mánadagur 31. juli 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87
EITURKOPPABIT
Brandur Mortensen Nolsøe
Giftið, ið ein eiturkoppur ber, er
bara so sterkt, sum eiturkoppinum
tørvar til sína veiðu av smádýrum.
Av tí at eiturkopparnir í Føroyum
eru lutfalsliga smáir, er giftið
eisini hareftir.
Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøð
ingur, sigur við Sosialin, at eitt nú
fuglaeiturkoppurin etur stór dýr,
men framvegis er bitið hjá honum
ikki lívshættisligt. Verður tú bitin
av einum slíkum gerst tú illa fyri,
og kroppurin kann hovna upp,
men tað snýr seg bara um at reinsa
giftið úr kroppinum. Letur tú
standa til ov leingi, gerst støðan tó
sjálvandi vandamikil. Teir flestu
av hesum stóru eiturkoppunum
halda til í Australia.
Ein hin kendasti eiturkoppurin,
sum nevnist svarta einkjan, hevur
sterkari gift enn teir flestu, hóast
hon er minni í vavi enn fuglaeit
urkoppurin. Svarta einkjan er
illa gitin, men sigur Jens-Kjeld
Jensen, eini 50 ár eru liðin, síðani
nakar doyði av henni. Veruligi
vandin er, at fólk kunnu vera
ovurviðkvæmin,
og
tá
kann
kroppurin taka illa ímóti giftini, so
støðan kann gerast lívshættislig.
Fingu óynsktan gest
Í hesum globaliseraðu døgunum
er tó vandi fyri, at fremmand flog
kykt og onnur dýr av óvart koma
til Føroya. Eitt nú munnu mong
minnast, tá vespan óboðin kom til
Føroya. Í fjør vóru eisini risastór
áttabeint loyniferðafólk við, tá
ein bilur kom heim aftur til Før
oya, eftir at hava verið í Ungarn.
Talan var um tveir risastórar eit
urkoppar, sum vanliga ikki eru at
síggja í Norðurlondum. Sambært
heimasíðuni
hjá
Jens-Kjeld
Jensen
vórðu
eiturkopparnir
eyðmerktir at vera av slagnum
Larinioides ixobulus. Hetta slagið
av eiturkoppi finst í Týsklandi,
Eysturevropa og í Asia.
– Hesir vóru teir størstu eitur
kopparnir, eg nakrantíð havi sæð í
Føroyum. Men tað er ikki óvanligt,
at teir enda her í Føroyum, tí vit
innflyta eitt nú nógva frukt úr
øllum herðashornum í heiminum,
sigur Jens-Kjeld Jensen.
Í Føroyum vita vit um 112 sløg av eiturkoppum.
Hóast allir eiturkoppar eru giftigir, er vert at minnast
til, at eiturkopparnir í Føroyum eru so smáir, at
teir megna ikki at bíta ígjøgnum menniskjahúð.
Kelda: www.jenskjeld.info
URKOPPI
ALLIR EITURKOPPAR
ERU GIFTIGIR
Eiturkopparnir, sum komu við bili úr
Ungarn í fjør, eita Larinioides ixobulus.
Kelda: www.jenskjeld.info