Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FM steypini vórðu spjadd um mesta partin av landinum, í fleiri førum var finaluróðurin framúr spennandi, og í trimum førum varð annar vinnari á ólavsøku enn meistarin Jóannes Hansen Líkindini kundu havt verið betri. At umstøðurnar ikki vóru optimal­ ar at rógva bar við sær, at tíðir­nar í ólavsøkuróðrinum síðsta fríggja­ dag – ólavsøkuaftan- ikki vóru so góðar, sum tær onkuntíð hava ver­ ið. Hann var eystligur í ættini. Tað bar við sær, at tað var ikki frítt gjálv­ut fyrra partin av teininum, áðr­enn tað fekst lívd av Molanum. Undan hvørjari ólavsøku er spenningur, um tað nú fer at eydnast at taka okkurt av metu­ num. Einki met var tikið hesa ólav­ søku­na. Skálabáturin eig­ur fram­ vegis tiltikna metið, sum var sett fyri fjórðingsøld síða­ni. Skála­menn brúktu í 10-manna­fari­num í 1992 3.52.00 um stutta teinin á ólavsøku. Klaksvíkingur vann fríggja­dag­ in við 4.21.06. At tað var næst­an ein hálvur minuttir frá vinnara­tíð­ini hesa­ferð og fram til metið undir­ strik­ar, at líkindini ikki vóru nakað ser­lig at rógva kapp á ólavsøku í 2017. -Tað skal alt spæla við, um tað skal eydnast at røkka mettíð. Tá verð­ur hugsað um streym, rák, ætt og vindstyrki, og so er tað intensa kapp­ingin við avbjóðararnar. Kapp­ ingin var intens um fyrsta pláss­ið í fleiri róðrum, men veðr­ið var ikki til at seta met, sigur Mart­in Venned, sum hevur vunn­ið fleiri ferðir á ólavsøku í 10-manna­før­ um – Eysturoyingi, Klaks­vík­ingi og Havnarbátinum - og 8-manna­fari­ num Nevinum Reyða. Í 2008 róði Martin Venned við Havnar­bátinum, sum á ólavsøku var í sonnum finaluróðri ímóti Ormi­num Langa. -Vit vóru ógvuliga uppsettir at vinna á ólavsøku fyri at tryggja okk­um FM heitið, og vit vóru eisini fokuseraðir á at taka gamla metið hjá Skálabátinum. Upp undir ólav­ søku róðu vit fleiri ferðir málið skjótari enn 03.52.00, men ólav­søku­ aftan vóru umstøðurnar ikki heilt optimalar, og tíðin hjá okkum ta ferð­ina var 04.00.04. Tað vil siga, at vit vóru meiri enn átta sekund frá meti­num, minnist Martin Venned aftur á. Reið um snarið Í fýra teimum fyrstu róðrunum gekk tað sum eftir ánni hjá Klaks­ vík­ingi. Tær bátar ferðirnar undan ólav­søku vann Ormurin Langi, og harvið spøkti møguleikin, at klaks­víkingar kundu missa FM heit­ið, sum teir í alt ár hava verið favorittar at vinna. Um tað skuldi laga seg so illa hjá Klaks­víkingi, so skuldi Ormurin Langi vinna fyri triðja ferð, og so skuldu favorittarnir úr Klaksvík verða nummar fýra. Soleiðis tørnaði tað ikki út. Tað varð beinanvegin veruleiki, at talan fór at verða um tvídyst um sigurin á ólavsøku – millum Ormin Langa og Klaksvíking. Harvið snúði tað seg hjá Orminum Langa um at vin­ na á meistarunum. Drekin Reyði og Havnarbáturin smokkaðu heilt skjótt, og so var tað mest sum stavn um stavn millum Ormin Langa og Klaksvíking. Klaks­vík­ingar tóku seg eitt vet fram­um, og teir megnaðu at halda tørn um leiðsluna. Tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin ein stór­ur hálvur skutur. Talan var um so sera søtan sigur. Tað vóru lærlingarnir á Klaks­ víkingi, sum vunnu á læru­meistar­ un­um umborð á Orminum Langa. Tað fær valla verið betri bæði at vinna á ólavsøku og at vinna FM, tá ið tað vóru sovornir úrmælingar, ið noyddust at lúta. Trivaligir sigrar Umframt FM steypið í kappingini mill­um 10-mannaførini fóru tvey onnur FM steyp undir Leirvíks­ fjørð. Fípan Farga vann ólavsøku­ róð­urin og FM kappingina mill­ um 5-mannafør við dreingjum, og Sundabáturin vann ólav­søku­róð­ urin og FM kappingina millum 6-mannafør við monnum. Um tað gekk heilt illa á ólav­søku, so var møguleiki fyri, at favoritt­ arnir á Fípuni Føgru skuldu missa FM heitið, men tann møguleikin var ongantíð upp á tal undir ólav­ søku­róðrinum. Fípan Fagra vísti so sera sann­ før­andi avrik, meðan Sílið, sum alt kappingarárið hevur verið av­ bjóðar­in, ongantíð fann rætta lagið og endaði á fimta plássi – tíggju sekund aftanfyri Fípuna Føgru. Teistin av Argjum megnaði besta úrslitið í ár og vann silvur á ólav­søku. Avrikið bar fjórða pláss í FM kappingini við sær. Hóast soltnu úrtøkuna á ólavsøku vann Sílið silvur í FM. Bronsukrónurnar fóru suður til Vágs. Hóast Royndin Fríða hekk eftir í startinum og fyrstu løtuna var millum teir aftastu, so framdu vágsdreingir fram­úr avrik og vunnu seg fram á triðja pláss. Í Hvannasundi og Norðdepli fóru fløggini í húnarhátt ólav­søku­ aftan. Sundabáturin vann ólav­ søku­róðurin og FM heitið. Aftur hesaferð var kappingin við Hvess­ ing, sum legði bragdligari fyri í starti­num. Eina løtu gekk javnt á, men framvið Molanum vignaðust tøk­ ini hjá Sundabátinum betri, og at enda var munurin meiri enn ein báts­longd. Tvey FM til Suðuroyar Á vestanstevnu vann Drekin kapp­ ing­ina millum 5-mannafør við gent­um, sum Firvaldur av Tvøroyri annars hevur verið suverenur í trý tey seinastu árini. Spurningurin var, um tað fór at eydnast gentunum hjá Havnar Róðrarfelag enn einaferð at fáa bil­ bukt við tær hjá Froðbiar Sóknar Róðrar­felag. Eftir startspurtin sá tað út til, at søgan frá vestan­ stevnu­ni fór at endurtaka seg. Drekin leyp avstað, meðan start­spurturin hjá Firvaldi ikki var sann­førandi. Men áðrenn bátarnir vóru komnir á Molan stakk Fir­ vald­ur seg framum Drekan, og so var eingin ivi. Framvið Molanum økt­ist munurin til væl meiri enn ein bátslongd. Í síðstu tøkunum royn­di Drekin at svara aftur, men Fir­valdur var ongantíð hóttur. Í kappingini millum 8-manna­ før­ini fór Tofta Regin við FM heiti­ num. Í ólavsøkuróðrinum eydn­að­ ist tað Argjabátinum at basa Tofta Regini. Argjabáturin var stinnastur KAPPRÓÐUR HETTA VAR FÍN REKLAMA FYRI KAPPRÓÐURIN