Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 31. juli 2017 · Nr. 87 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge HM ævintýrið í Algeria kom at enda hódagin 27. juli. Eftir eitt framúr av­rik móti Fraklandi í 1/8 finalu­ ni mikudagin, fór luft­in úr ballónini hjá før­oysku spælar­unum, tá teir hós­ dag­in spældu móti Svø­ríki í plaseringsdystinum um 15. pláss. Svøríki vann greitt og føroyska liðið orkaði ikki meir. Ein søga frá dystinum er, at ein svenskur spælari niður­látandi helt fyri, at Føroyar átti ikki at verða til HM-endaspælið. Hann fekk bara eitt turt aftursvar, at tað var also Svøriki, sum ikki átti at verða til HM enda­ spælið. Teir komu við upp á eitt sokallað “Wild-card”, tí teir megnaðu ikki at vinna seg til endaspælið. Søgan lýsir eisini hvussu væl føroyska liðið svarar aftur, men einki svar var til vantandi orkuna. Føroyska liðið er kroyst til at spæla við øllum kreftum allar dystirnar, tí er tað eisini kropsligan ógjørligt at toppa alla kappingina. Hetju móttøka Føroysku spælararnir vóru all­ir væl fyri, tá móttøka var í Miðlahúsinum fyri teimum. Millum teirra, sum heiðraðu U21 landsliðið á móttøkuni vóru Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum, Anni­ ka Olsen, borgarstjóri í Havn, Rigmor Dam, lands­stýris­ kvinna í mentamálum, Árni Ellef­sen, stjóri í Bank Nordic, Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways og Gunn Ellefsen, forkvinna í Hond­bólts­sambandinum. Allir spælararnir vóru til stað­ar saman við unnustum, for­eldrum, familju og vinum. Eisini vóru fólk rundan um føroyska hondbóltin a stað­num. Felags fyri øll var, at tey vóru í góðum lag og fegn­aðust um avrikini hjá før­oyska U21 landsliðnum. Seinni blivu spælararnir pre­sen­teraðir á pallinum til stóra ólavsøkutiltakið hjá Miðla­húsinum. Fagnaður var so stórur millum ólavsøku­ gest­irnar, at tað ber ikki til at siga annað enn, at U21 lands­ liðið hevur vunnið hjørtini á føroyska fólkinum. trondur@sosialurin.fo “Tað er lætt at stríðast, tá tú stríðist fyri eina tjóð sum hesa”. Orðini eigur Helgi Hoydal, liðskipari á U21 landsliðnum í hondbólti. Á ólavsøku fekk U21 landsliðið eina megnar móttøku á Vágsbotni. Tey mesta sum skal sigast um avrikini í Algeria eru longu søgd. Ein framúr liðavrik av eini lítlari tjóð, sum undir vanligum umstøðum ikki eigur at klára at vera við. Tó vil eg leggja dent á eitt. Orðini hjá Helga Hoydal koma ikki av ongum. Eg var sjálvur við í Algeria og kann staðfesta, at tað hevur stóran týdning fyri spælararnar, at tit – fólkið – fylgja teimum. Millum annað tiltakið við at vísa dystir á stórskíggja gevur spælarunum at kenslu av, at teir fáa ein stuðul, sum aftur gevur teimum trúgv og dirvi til at vinna á teimum stóru. Ólavsøkudag hevur Miðlahúsið seinnu nógvu árini havt eitt ólavsøkutiltak stutt fyri midnáttarsangin. Í ár var upplagt at heiðra U21 landsliðnum, sum kom heim ólavsøkuaftan. Fyrst var móttøka í Miðlahúsinum og aftaná komu spælararnir út – ein og ein – á altanina. Fagnaðurin og stemningurin gav eina greiða ábending um, at U21 landsliðið hevur vunnið hjørtini á føroyska fólkinum. Eg havi sjáldan – um nakrantíð – sæð so fegnar spælarar. Alt stríðið og øll venjingin gav nú meining fyri teir. Tað er als ikki óviðkomandi, at vit sum standa uttanfyri vísa teimum ans. Fyri spælararnar hevur stuðulin frá fólkinum avbera stóran týdning. Tí er mín áheitan, at vit í framtíðini halda fram við at vísa okkara stuðul, tá føroysk ítróttarfólk vísa seg fram í altjóða kapping. Tað hevur størri týdning enn vit kanska geva okkum far um. Eisini rósandi orðini á sosialu miðlunum og aðrastaðni hava týdning. Tað tykist sum spælararnir fáa nøkur eyka prosentir, tá teir hava fólkið aftanfyri seg. Vit hava prógvað, at samanhaldið hann bera okkum langt. Tí sum Rói Berg Hansen segði so væl við Rás2 í Algeria, “Teir hava allar fortreytir fyri at hølva okkum av, meir hava ikki okkara vilja, ikki okkara geist og ikki okkara hjørtur”! Takk fyri, dreingir! trondur@sosialurin.fo Takk fyri, dreingir! Ólavsøkudag var móttøka í Miðlahúsinum fyri U21 landsliðnum, sum kom aftur til landið ólavsøkuaftan. Seinni blivu spælararnir fagnaðir av stóru fjøldini á Vágsbotn til ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum FÓLKIÐ FAGNAÐI U21 LANDSLIÐNUM