týsdagur 1. august 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.bakkafrost.com
Vit søkja
eftir Kokki
til kantinu
á Bakka
Les meira á
www.bakkafrost.com
Umsóknarfreistin er
mánadagin 7. august 2017
Vilt tú hava meira at vita
um starvið, ert tú vælkomin
at vitja heimasíðu okkara
SKIPANARÁBYRGDARI GRUNDARDÁTUR
Førleikar og útbúgving
o
Týdningarmikið er, at tú kennir til rakstur, menning og trygd av
KT-skipanum og til sáttmálar og avtalur sum fylgja við hesum.
o
Tú skalt duga væl at samskifta og samstarva í einum umhvørvi við
følbroyttum og siðbundnum fak-umhvørvum.
o
Tú skalt vera opin, lurta og samstundis hava greiðu stevnumiðini fyri
tær. Samskipan, organisatión og kunning eru lyklaorð.
o
Tú skalt hava kunnleika um og helst royndir í at brúka amboð og
háttaløg í verkætlanarleiðslu.
o
Tú skalt hava viðkomandi útbúgving á í minsta lagi bachelor-stigi í t.d.
kunningartøkni, samskifti, organisatión e.l.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv til 31.12.2020, og kann verða longt. Starvið verður
sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag og verður lønt eftir
teimum royndum og teirri útbúgving, umsøkjarin hevur. Starvssetanin og arbeiðsstaðið
verður á Umhvørvisstovuni, og tú vísir formliga til stjóran. Í sambandi við tær uppgávur, tú
hevur í grundardátuverkætlanini í Talgildu Føroyum, vísir tú tó til verkætlanarleiðaran fyri
grundardátur.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv, viðmælum o.ø. skal verða send Umhvørvisstovuni,
Traðagøta 38, Boks 2048, 165 Argir ella við teldubrævi til us@us.fo. Umsóknin skal hava
frámerkið “Skipanarábyrgdari”. Umsóknarfreistin er 15.08.2017. Meiri fæst at vita við at
venda sær til Umhvørvisstovuna, Petur Nielsen, stjóra, á peturn@us.fo/tlf. 234310 ella Jóanis
Erik Køtlum, verkætlanaleiðara fyri grundardátur, á joanis@talgildu.fo/tlf. 251350.
Umhvørvisstovan
er stovnur undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis-
vernd, umhvørvisgransking, orkumál og el-veitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, adressur, kort og
geodátur, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan varðar av korttænastuni
kortal.fo.
Umhvørvisstovan er grundardátustovnurin í verkætlanini Talgildu Føroyar
Les um Talgildu Føroyar á www.talgildu.fo
Umhvørvisstovan søkir eftir skipanarábyrgdara
til grundardátuøkið.
Grundardátur er ein av fýra høvuðstáttum í verkætlanini Talgildu Føroyar, og
Umhvørvisstovan hevur fakligu og rakstrarligu ábyrgdina av hesum parti av verkætlanini.
Skipanarábyrgdarin skal í tøttum samstarvi við Talgildu Føroyar samskipa arbeiðið at
menna og reka grundardátuskráirnar á Umhvørvisstovuni. Talan er um nýtt starv, og
tann, ið settur verður fær møguleika at mynda starvið.
Starvið
Grundardátuøkið fevnir um landsfólkayvirlit, eina komandi virkisskrá, ognarskráirnar -
tinglýsing og matrikul - , adressur, kort og aðrar staðsettar dátur.
Hesi myndugleikaøki skulu mennast, so dáturnar beinanvegin vera tøkar hjá øllum
samfelagnum at gagnnýta. Eisini skal samskiftið við borgarar, kommunur, aðrar almennar
myndugleikar og vinnulív verða talgilt og sum mest sjálvvirkið.
Ábyrgdarøki og høvuðsuppgávur
o
Í samstarvi við leiðslu og starvsfólk á einstøku fakøkjunum at
samskipa menningar- og rakstrarátøk.
o
Vera samskiftislið við verkætlanarleiðaran fyri
grundardátuverkætlanini í Talgildu Føroyum.
o
Skipa og menna tøkniliga rakstrarumhvørvið.
o
Samskifta við veitarar og m.a. gera og røkja rakstraravtalur og SLA.
o
Verkætlanarleiðsla.
o
Eggja almennum stovnum og privatum virkjum at gagnnýta
grundardátur.