Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87 skal dríva verkið, tí so fáa øll meira burtur úr – eisini al­menni sektorurin í Havn. Vinn­an økir um búskapin, so vit øll fáa tað betri í Før­ oy­um. Loysnin er ikki at taka peng­ar frá einum virknum vinnu­parti og koyra peng­ar­ nar ­inn í eina minni virknan al­mennan kassa, og tað er fupp at siga, at um ein reiðari for­vinnur minni pengar, so fáa vit øll meira, sigur Jacob Vest­er­gaard. Hann heldur, at vinnan í løt­uni er í einari bíðistøðu, sum ávirkar virksemið. – Vinnan er komin í eina nagga­tódn, og tað er sera spell. Eingin kann veru­liga koma víðari, sum støðan er við ætlaðu fiski­vinnu­ný­skip­ anini. Vinnan hevur midl­ar at arbeiða við, og um vinn­an kendi seg trygg við eina kom­ andi skipan, hevði hon gjørt stórar íløgur í fram­tíðina. Tað eru pengar í vinn­uni at arbeiða við, men óviss­an er so stór, at vinnan er í ein­ari bíðistøðu, sigur Jacob Vest­ er­gaard. – Tað gongur upp og niður í vinnuni, og leggur tú upp til eina skipan, har stórur part­ur av vinninginum skal í landskassan, fer tað at skerja munandi um møgu­ leik­ar­nar hjá vinnuni at arb­eiða. Føroysk vinna hev­u­r í alt ov stóran mun livað frá hondini í munnin, og vinnan hevur ikki havt rása­rúm til planlegging og íløg­ur. Nú er støðan øðrvísi í fleiri pørtum av vinnuni, og tað ger, at vinnan kann vera í fremstu røð við skip­ um, framkomnum virkj­um, nýggjari tøkni og kann til­ laga seg eftir markn­að­in­um. Krevur breiðar herðar Búskaparligu tíðirnar í Før­oy­um eru góðar í løt­ uni. Sera stórt virksemi er í flestum pørtum av sam­fe­ lag­num. Inntøkurnar úr út­ heiminum eru so stórur sum ongantíð – ikki minst or­saka av pelagisku vinnuni og alivinnuni – og tað kastar av sær til aðrar partar av sam­ fe­lagnum. Inntøkurnar hjá landskassanum og komm­ unu­kass­um eru stór­ar og vaksandi, og tað skund­ar undir virksemi í sam­fe­lag­ num. Jacob Vestergaard stúrir tó fyri gongdini í almenna sekt­or­in­um. – Tað skulu breiðar herð­ ar til at bera góðar tíðir, og eg síggi ikki teir breiðu herð­arnar. Tað er eitt øgi­ligt alment virksemi, og peng­ ar­nir fossa úr lands­kass­an­ um. Eg eri ikki í iva um, at vit eiga at tálma vøksturin í út­reiðslunum hjá almenna sekt­or­inum, men heldur vil mann nú gera landskassan bundn­an at óvanligum inn­ tøk­um úr vinnuni. – Hetta er ein sera vanda­ mikil gongd, og tað er eitt greitt vandatekin, at almenni sektorurin veks­ur við stórari ferð, með­an fram­leiðslu­vinn­ an stend­ur í stað, heldur Jac­ ob Vest­er­gaard. – Vit mugu halda fast í, at vinn­an skal hava góðar og trygg­ar umstøður at virka und­ir og skal gjalda skatt til sam­f­e­lagið sum øll onnur. Men øll fáa mest burtur úr, um vinnan sleppur at arb­ eiða við pengunum, held­ur enn at teir skulu súgv­ast inn í ein al­mennan kassa, sigur Jacob Vest­er­gaard. UNDIR FÝRA EYGUM UM Jacob Vestergaard Jacob Vestergaard er 56 ára gamal og av Økrum. Hann er giftur við Sólfríð, og tey eiga fýra børn. Hann hevur útbúgving sum politistur. Í 1985 stillaði hann fyrstu ferð upp í politikki – á kommunvali í Sumbiar kommunu, har hann hevur sitið sum borgarstjóri fleiri skeið. Síðani 2003 hevur hann í fleiri umførum verið landsstýrismaður – serliga hevur hann umsitið fiskivinnumál. Síðani 2008 hevur hann verið valdur í løgtingið. Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Eg slappi av, tá ið eg geri okkurt heilt annað, enn tað sum eg vanliga geri – eisini hóast eg kann gerast eitt sindur kropsliga móður av tí. Mær dámar væl at fara í hagan og at fáast við seyð. Sunnudag geri eg sum prinsipp einki, og tá kann eg onkuntíð seg meg at hyggja eftir fótbólti í sjónvarpi. Hvør er besti lutur, sum tú eigur? – Eg havi ongantíð heft meg við ávísar lutir, tí sum útgangsstøði kunnu allir lutir erstattast. – Tað er fupp at siga, at um ein reiðari forvinnur minni pengar, so fáa vit øll meira, sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Mynd: Jens Kristian Vang