Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 EITURKOPPABIT Brandur Mortensen Nolsøe Bara hugni var á skránni hjá Niels Arge og tólv vinmonnunum, sum fyri tveim­um vikum síðani vóru komn­ir til kenda frítíðarstaðin Maga­luf á Mallorka at stuttleika sær. Longu fyrsta kvøld­ið byrj­aði Niels Arge at merkja, at báðir føt­ urnir vóru bólgn­að­ir nak­að. Niels Arge hevði ikki ilt og metti, at tað mundi fara at ganga yvir. Tá hann vaknaði dagin eftir, byrj­aði hann tó at merkja eitt sind­ ur av pínu, og tá hann ringdi til for­ eldr­ini triðja dagin, bóðu tey hann fara til kanningar alt fyri eitt. Niels Arge varð sendur á sjúkra­ hús umgangandi, og læknin stað­ festi beinanvegin, at Niels var bliv­in bitin av einum giftigum eit­ ur­koppi, helst av smærri slag. Hann var blivin bitin í annan fótin, sum síð­ani hevði smittað hin. Sam­bært lækn­unum kom Niels ikki í lívs­ vanda. Støðan kundi ver­ið hætt­ is­lig, fór hann ikki til við­gerð­ar, so­leið­is at giftið bleiv reinsað úr kropp­in­u­m, áðrenn ov long tíð var ging­in. Merkti einki til bitið Meðan vinmenninir hava hugnað sær í Magaluf, hevur Niels so­statt ligið fyri seg sjálvan á sjúkra­húsi í granna­býnum. Hann varð inn­lagd­ ur 22. juli. Hóast vin­menn­in­ir javn­ an hava vitjað seg, viðgongur Niels, at tað hevur als ikki verið stuttligt at lig­ið í einum fremm­andum sjúkra­húsi, har fólk tosa fremm­ant mál. Tó so letur Niels væl at tæn­ ast­uni á sjúkrahúsinum, har hann hev­ur ligið. – Bæði læknar og sjúkrasystrar tosa væl enskt, og eisini hava tey tolk­ar úr Norðulondum á staðnum, so samskiftinum hevur einki feilt. Her er gott netsamband, so eg havi eis­ini fingið samskift við tey har heima uttan trupulleikar, sigur Niels. Niels er nú útsktrivaður úr sjúkra­húsinum og býr á einum hot­elli á Mallorka saman við pápa sín­um, sum er komin á vitjan. Niels hev­ur sum heild følt seg frískan alla tíðina, meðan tilburðurin hev­ ur staðið á. Trupulleikin hevur tó ver­ið at fáa alt giftið úr kroppinum, og tað hevur tikið langa tíð. Teir báð­ir feðgarnir mugu nú bíða til fríggja­dagin fyrr enn teir sleppa heim aftur til Føroya. Av tí at lækn­in krev­ur, at Niels skal flúgva sum sjúkl­ingur og skal hava eyka bein­pláss, so hann ikki fær vesku­saml­ing í bein­ini, mugu teir bíða í nakrar dagar aftrat. Tað er ikki nógv ein kann gera við vandan at verða bit­in av eit­ ur­koppum og øðrum skor­dýr­um. Men spurdur, hvat ein kann læra av ein­ari slíkari hending, svar­ar Niels, at tú skalt altíð lurta eftir for­eldr­ unum. Sólferian við vinmonnunum í Magaluf á Mallorka var ikki meir enn byrjað, tá 19 ára gamli Niels Arge legði merki til, at føturnir vóru eitt sindur bólgnaðir upp. Støðan versnaði fyri hvønn dag, og tá Niels Arge søkti sær læknhjálp, varð staðfest alt fyri eitt, at hann var blivin bitin av giftigum eiturkoppi. BITIN AV EIT Í MAGALUF