Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SOLEIÐIS SLEPPUR TÚ UNDAN MÝGGJABITUNUM Skulu byggja nýtt barnaheim í Havn Hendan tíðin av árinum viðførir fyri mong, at man er sera plágaður av mýggjabitum. Danska brúkararáðið Tænk hevur gjørt kanningar i, hvat kann nýtast fyri at sleppa undan bitunum.  Nýtt barnaheim skal byggjast í Havn Barbara Holm Fyrst og fremst riggar tað at keypa vørur móti mýggja­ bit­um í eitt nú Matas ella Apo­tekinum, tí hesi halda mýggja­bitunum burtur, men tal­an er oftast um sterkar vør­ur, so tú mást ansa eftir eyg­un­um, varrunum og sart­ ari húð.  Keypir tú spray skal tað spray­ast niður í hondina og síð­ani smyrjast yvir andlitið. Ikki spraya beint í høvdið. Tað eru vanliga luktilsi í hes­ um vørunum, sum órógva mýggja­bitarnir. Tað er sera ym­iskt, hvussu fólk vera ávirka av mýggjabitunum og harvið eisini hvussu væl hvør vøra móti mýggjabitum rigg­ar fyri hvønn einstakan, tí við­mælir danska brúk­ara­ ráð­ið at royna seg við ym­isk­ um sløgum. Umframt hetta sigur Danska Tænk, at húð, sum er smurd inn í krem móti mýggja­bitum, er væl vard, men tað er bara júst har krem­ið er, at mýggjabitarnir halda seg burtur. Mýggja­bit­ ar seta seg á húð, sum ikki er inn­smurd. Tí er umráðandi at vita, at tað ikki er nóg mik­ið at smyrja krem á summa­staðni og vænta, at tað styggir. Danska tænk sig­ ur tó, at krem av slíkum slag ikki má nýtast til børn und­ir 3 ár. Heldur skulu hesi verj­ ast við at hava langar ermar og langar buksur.  Barbara Holm Tað stendur á listanum yvir upp­skot, sum landsstýrið fer at leggja fyri tingið hesa ting­s­etanina. Endamálið við lógini er at geva Eyðgunn Samuelsen, lands­stýriskvinnu, heimild at fara undir at byggja nýtt barna­heim í Tórshavn. Nýggja barnaheimið skal hava áleið 25 búpláss, um­ framt familjueind, út­slúsing og eftirvernd. Barnaheimið hoyrir und­ ir málsøkið hjá Al­manna­ráð­ num. Barbara Holm Tað vísir ein kanning, sum Danmarks Evalueringsinstitut (EVA) hevur gjørt, og sum blaðið Politiken endurgevur í dag. Kanningin vísir eisini, at tey, sum drekka illa, hava størri sannlíkindi fyri at gevast við útbúgvingini. Bjarke Tarpgaard Hartkopf, sum er projektleiðari hjá EVA, er yvirraskaður av, at tey, sum als ikki smakka sær á, eru í sama vanda sum tey, ið drekka ov nógv í sambandi við lesnað. – Ein frágreiðing kann vera, at tað ikki er tilvildarligt, hvør ikki drekkur. Hesi fólk kunnu helst uppliva, at tey skilja seg út á øðrum økjum eisini, sigur hann við Politiken. Kanningin hjá EVA kemur fram til, at eitt góð og lang byrjanargongd við sosialum aktivitetum og annað minkar um fráfall á útbúgvingunum, men EVA mælir til, at útbúgvingarstøðini taka størri atlit til tey fólkini, ið ikki drekka alkohol. – Útbúgvingarstøðini eiga at umhugsa, um tey hava ein nóg góðan alkoholpolitikk, sum fevnir um øll lesandi – eisini tey, sum ikki smakka sær á, sigur Bjarke Tarpgaard Hartkopf við Politiken Edrú lesandi størri sann­líkindi at gevast Tey lesandi, sum als ikki smakka sær, tá ið tey fara undir hægri lestur, hava størri sannlíkindi fyri at gevast við útbúgvingini enn tey, sum drekka við máta