali, og síðani er hann valdur í ting­ið á hvørjum vali. Hann hevur síðani 2008 í tveim­um umførum – og sjey ár sam­ an­lagt – røkt starvið sum landsstýrismaður í fiski­ vinnu­málum, og eitt stutt skifti umsat hann utt­an­rík­ is­mál. Støðugt í andstøðu Jacob Vestergaard er ættaður av Økrum, og hann vaks upp í ein­ari fólkafloksfamilju í javn­að­arháborgini Suðuroy. – Eg fekk fólka­floks­sjón­ ar­mið inn í uppvøkstrinum, og eg tók tey til mín og helt fast um tey. Eg hevði javn­ að­ar­fólk rundan um meg alla­staðni, og tí var eg ofta í andgletti og andstøðu og skuldi verja míni politisk sjón­ar­mið. Eg havi ongantíð fjalt út yvir mína politisku sann­føring og havi altíð kjak­ ast nógv um politikk, sigur Jac­ob Vestergaard. – Tá eg í 1987 kom heim av politi­skúla, skuldi eg til Klaks­víkar at arbeiða, og tá tókt­ist tað, sum at øll rundan um meg vóru samd við mær. Tað var heilt greitt, at eg var komin í eitt heilt annað um­ hvørvi enn tað, sum eg var vaks­in upp í. Fyrst í 90’unum flutti Jac­ob Vestergaard aftur til Suð­ur­oy­ar at starvast, og tá gjørd­ist hann aftur virkin í kommu­nalpolitikki og bleiv borg­arstjóri í Sumbiar komm­unu, sum hevði somu stóru búskaparligu trup­ ul­leik­ar sum øll hini, tá ið krepp­an rakti. – Vit vóru øll hart rakt av kreppuni, og tá var sera av­ bjóð­andi at fáa alt at ganga upp. Polarfrost, sum var tað stóra virkið í Vági, fór í møl­ posan, og tað ávirkaði okk­ um øll. Vit royndu at steðga bløðingini og fáa vent gongd­ ini, men tað var sera trupult, og Suðuroyggin var hart rakt og hevur í grundini verið vinnu­liga veik síðan, sigur Jac­ob Vestergaard. Politiska kjakið Ein partur av politiska arb­ eið­num er kjakið, sum er í løg­ting­inum og í almenna rúm­in­um, og Jacob Vest­er­ gaard lut­tekur íðin í hesum parti av politikkinum. – Tað ger ikki petti, um pol­it­iska kjakið onkuntíð er hart. Við hvørt er neyðugt at skera tingini út í papp. Fólk siga onkuntíð, at soleiðis kann mann ikki gera ella siga, men eingin skal seta karmar fyri, hvussu eg ella onnur bera politisk sjónarmið fram. Tú velur sjálvur, hvønn reto­ rikk tú brúkar, sigur Jacob Vest­er­gaard og leggur eitt sind­ur speiskliga afturat: – Við hvørt fáa fólk sett eitt merki á seg, at tey eru kon­tant og markant, og ong­ an­tíð skal mann liva upp til tað. Hann vísir tó á, at stór­ur munur er á, hvussu pol­it­ik­ arar kjakast í almenna rúm­ in­um og innanhýsis í einum sam­starvi. – Tá ið tú kjakast í einum flokki ella í einari samgongu, snýr kjakið seg í stóran mun um at finna konsensus. Tað er eitt meira konstruktivt kjak, hó­ast fólk kunnu hava ym­iskar meiningar, og summi vilja minni enn onn­ ur, tá ið onkur mál skulu fremj­ast. – Í almenna rúminum verða sjónarmiðini ofta sett skarpt upp, og tú skalt mark­era teg við einari greið­ ari meining, sum ofta er í and­søgn til onkran, sum tú kjakast við. Tá skalt tú bera tíni sjónarmið fram á ein greiðan og avgjørdan hátt, so at tað vónandi fang­ar og verður skilt av al­menn­ing­in­ um, sigur Jacob Vest­er­gaard. Vinnan skal dríva verkið Í fleiri ár hevur kjakið um fiski­vinnuna fylt nógv í før­oyska samfelagnum, og síð­ani sam­gongan mill­ um Javn­að­ar­flokkin, Tjóð­ veldi og Fram­sókn tók við fyri sløk­um tveimum ár­um síð­ani hevur verið arb­eitt miðvíst við einari fiski­vinnu­ ný­skipan. Ein partur av hesum kjaki er, hvussu nógvir pengar skulu liggja eftir í vinnuni, og hvussu nógvir pengar al­ menni kassin skal hava í sín lut. Jacob Vestergaard er rætti­liga avgjørdur í hesum kjaki. – Tá ið tú tosar um at flyta pengar í landskassan, so fjarð­ar úr vinnuni, og tað verð­ur minni hjá fyritøkum, komm­unukassum, av­leidd­ um vinnum og vinnurekandi at arbeiða við, og tað er ein skeiv gongd. – Tað er vinnan, sum ONKUNTÍÐ SKULU TINGINI SKERAST ÚT Í PAPP – Tað ger ikki petti, um politiska kjakið onkuntíð er hart. Við hvørt er neyðugt at skera tingini út í papp, sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Hann sær vandatekin við búskaparpolitikkinum og nýskipanini av fiskivinnuni og sigur seg ikki duga at síggja breiðu herðarnar, sum skulu bera góðu tíðirnar