mánadagur 31. juli 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
HER FARA
HM endaspælið í Algeria liðugt og fyri allar – uttan tríggjar – er
hetta endin á tíðini sum U21 landsliðsspælari. Her er eitt yvirlit
við hópin, framtiðina hjá spælarunum og bestu løtuna til HM
Tróndur Arge - Algeria
Niklas Simonsen,
Skjern Håndbold
Føddur: 4. juli 1996
Pláss á vøllinum: Málverji
Hvat verður tú kallaður í
hópinum? Nikkibest10
Besta persónliga løtan til
HM: Fyrri hálvleikur móti
Týsklandi, tí tað kendist væl
og eg bjargði fleiri skotum.
Hvat sker eftir HM? Eg
farið aftur til Danmarkar.
Eg skal í skúla í Esbjerg
og spæla við Skjern.
Hvat er hondbóltsdreymurin?
Spæla hondbólt fullatíð.
Fyrst er málið at røkka
donsku bestu deildina.
Hørður Trygvason, SG
Flensburg-Handewitt
Føddur: 27. oktober
1999 (U21 landsliðsaldur
í framtíðini)
Pláss á vøllinum: Málverji
Hvat verður tú kallaður
í hópinum? Høddi
Besta persónliga løtan til HM:
Tjóðsangurin fyrstu ferð.
Hvat sker eftir HM? Eg fari
aftur til Flensburg at spæla
hondbólt í minst eitt ár.
Hvat er hondbóltsdreymurin?
At spæla hondbólt í einum
av stóru londunum.
Helgi Hildarson
Hoydal, H71
Føddur: 1. mai 1996
Pláss á vøllinum: Strika
Hvat verður tú kallaður í
hópinum? Hmm… Kaptain
Besta persónliga løtan
til HM: Dysturin móti
Fraklandi. Vit spæla væl
og eg skjóti níggju mál
Hvat sker eftir HM? Eg fari til
Aarhuus at lesa og skal spæla
hondbólt við Odder, sum
spæla í næstbestu deildini
Hvat er hondbóltsdreymurin?
Tað er at liva av at
spæla hondbólt
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Føddur: 2. august 1997
Pláss á vøllinum: Vinstri bakk
Hvat verður tú kallaður
í hópinum? Marleon
Besta persónliga løtan
til HM: Tað er seinni
hálvleikur móti Noreg,
har eg skoraði sjey mál
Hvat sker eftir HM? Eg havi
júst fingið studentarprógv,
so nú fari eg heim at spæla
við H71 og arbeiða.
Hvat er hondbóltsdreymurin?
Kom út í heimin at spæla
hondbólt og kunna liva av tí.
Pætur Johansen, StÍF
Føddur: 2. januar 1997
Pláss á vøllinum: Spælskipari
Hvat verður tú kallaður
í hópinum? Padiiir
Besta persónliga
løtan til HM: Seinni
hálvleikur móti Noreg
Hvat sker eftir HM? Akkurát
fingið prógv á miðnám í
Kambsdali. So eg veit ikki
ordiliga, men fyribils spæla
við barndómsfelagnum, StÍF.
Hvat er hondbóltsdreymurin?
Tað var koma til HM, so nú er
málið at sleppa á A-landsliðið.
Kjartan Johansen, StÍF
Føddur: 17. apríl 1996
Pláss á vøllinum:
Høgri bakkur
Hvat verður tú kallaður í
hópinum? Kjartibaba
Besta persónliga løtan
til HM: Dysturin móti
Týsklandi, tá gekk tað
væl hjá mær og okkum
Hvat sker eftir HM? Eg flyti
til havnar og skal í læru hjá
Vodafone. Og skifti til Kyndil.
Hvat er hondbóltsdreymurin?
Eg havi altíð ynskt at verið
yrkishondbóltsspælari
Brandur Halgirsson, SG
Flensburg-Handewitt
Føddur: 30. juni 1999 (U21
landsliðsaldur í framtíðini)
Pláss á vøllinum: vinstri
bakkur og miðja
Hvat verður tú kallaður
í hópinum? Brandar,
Bundesliga-Brandur
Besta persónliga løtan
til HM: At koma á vøllin
fyrstu ferð at hita upp,
og hoyra tjoðsangin
Hvat sker eftir HM? Eg fái
summarferiu í eina viku, so
skal eg aftur til Týsklands,
har eg spæli við Flensburg.
Hvat er hondbóltsdreymurin?
Tað er at spæla yrkishondbólt,
gjarna í Budesliguni, sum
er tann besta í heiminum.
Jónas Gunnarson
Djurhuus, H71
Føddur: 8. septembur 1996
Pláss á vøllinum: Spælskipari
Hvat verður tú kallaður
í hópinum? The Ledg
Besta persónliga løtan til
HM: Dysturin móti Fraklandi,
tí alt riggaði í tí dystinum.
Hvat sker eftir HM? Eg
flyti til Danmarkar og skal
lesa í Roskilde, og spæla
hondbólt við Høj, sum spælir
í næstbestu deildini.
Hvat er hondbóltsdreymurin?
Dreymurin er at
kunna liva av tí
Pætur Thomsen, H71
Føddur: 22. septembur 1996
Pláss á vøllinum:
Høgri vongur
Hvat verður tú kallaður í
hópinum? Smile og Thomsen
Besta persónliga løtan til
HM: Tær eru fleiri. Dysturin
móti Fraklandi, tí vit spæla
upp ímóti teimum, fyrsta
málið og at sleppa aftur
í hópin, eftir at eg bleiv
útskiftur vegna skaða.
Hvat sker eftir HM? Nú skal
eg fyrst og fremst sleppa av
við skaðan og halda fram við
at venja hart og mennast.
Hvat er hondbóltsdreymurin?
Um eg sleppi uttanlands,
so er tað sjálvandi
dreymurin at kunna liva
av at spæla hondbólt,
Áki Egilsnes, VÍF
Føddur: 18. juli 1996
Pláss á vøllinum:
Høgri bakkur
Hvat verður tú kallaður í
hópinum? Ukas, Armurin
Besta persónliga løtan
til HM: Fyrri hálvleikur
móti Fraklandi, tí tað
gekk væl hjá mær
Hvat sker eftir HM? Eg fari
til Íslands at spæla við
KA Akureyri, sum spæla
í næstbestu deildini.
Hvat er hondbóltsdreymurin?
Spæla í PSG
U21 landsliðið: