Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SamferðSlumálaráðið Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru løgd saman í ein stovn, og søkt verður við hesum eftir stjóra til stovnin. Arbeiðsuppgávurnar hjá stjóranum Arbeiðs- og brunaeftirlitið er ein vitanartungur stovnur, har arbeiðs- økið og rættargrundarlagið eru um fat andi. Stovnurin arbeiðir fyri einum sunnum og tryggum arbeiðsumhvørvi á øllum før oysk- um arbeiðsplássum. Harumframt virkar stovnurin fyri brunatrygd. Stjórin hevur dagligu leiðsluna av stovninum og samskipar alt arbeiðið hjá Arbeiðs- og bruna eft- ir litinum. Viðkomandi skal tryggja eitt vælskipað og munagott eftir- lits virk semi, nøktandi tænastustøði og høgt vitanarstøði, soleiðis at stovn ur in røkir sínar skyldur til fulnar. Hetta inniber m.a. - At leggja til rættis og raðfesta uppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum - Saman við Sam ferðslu mála ráð- num at tilevna og dagføra lógir og kunngerðir innan arbeiðs- umhvørvið og brunatrygd - Ráðgeva landsstýrismanninum í málum innan arbeiðsumhvørvið og brunatrygd - Leggja ætlanir og mannagongdir fyri arbeiðið hjá stovninum - at mynda stovnin úteftir Umsøkjarin Um tú metir teg lúka niðan fyri- stand andi treytir, ert tú vælkomin at søkja starvið. - Tað er neyðugt, at stjórin hevur góð samstarvsevnir, tí starvsfólkahópurin á stovninum er breitt samansettur við fólkum úr ymiskum fakbólkum - Stjórin skal vera álitisvekjandi, málrættaður og kunna fremja góð úrslit, samstundis sum við- kom andi megnar at leiða og skapa eldhuga hjá starvs fólk- unum - Stjórin skal megna at hava gott yvirlit yvir ymisk økir í senn og skal duga at samskipa og raðfesta hesi - Stjórin skal eisini vera árvakin og kunna meta um, hvar sam felagið hevur tørv á, at eftir lits mynd ug- leikin fremur fyribyrgjandi átøk og setur inn við meira eftirliti - Tað er ein greiður fyrimunur, um stjórin hevur leiðsluútbúgving ella leiðsluroyndir innan almenna ella privata arbeiðsmarknaðin - Tað er somuleiðis ein fyrimunur, um stjórin hevur vitan og royndir innan arbeiðsøkini hjá stovninum - Stjórin skal harumframt hava viðkomandi útbúgving Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært av talu. Starvið er lønt ájavnt 37 løn ar flokki sambært sáttmálanum mill um Fíggj armálaráðið og Tæn astu- manna felag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Umsókn Umsóknir saman við prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til Samferðslumálaráðið Tinganes Postrúm 64 110 Tórshavn ella smr@smr.fo Umsóknin skal vera Samferðslu- mála ráðnum í hendi í seinasta lagi tann 18. august 2017. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Rúna Joensen, aðalstjóra, á telefon 558070. STJÓRI TIL ARBEIÐS- OG BRUNAEFTIRLITIÐ Um stovnin: Arbeiðs- og brunaeftirlitið er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur 6.239.000 kr. á fíggjarlógini til rakstur. Umframt stjóran starvast 11 fólk á Arbeiðs- og bruna eft- ir litinum, sum heldur til á Eirargarði í Havn. Høvuðsuppgávan hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er støðugt at betra arbeiðsumhvørvið á øllum føroyskum arbeiðsplássum umframt at virka fyri brunatrygd. Arbeiðs- og brunaeftirlitið fremur eftirlitsvitjanir, leiðbeinir pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, stovnum, feløgum og per- són um, skrásetur og granskar vanlukkutilburðir og ráðgevur landsstýrismanninum viðvíkjandi arbeiðs um hvørvis málum. Sum brunamyndugleiki fremur stovnurin regluligt brunasýn av bygningum og mannaverkum annars og góðkennir og hevur eftirlit við eldfimum virkjum, oljugoymslum, brennievnissølum, gassgoymslum og flutningi av vandamiklum evnum. Økta virksemið í samfelagnum, serliga innan byggivinnu og framleiðslu, merkir, at arbeiðs- byrðan hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er økt munandi. Í 2017 er ætlanin at raðfesta sálarliga arbeiðs umhvørvið, fyribyrgja arbeiðsvanlukkur, fremja regluligt brunasýn og at dagføra rættar- regl ur innan arbeiðsumhvørvismál. Sí annars heimasíðuna, www.arb.fo Herfyri segði Bogi Andreasen við in.fo, at hann kundi hugsað sær, at Nólsoyar Páll varð fluttur úr Vágsbotni og út á til dømis Skinnarasker Barbara Holm Røringur kom í og mikið kjak spurdist burtur úr ætlanunum hjá bý­ráðs­pol­it­ ikk­ar­anum. Nú vísir kortini innlit, sum Miðlahúsið hevur fingið í málið, at hugskotið hjá Boga Andre­a­sen als ikki er nýtt. Longu í apríl 2011 bað Tórs­havnar kommuna, tá stjórnað av Heðini Mort­ en­sen, um loyvi at flyta standmyndina út á Skinn­ ara­sker í Tinganesi. Orsøkin var, at kommunan ætlaði, eins og Bogi Andreasen førdi fram, at umskipa Vágsbotn og at gera eitt torg á økinum. Bogi Andreasen var tá vara­ borg­ar­stjóri.  Kommunan metti, at stand­myndin hevði staðið best á Skinnaraskeri. – Við hesum uppskotið verð­ur varðveitt visuelt sam­ band innast úr Vágsbotni til standmyndina ytst á Skinn­ ara­skeri. Kommunala um­ sit­ingin metir, at stórfingna stand­myndin betur kemur til sín rætt í teirri stórslignu og dram­at­isku pallmyndini, har sum Skinnarasker og havið renna saman, og verður tá meira hóskilig til mansins lív og søgu, skrivar Mikael Vid­erø, býararkitektur, í um­ sókn­ini til Nátt­úru­frið­ing­ar­ nevnd­ina. Umsóknir vórðu send­ar til serstaka byggi­ráð­ið fyri Reyn og Nátt­úru­frið­ing­ar­ nevnd­ina fyri Streymoyar Sýslu. Náttúrufriðingarnevndin mælti á fundi 25. juli 2011 til at ganga umsóknini á møti, men bað eisini um, at Forn­ minnisnevndin og Yv­ir­frið­ ing­ar­nevndin ­við­gjørdu um­ sókn­ina.  Hesar komu tó til aðra nið­urstøðu enn Nátt­úru­ frið­ingarnevndin. Forn­ minn­is­nevndin vísir á, at Skinnarasker og økið rund­ an um eru friðað. Skal stand­ myndin setast á Skinn­ara­ sker, mugu inntriv ger­ast í hell­una, og hesum vil Forn­ minn­is­felagið ikki loyva, skriv­ar hon 19. sept­emb­ur í 2011. – Eisini metir nevndin sann­líkindi vera fyri, at neyð­ugt verður við fleiri ti­l­ tøk­um fyri at tryggja trygga at­komu til listaverkið, um ein standmynd verður stað­ sett á Skinnaraskeri, og at hetta ikki er í samsvari við gald­andi friðing, skriv­ar Andr­as Mortensen, lands­ antik­varur, og fær stuðul frá Hen­rik Møller, formanni í Yv­ir­friðingarnevndini­, sum hev­ur viðgjørt máli á fundi 26. apríl 2012. Her tykist so, at luftin fer úr ballónini. Mikael Viderø, sum tá var býararkitektur, send­ir ein teldupost til Heðin Mortensen, borgar­ stjóra, Inigibjørg Berg, komm­unu­stjóra og Jákup Eg­holm Hansen, tekniskan stjóra, og spyr, um farast skal víðari við málinum, nú Forn­minnisnevndin og Yvir­ frið­ing­arnevndin ikki vildu loyva at seta stand­mynd­ina upp á Skinn­ara­skeri. Ein­asta svarið hann fær, er frá Ingi­ bjørg Berg, sum spyr hvørj­ir møguleikar annars eru. Og har lá málið so stilt, til Bogi Andreasen blásti lív í kjak­ið aftur. HEÐIN ÆTLAÐI EISINI AT FLYTA NÓLSOYAR PÁLL