Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Myndir: Jens Kristian Vang Føroyingar eiga at rokna við, at í hesi tingsetuuni, sum júst er byrjað, fer samgongan at loysa trý stórmál, sum hava ver­ið á breddanum í fleiri ár. Í røðuni, sum løg­maður helt ólav­søkudag, segði hann, at fiski­vin­nu­ný­skipan­in, stjórn­ar­skipanin og nýggja pen­sjóns­skip­an­in verða loyst í hesi tin­g­setuni. Hvussu einstøku stór­mál­ ini verða loyst segði hann ikki so nógv um, men tey verða undir øllum um­støð­um løgd fyri Løg­tingið at taka støðu til. Øll vita, at sitandi sam­ gonga hevur leingi arbeitt bæði fakliga og politiskt við ný­skipan av fiskivinnuni. Hetta er eitt stórmál, sum eisini er undir tíðartrýsti, tí loyv­ini hjá øllum, sum aka lut í fiskivinnuni, fella aftur til landið á nýggjárinum. Áðrenn vit fara aftur til, hvat hendir við fiski­ vinnu­ni, skulu vit nevna, at uppskotið um stjórnar­skip­ an eisini er undir tíðar­trýsti, tí flaggddagin næsta ár – 25.apríl 2018 – verður fólka­ atkvøða um stjórnar­skipan. Tá ið fólkaatkvøðan verð­ ur, tá skulu seks mán­aðir vera farnir síðani upp­skotið, sum skal til fólka­at­kvøðu, er enda­ liga avgreitt frá tingi­num. Øll beinagrindin í upp­ skotinum er gjørd og hevur fingið viðgerð við jøvnum millum­bilum seinastu seks- sjey árini, men tað er torført at fáa nakran at siga, at semja er um málið. Tí er tað ivasamt um mál­ ið verður avgreitt í tingi­num við breiðari semju áðrenn vit eru komin til 25.oktober. Hendir tað ikki, so er iva­samt um nakar vil lata eitt slíkt uppskot til fólka­ at­kvøðu, fer tað at vísa seg, at onkur av teimum størru flokkunum ikki tekur undir við uppskotinum. Verður vandi fyri, at upp­ skotið fellur, so verður tað neyvan lagt til fólkið at taka støðu til. Fiskivinnan Uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni var til við­gerðar í farnu tingsetu. Tað endaði í vinnu­nevnd­ ini, men tað kom ikki aftur úr nevnd, so tingformaðurin, Páll á Reynatúgvu, avgjørdi, at tá ið onki álit var komið, tá ið útsettu tíðarfreistirnar vóru farnar, at senda tingið heim, enda tingsetuna og lata uppskotið fella burtur. At tingfor,aðurin valdi hesa loysnina skal síggjast í ljósinum av, at tað gekk ómeta­liga striltið at fáa upp­ skotið úr aftur nevnd. Tvær orsøkir vóru til tess:onnur at ósemja var í sam­gonguni um ávís viður­ skifti í uppskotinum og hin, at andstøðan situr við meirlutanum í vinnu­nevnd­ ini. Nú kann ein sjálvandi hugsa, at tað ikki er so av­ger­ andi, hvør hevur meirl­utan í einari tingnevnd. Men tað er avgerandi. Hetta kemur oftast til sjóndar, tá ið andstøða og sam­gonga ikki eru samd um høvuðspunktini í einum upp­skoti, sum er til viðgerar. Í førinum við upp­skoti­ num um nýggja fiski­vinnu­ skipan er tað soleiðis, at stór ósemja er millum andstøðu og samgongu um prinsipiell mál í uppskotinum. Hetta fær andstøðuna at seta nógvar spurningar til upp­skotið og at innkalla til nógvar hoyringar í nevndini. Tað tekur tíð og í farnu tingsetu dróg tað so langt út, at formaðurin valdi at senda tingið til hús, áðrenn álitið kom aftur úr nevndini. Nýtt uppskot At málið datt burtur, tá ið ting­ið fór heim, hevur við sær, at tað skal leggjast fram av nýggjum. Løgmaður boðaði í røðu­ ni á ólavsøku frá, at leist­urin er tann sami, men at nakrar broyt­ingar, sum vinnu­ nevnd­in arbeiddi við, verða inn­arbeiddar í uppskotið. Hann nevndi eisini, at kvota­skipanin, sum í nýggju skipan­ini verður sett í staðin fyri fiskidagar, tá ið tað snýr se gum botnfisk undir Før­ oyum, verður útsett til at koma í gildi 1.januar 2019. Hendan broytingin er ikki gjørd, tí tey flestu hoyr­ings­ svar mæla frá kvotaskipan. Hetta verður gjørt fyri, at tíð skal vera at gera neyðugu fyrireikinganar til skipanina, áðrenn hon kemur í gildi. Hendan broytingin hevur við sær, at fiskiddagarnir í komandi fiskiári verða ásett­ir til 1.januar 2018 – og so verður ein fyribils loysn gjørd fyri alt 2018 til kvota­ skipanin verður sett í gildi øll sum hon er 1.januar 2019. Tað sum enn ikki liggur enda­liga fast er, hvussu sjálv ný­skipanin fer at síggja út. Almenn vitan er, at sam­ gongan hevur baksast innan­hýs við at fáa øll at semjast. Ein fundur var í vár á Seglhúsloftinum á Tvøroyri. Tá meldaðu sam­ gongu­leiðararnir út, at semja var um, hvussu nýskipanin skuldi gerast. Tað, sum síðani er kom­ið fram, er, at tann semja fyrst og fremst var millum teir tríggjar sam­gongu­leiðar­ arnar, Poul Michel­sen, Fram­ sókn, Høgna Hoydal, Tjóð­ veldi, og Aksel V. Johannesen, Javn­að­ar­flokk­urin. Síðan tann fundin hava fóll úr øllum flokkunum gjørt vart við, at tey hava ser­ sjónar­mið, sum tey ógvuliga fegin vilja hava við í endaligu semjuna. Prensjónsnýskipanin Seinasta málið av teimum trim­um stóru, sum løg­mað­ ur nevndi, var pensjóns­ný­ skipanin. Eitt mál, sum skiftandi sam­gongur hava vitað um, liggur sum ein tikkandi bumba undir føroyska bú­ skapinum, uppá longri sikt. Framskrivingar og vitan annars vísa, at vit gerast alt fleiri eldri og at tað verða færri og færri á arbeiðs­mark­ naði­num, sum tjena pengar. Spurningurin er so, um tað ber til at halda fast við ta skipan, sum vit hava kent, at tá ið vit fylla 67 ár, so fáa vit øll eina fólkapensjón, sum til ber at liva av. Búskaparráðið hevur fleiri ferðir víst á, at føroyski bú­skapurin als ikki fer at megna at halda fast í einari skipan, sum byggir á tann leist vit kenna – og hevur mælt politisku skipanini til at koma við einari aðrari meira haldførari loysn. Ein pensjónsbólkur hevur arbeitt við hesum málinum í langa tíð, men enn er ikki kom­ið á mál. Løgmaður boðaði tó frá, at hetta er komið so mikið langt, at tað verður lagt fyri ting­ið í heyst. Spurningurin er tá bara, hvørjir flokkar fara at takk undir við uppskotinum, tí í arbeiðsbólkinum er ongin semja enn um, nær vit kunnu fara av arbeiðs­mark­nað­ inum, hvussu høga almenna sam­haldsfasta pensjón vit fáa og hvussu nógv vit sjálvi skulu spara saman til pen­ sjónina. Einasta ítøkiliga tykist vera, at fólk kunnu sleppa at arbeiða longri, orka og vilja tey tað. Hinvegin verður sagt, at tey sum eru niðurslitin, skulu fáa pen­ TRÝ STÓRMÁL HJÁ SAMGONGUNI AT LOYSA KOMANDI TINGSETU POLITIKKUR Løgmaður lovaði loysn á trimum stórmálum, tá ið hann helt ólavsøkurøðuna