Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88 Úrslitið eftir skatt er 213.914.000 krónur ímóti 184.944.000 í 2015, og tað met­ ir leiðsl­an vera nøktandi, skrivar hon í roknskapinum. Tøki peningurin í 2016 er fall­in við 33,8 milliónum krón­um frá 506 milliónum til 472 milliónir krónur. Serligir váðar Sølan hjá samtakinum er í stór­an mun ávirkað av gongd­ini í altójða bú­skap­ i­num og serliga evropiska bú­skap­i­num. – Ein ávísir val­uta­váði stendst av, at stór­ur partur av søl­uni hjá Varð­an­um Pel­ agic verður goldin í US doll­ ar­um. – Eisini er samtakið á­virk­að av teimum kvotum, sum verð­a tillutaðir sam­ taki­num, skrivar felagið í ársroknskapinum. Samtakið er í ávísian mun viðkvæmt fyri broyt­ing­ um í rentu­støði, men hev­ur valt partvís at tryggja móti rentu­váða við rentu­posi­ti­ ón­um og líkn­andi. – Samtakið leggur stóran dent á, at hóskandi vitan og ar­beiðsroyndir eru á øllum økj­um í verkseminum. Í tann mun, hetta verður mett neyðugt, verð­ur skipað fyri hósk­andi eftirútbúgving av starvs­fólki, skrivar felagið. Samtakið arbeiðir við at menna vørur, sum kunnu betra kapp­ing­ar­støð­una hjá sam­taki­num, hetta fer í stór­ an mun fram í dóttur­fel­øg­u­ num. Felagið hevur eisini við­ merk­ingar til fiskivinnu­ný­ skip­anina í árs­rokn­skapi­ num: – Uppskot um nýggja fiski­vinnu­lóg­gávu er løgd fyri ting­ið, og tað er óvissa um, hvørja ávrikan hetta fer at hava á framtíðar við­ur­ skifti fel­ags­ins, skrivar fel­ ag­ið. Felagið fer framhaldani at leggja stóra orku í at betra enn meira um lønsemið. Mett verð­ur, at úrslitið komandi ár verð­ur nakað verri í 2017 enn í 2016. Um hendingar eftir rokn­ skap­ar­lóg sigur felagið í leiðslu­frá­greið­ingini, at fríggj­a­dag­in 9. juni kom eld­ ur í fram­leiðslu­bygn­ing­ar­n­ ar hjá P/F Varðanum Pel­agic á Tvør­oyri, sum brunnu í grund. Felagið er dótt­ir­fel­ ag­ið hjá Varða­num, og er ein partur av sam­taks­rokn­skap­ i­num. Ognir felagsins eru tryggj­að­ar, eins og felagið hev­ur rakstrartapstrygging v. m. – Tað er tó ilt at siga, nær virk­semi kemur í gongd aft­ ur, og um aðrir fram­leiðsl­ u­møgu­leikar eru komandi tíð­ina. Kanningar hesum við­víkjandi verða gjørdar nú. Tað ber tí heldur ikki til at meta um, hvørt rakstr­ar­ taps­tryggingin er nøktandi. Tað er tí ein týðandi óvissa um raksturin hjá Varðanum Pel­agic komandi tíðina, men avgjørda ætlanin er, at virk­ semi í felagnum verður tikið upp aftur skjótast gjørligt, skrivar felagið. eirikur@sosialrin.fo Stór óvissa er um, hvørja ávrikan fiski­ vinnu­ný­skip­anin fer at hava á fram­tíðar við­ur­ skifti felagsins kvinna úr óða milliard Hesi eiga partabrøv í P/F Varðanum: Malena Jacobsen, Gøta Tummas Thomsen, Gøta Arni Hansen, Gøta Jógvan Hentze, Gøta Kári Hansen, Gøta Jógvan Dávid Jacobsen, Gøta Frits Thomsen, Gøta Pól Ø. Jacobsen, Gøta John Jarnskor, Tórshavn Jaspur Hansen, Saltangará Bogi Jacobsen, Sandavágur Virði tilsamans: 1,12 mia kr Dótturfeløg hjá P/F Varðanum: P/F Kvamm, Syðrugøta P/F Krossbrekka, Syðrugøta P/F Driftin, Syðrugøta P/F Gulenni, Syðrugøta P/F Desin, Syðrugøta P/F Skurin, Syðrugøta P/F Varðin Pelagic, Tvøroyri P/F Skygni, Syðrugøta P/F Hvanngarður, Syðrugøta FAKTA: Assosierað feløg hjá P/F Varðanum: P/F Fossá, Sandavágur P/F Knassar, Hvannasund P/F Uppsjóvarhavnin, Tvøroyri P/F Faroe Origin, Runavík P/F Sílnet, Klaksvík P/F H. Konoy, Leirvík Stjórn og leiðsla hjá P/F Varðanum: Nevnd: Jógvan Dávid Jacobsen, nevndarformaður Jógvan Pdetur Hentze, nevndarlimur Frits Thomsen, nevndarlimur Jákup Eli Steinbjørn Jacobsen, nevndarlimur Bogi Jacobsen, nevndarlimur Jákup Eli Steinbjørn Jacobsen, stjóri Tróndur í Gøtu var fyrsta skipið hjá reiðarínum í Gøtu. Tann fyrri Tróndur í Gøtu kom til landið í 1986 Nøkur lyklatøl hjá samtakinum P/F Varðanum: Nettosøla: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 878 milliónir krónur Ársúrslit: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 214 milliónir krónur Eginogn: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1,121 milliónir krónur Starvsfólk: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 326 Lønir: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 225 milliónir krónur Skattur: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 46,3 milliónir krónur Tilfeingisgjøld: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 62,9 milliónir krónur Jákup Jacobsen – Dunga Jákup, er stjóri í P/F Varðanum