mánadagur 31. juli 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Víkingur dregur nú frá í
oddinum í Effo-deildini.
Teir vunnu trivaligan sigur
í útidystinum móti TB/FCS/
Royn, meðan nærmastu
kappingarneytarnir úr KÍ taptu
ólavsøkudystin móti HB.
Eisini NSÍ og B36 vunnu
sannførandi sigrar, meðan
Skála og EB/Streymur deildu
stigini millum sín í teirra
dystum.
Føroyska U-21 landsliðið
endar EM-endaspælið, sum
seinastu vikurnar hevur verið
spælt í Algeria. Liðið endar á
sekstanda plássi, og føroysku
dreingirnir spældu fleiri framúr
góðar dystir.
80 bátsmanningar meldaðu
til ólavsøkuróðurin, sum var
rógvin í bestu líkindum á
ólavsøku.
Mjølnir kunngerð at Sofía
Purkhús Splidt er nýggjur
leikandi venjari hjá Mjølnir
kvinnunum. Sofía Purkhús
Splidt hevur seinastu árini
spælt í donsku flogbólti.
Venjarin hjá Suðuroyingum,
Maurice Ross, fær leikbann
í tveir dystir fyri gerð í
útidystinum hjá suðuroyingum
móti Skála fyrr í summar.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Bjarni Nielsen
Aldur: 29
Starv: Arbeiðir í Burn
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1 Føroyska U-21 landsliðið hevur júst verið í Algeria til
HM-endaspæl. Hvørjum landi spældi føroyska liðið ímóti
í seinasta dystinum?
2 Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði sigursmálið, tá ÍBV spældi
seg í íslendsku steypafinaluna. Hvørjum var dysturin hjá
ÍBV ímóti í hálvfinaluni?
3 Hvør bátur vann róðurin hjá 10-mannaførunum á
ólavsøku?
4 René Shaki Joensen skiftir í næstum til íslendskan
fótbólt. Hvat felag skal René umboða í Íslandi?
5 kvinnurnar kunngjørdu í seinastu viku nýggjan venjara.
Hvussu eitur nýggi venjarin?
6 Hvat nummar endaði U-21 landsliðið til HM-endaspælið?
7 Hvussu eita formenninir í HB og KÍ?
8 Hvussu eitur leikarin á myndini?
?
1. Svøríki,
2. Stjarnan,
3. Klaksvíkingur,
4. Grindavík,
5. Sofía Purkhús Splidt,
6. Nummar 16,
7. Kaj Leo Holm
Johannesen (HB) og
Tummas Lervig (KÍ),
8. Rói Berg Hansen
UMMÆLI
Hey Bjarni
Stórt til lukku við at vera føroya
sterkasti maður.
Tú byrjaði kappingina
eitt sindur illa, men so
vendi. Hvat var tað sum
fór at rigga betur?
Eg hevdi ilt við at fáa lastbilin
í gongd, tí eg fekk ein fibur
skaða í tjúkkan 14 dagar ádrenn
kappingina. Tað fór at ganga betur
tí restin av kappingini var ikki so
hart fyri tjúkkan.
Hvussu var feltið
annars í ár samanborið
við undanfarin ár?
Feltið í ár var sterkt í mun til í fjør,
tá hugsi eg serliga um støddina á
monnunum ið vóru við. Í ár vóru
4 mans ið vigaðu 130+ kg.
Hvussu var at íðka
frammanfyri so stórari
áskoðarafjøld á ólavsøku?
Tað var sera stuttligt og eg havi
bara fingið positivt feedback frá
teimum eg havi tosa vid, so tað
verdur nokk gjørt aftur.
Hvussu metir tú at
standurin er innan
strongman í Føroyum
í hesum døgum?
Standurin er í betring tad at
tríggir nýggir mans koma til er
gott, og at teir so allir plasera seg í
topp 4 er eisini eitt gott tekn.
Ætlar tú at vera við aftur
til føroya sterkasta mann
aftur komandi ár?
Eg havi mangan sagt at mít mál
viðvíkjandi
føroya
sterkasta
manni kappingini er at vinna 10 ár
í trekk, so ja eg verið við næsta ár.
Fimm ferðir er hann kosin sum
ársins
besti
fótbóltsleikari
í
Týsklandi.
Hann
er
heims
meistari, vann eitt meistaraheiti
við
Real
Madrid
og
hevur
vunnið FA Cup tríggjar ferðir,
síðani hann kom til Arsenal í
2014. Kortini eru tað fleiri, sum
halda, at tann í dag 28 ára gamli
Mesut Özil er yvirmettur og
ikki ein leikari í heimselituni.
Hansara
renningarlag
lýsir
kanska ikki altíð av stríðsanda,
men áðurnevndu heiðrarnir og
skoðsmálini, ið Özil fær frá fyrr
verandi venjarum og liðfeløgum
í sjálvævisøgu síni, Gunning for
Greatness, lata ongan iva vera
um, at týskarin við turkiska blóð
num er ein fótbóltsleikari í heims
flokki.
Í bókini greiðir Özil frá sínum
barndómsárum í fátæksligum
býarparti í Gelsenkirchen í Týsk
landi, har lítli Mesut ikki dugdi
at siga nakað á týskum, fyrr enn
hann var blivin fýra ára gamal.
Hetta tí, at heima við hús varð
tosað á turkiskum, har foreldur
hansara eru ættað. Hann bleiv
eitt offur í einari sáttmálaósemju
ímillum seg og sítt lokala felag,
Schalke 04, ið gjørdi, at hann
mátti fara aðrar leiðir. Í Werder
Bremen slóð Mesut Özil síðani
veruliga ígjøgnum og bleiv fastur
maður á týska landsliðnum. Eftir
eitt væl eydnað HM í 2010 tók
Özil fetið upp til heimselituna, tá
ið hann skifti til Real Madrid, har
hann skapti sær eitt stórt navn og
spældi í trý ár. Í 2013 skifti hann
síðani til Arsenal, har hann fram
vegis ikki hevur vunnið Premier
League - hetta kallar hann sína
størstu avbjóðing, sum hann
framvegis hevur eftir at basa.
Özil fortelur eisini um sína av
gerð um at spæla við týska lands
liðnum framum tað turkiska, har
hann stavar frá. Sjálv orsøkin til,
at Özil fór í holt við hesa bók
ina var, at hann í einum hálv
leikssteðgi í tíðini í Madrid fekk
eina so stóra lortaspann frá José
Mourinho, at hann ikki fór út á
vøllin aftur. Hetta fekk Özil at
seta sjóneykuna á seg sjálvan
og hugsa um, hvussu
hann
bleiv
tann
fótbóltsleikarin
og
persónurin, ið hann er
í dag.
LES UM: Tú vilt vita
og skilja, hvussu
ein talentfullur
leikari við rætta
hugburðinum fær
sum mest burturúr
sínum evnum.
IKKI LES UM: Tú
væntar, at Özil
hevur eitt hav av
røvarasøgum at
fortelja. Gjøgnum
sína yrkisleið
hevur hann
verið ,,ein fittur
drongur”, hóast
hann als ikki
altíð hevur havt tað lætt.
HVUSSU ER AT LESA:
Frásøgustílurin er lættur og greitt
verður frá yrkisleiðini í skipaðari
tíðarrøð. Eisini áhugavert, at
kendir menn sum José Mourinho,
Sami Khedira og Sergio Ramos
hava skrivað í bókini.
HVAT SIGUR TÚ:
Mesut Özil hevur havt eina
sera flotta yrkisleið og hevur
takklað sínar avbjóðingar
fyrimyndarliga væl, so hetta
er avgjørt ein bók, ið er verd
at lesa fyri ein og hvønn
fótbóltselskara.
Ummælið:
Gunning for greatness
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!