Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR TEIR NÚ Teis Horn Rasmussen, Neistin Føddur: 31. mars 1996 Pláss á vøllinum: Bakkur og miðja, men havi eisini spælt á strikuni her. Hvat verður tú kallaður í hópinum? Asbjørn – Teis Reihn Besta persónliga løtan til HM: Tá eg fiskaði bóltin frá fraklendingum og skoraði beint fyri hálvleik. Hvat sker eftir HM? Heim at spæla við Neistanum og eri í læru hjá EL-FO. Hvat er hondbóltsdreymurin? Tað er at sleppa av landinum at spæla Sjúrður Olsen, VÍF Føddur: 9. apríl 1997 Pláss á vøllinum: Vinstri vongur Hvat verður tú kallaður í hópinum? Sjura Besta persónliga løtan til HM: Tað var at spæla móti Fraklandi og teirra stóru stjørnum, men samstundis klára at skjóta mál. Hvat sker eftir HM? Eg havi akkurt fingið prógv í fiskuvinnuskúlanum. Nú fari eg at arbeiða og spæla við VÍF. Hvat er hondbóltsdreymurin? Vil gjarna sleppa at royna meg uttanlands og vónandi eisini kunna liva av tí. Rói Berg Hansen, Neistin Føddur: 11. apríl 1996 Pláss á vøllinum: Vinstri vongur Hvat verður tú kallaður í hópinum? Dinobuff Besta persónliga løtan til HM: Fyri meg var tað seinni hálvleikur móti Noreg, men tað liggur eisini frammaliga í minninum, at eg sendi málverjan hjá Fraklandi ein túr í kioskina. Hvat sker eftir HM? Eg fari niður at spæla við FIF, sum spæla í næstbestu deildini. Hvat er hondbóltsdreymurin? Tað er at liva av hondbóltinum og røkka so langt, sum tað nú eina ferð ber til. Vilhelm Poulsen, H71 Føddur: 20. august 1999 (U21 landsliðsaldur í framtíðini) Pláss á vøllinum: Høgri bakkur, høgri vongur Hvat verður tú kallaður í hópinum? Ugly toe Besta persónliga løtan til HM: Mítt fyrsta mál fyri U21 landsliðið, sum var móti Noreg. Tað var eisini ein uppliving, at dekka á bakkinum móti Týsklandi. Hvat sker eftir HM? Eg byrji í 2.G í Hoydølum, og fari at spæla við H71 Hvat er hondbóltsdreymurin? Spæla uttanlands við stórum felagi og stórari deild. Fríði Hammer Weyhe, KÍF Føddur: 30. mars 1996 Pláss á vøllinum: Vinstri bakkur Hvat verður tú kallaður í hópinum? Frits – Hammer - Frings Besta persónliga løtan til HM: Verjuparturin móti Fraklandi, tí eg dekkaði Dika Mem, sum spælir við Barcelona. Hvat sker eftir HM? Akkurát fingið prógv í handilsskúlanum, so nú er tað heim at herja á við hondbóltinum. Hvat er hondbóltsdreymurin? Kundi væl hugsað mær at roynt at spælt uttanlands, men eg kundi eisini hugsað mær at vunnið okkurt við KÍF. Tað havi eg ikki roynt enn og tað arga teir meg við. Pætur Mikkjalsson, Neistin Føddur: 11. mai 1997 Pláss á vøllinum: Strika Hvat verður tú kallaður í hópinum? Mikkjal Besta persónliga løtan til HM: Søguliga málið, sum var tað fyrsta fyri Føroyar í einum HM endaspæli. Hvat sker eftir HM? Um Hilmar Leon Jakobsen ikki tekur meg við uttanlands, so verður tað Neistin og Leif Mohr. Hvat er hondbóltsdreymurin? Tað er sjálvandi at sleppa uttanlands at spæla. Rune Olsen, Neistin Føddur: 29. januar 1997 Pláss á vøllinum: Strika Hvat verður tú kallaður í hópinum? 50 (Sum í 50 Cent) Besta persónliga løtan til HM: At vinna á Suðurkorea. Tað hava verið nógvar góðar løtur, men tað var tann besta. Eisini kann eg nevna løtuna, tá vit syngja tjóðsangin. Tað var stórt. Hvat sker eftir HM? Heim at spæla við Neistanum og ganga í student. Hvat er hondbóltsdreymurin? Hetta var ein hondbóltsdreymur, men eg havi ikki droymt longri enn hetta.