mánadagur 31. juli 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTT SØGD TÍÐINDI
FÓTBÓLTUR
Talan verður um føroyinga
uppgerð, tá ið steypafinalan
í íslendskum fótbólti verður
spæld 12. august. Har hittast
nevniliga FH við Gunnari
Nielsen í hópinum og ÍBV við
Jónasi Tór Næs og Kaj Leo í
Bartalsstovu í hópinum. Kaj
Leo skeyt sigursmálið hjá
ÍBV í 2-1-sigrinunum ímóti
Stjarnan
í
hálvfinaluni,
har Jónas Tór Næs eisini
spældi allan dystin. Gunnar
Nielsen
var
tó
ikki
í
málinum, tá ið FH vann 1-0
ímóti Leiknir. Orsøkin var,
at tummilin hjá honum fór
úr lið í Champions League-
dystinum ímóti Maribor,
og at hann fyribils má sita
uttanfyri.
ÍBV og Stjarnan hittust
aftur í gjár, hesaferð í lands
kappingini, og her gjørdist
tað til 2-2-javnleik eftir at ÍBV
annars var á odda bæði 1-0
og 2-1. Kaj Leo í Bartalsstovu
byrjaði inni og legði upp til
fyrsta málið, men hann varð
útskiftur í 74. minutti. ÍBV er
framvegis undir niðurstriku
ni, men er tó bara eitt stig
aftanfyri Víking Ólafsfjørð.
Viljormur Davidsen og
Vejle fingu eina dreyma
byrjan upp á kappingarárið
í næstbestu donsku deildini,
tá ið fyrsti dystur í nýggja
kappingarárinum
leygar
dagin bleiv vunnin 3-1 á
útivølli ímóti HB Køge. Vilj
ormur Davidsen, sum spældi
allan dystin á vinstra bakk
ið, legði upp til tey bæði
fyrstu málini hjá Vejle, sum
Dominic Vinicius og Imed
Louati skoraðu. Triðja málið
skeyt Rasmus Lauritsen. Við
besta
málmuninum
eftir
fyrsta umfar er Vejle fyribils
nummar eitt í næstbestu
donsku deildini.
Vanliga er talan um før
oyingauppgerð, tá ið OB og
AC Horsens hittast, men
soleiðis var ikki hesaferð,
nú tey bæði liðini hittust í
triðja umfari av Superliguni.
AC Horsens hevði undan
dystinum vunnið báðar teir
fyrstu dystirnar, meðan OB
hevði vunnið ein. OB vann
dystin 1-0 við einum máli
frá Jens Jakob Thomasen
í 86. minutti. Jóan Símun
Edmundsson er júst vorð
in klárur aftur eftir ein fót
skaða, og hann varð skiftur
inn í 68. minutti. Hallur
Hansson er framvegis skadd
ur og var tískil ikki við í hópi
num hjá AC Horsens.
Kvinnulandsliðið
hjá
Danmark vann í gjár púra
óvæntað
EM-fjórðings
finaluna ímóti Týsklandi.
Týskland hevur sitið á EM-
trónini síðani 1995 og hevur
vunnið EM seinastu seks
ferðirnar, men hóast tær
løgdu seg á odda longu í 2.
minutti
ímóti
Danmark,
so megnaðu tær donsku at
svara aftur og skapa sen
satiónina. Tað vóru Nadia
Nadim og Therese Nielsen,
sum syrgdu fyri at Danmark
vann fjórðingsfinaluna 2-1
og fekk koppað Týsklandi
av trónini. Danmark er nú
í hálvfinaluni, sum verður
spæld ímóti Eysturríki hós
dagin.
Javier Hernandez verður
nú aftur at síggja í Premier
League. Tað er greitt, nú hann
hevur gjørt sáttmála við
West Ham. Chicharito, sum
hann eisini verður nevndur,
hevur áður spælt fýra kapp
ingarár í Manchester United,
har hann legði 37 mál eftir
seg í 103 dystum, men
seinastu tvey árini hevur
meksikanski
framherjin
spælt í Bundesliguni, har
hann við Leverkusen hevur
skotið 28 mál í 54 dystum.
FORMIL 1
Grand
Prix-kappkoyring
hevur verið í Ungarn um
vikuskiftið, og har gjørdi
Ferrari
kvetti.
Sebastian
Vettel var á odda allan veg
in og koyrdi fyrstur um
málstrikuna. Argasti kapp
ingarneyti hansara, Lewis
Hamiltin (Mercedes), bleiv
nummar fýra, og harvið
økti Sebastian Vettel um
leiðsluna í samlaðu kapp
ingini upp í 14 stig. Næstur
um málstrikuna var hin
Ferrari-koyrarin, finski Kimi
Raikkonen. Kevin Magnus
sen (Haas) bleiv nummar 11,
men hann fekk revsing fyri
at hava koyrt ein annan av
breytini, og bleiv fluttur
aftur til nummar 13 og fekk
harvið einki stig. Næsta
formil 1-kappkoyring verður
27. august. Tá verður koyrt í
Belgia.
FR. ÍTRÓTT
Árliga
ólavsøkurenningin,
sum Bragdið skipar fyri,
varð
runnin
hóskvøldið.
Talan var um ein býartein
við Skálatrøð, ið var fimm
kilometrar
hjá
teimum
vaksnu at renna. Fyrstur um
málstrikuna var ungi mað
urin úr Treystinum, Julian
Gregersen, sum hevði tíðina
16:48. Honum á baki komu
Hansen-brøðurnir, Andrias
og Eirikur, sum ávikavist
høvdu tíðirnar 16:53 og 17:15,
meðan veteranurin Henry
Olsen var beint í hølunum
og fekk fjórða plássið við
tíðini 17:17. Fremsta kvinnan
var Rebekka Fulgø, sum rann
tíðina 18:36.
HONDBÓLTUR
Danska U21-landsliðið hjá
monnum fekk silvur í HM-
endaspælinum í Algeria, har
føroysku U21-menninir blivu
nummar 16. Púra óvæntað
vann Danmark ímóti HM-
favorittunum úr Fraklandi
í hálvfinaluni, og í finalu
ni var eisini um reppið,
at Danmark vann ímóti
Spania. Dysturin endaði við
36-36-javnleiki, men í longdu
leiktíðini var tað Spania, sum
tryggjaði sær HM-gullið við
39-38-sigri. Danir fingu tveir
mans valdar á All Star-lið
ið í kappingini. Teir vóru
Magnus Saugstrup og Lasse
Møller.
STYRKI
Bjarni Nielsen kann fram
haldandi kalla seg Føroya
sterkasta mann. Tað kann
hann eftir at tiltakið Føroya
Sterkasti Maður varð fyri
skipað uttandura á Konga
brúnni ólavsøkudag. Seks
luttakarar vóru við, og tá ið
avtornaði var Bjarni fremst
ur, tó í rættiliga harðari
kapping við Árna Neshamar.
Samlaða støðan í stigum
bleiv hendan:
1. Bjarni Nielsen 30
2. Árni Neshamar 27.5
3. Hans José Poulsen 20.5
4. Oddur Højgaard 20
5. Óli Andresen 14
6. Helgi Lamhauge 12
SÚKKLING
Føroyski súkklarin, Torkil
Veyhe, luttók í gjár í týsku
súkklukappingini Nürnberg
Ring. Torkil, sum júst hevur
verið heima og vunnið Volvo
Kring Føroyar fyri sættu
ferð, gjørdist nummar 31 í
hesi kappingini, har liðfelagi
hansara
hjá
ColoQuick-
CULT, Jesper Schultz, sat
við teimum allarfremstu og
bleiv nummar átta. Torkil
Veyhe fer mikudagin og fýra
dagar fram at luttaka í EM
á landavegi í Herning, har
hann skal umboða danska
landsliðið saman við navn
framum súkklarum so sum
Matti Breschel, Lars Bak og
Michael Mørkøv
TENNIS
Caroline Wozniacki spældi í
gjár finalu í WTA-kappingini
í Båstad, Svøríki, har danska
tennisdrotningin tapti 6-3,
6-4 ímóti Katerina Siniakova
úr Kekkia. Tað var týðiligt, at
Wozniacki ikki spældi upp
til sítt besta í hesari finaluni,
sum var hennara fimta WTA-
finala í ár. Heldur merkisvert,
so hevur Wozniacki tapt
allar fimm. Næsta kapping
hjá Wozniacki og hinum
fremstu tennisspælarunum
verður í Toronto, Kanada.
BJARNI ER FRAMVEGIS STERKASTUR
Bjarni Nielsen kann framvegis kalla seg Føroya sterkasta
mann. Hann fekk tó harða kapping frá einum avbjóðara
á ólavsøku, har eisini ólavsøkurenningin var á skránni