Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Formæli Vit, Føroya fólk, samtykkja hesa stjórnarskipan. Hon er grund­vøllur undir stýri okk­ ara, ið skal tryggja frælsi, trygd og trivnað. Vit bygdu landið í forn­ ari tíð og skipaðu okk­um við løgtingi, lógum, rætt­ind­um og skyldum. Stjórn­ar­skip­ an­in staðfestir, at landsins borg­ar­ar eru upphav til alt pol­it­iskt vald í landinum, og hon skipar Føroyar eftir nú­ tíð­ar­tørvi við fólkaræði, løg­ ræði, rættindum og skyldum. Stjórnarskipanin set­ir ikki úr gildi verandi stjórn­ ar­rætt­ar­ligu sáttmálar og al­ tjóð­a­av­talur, men staðfestir, at Før­oya fólk hevur sjálvs­ av­gerð­ar­rætt og fullan rætt til at siga hesar upp. Eingin lóg kann verða sett í gildi fyri Føroyar uttan løg­ tings­ins samtykki. Fyrsti partur – Stýrislag § 1. Fólkið og landið (1) Føroyar eru land, før­oy­ ing­ar eru tjóð, og alt vald í land­inum er hjá Føroya fólki. (2) Føroyar hava sambært sátt­málum samstarvað við onnur lond og kunnu fram­ veg­is samstarva við onnur lond sambært sáttmála. (3) Um gjørt verður av at lata samveldisstovnum vald, ið annars liggur hjá lands­ins myndugleikum, skal hetta verða væl lýst í mill­um­tjóð­ a­sátt­mála. Løg­ting­ið skal samtykkja slíkan sátt­mála, áðrenn fólkið tek­ur endaliga avgerð á fólka­at­kvøðu í minsta lagi eitt hálvt ár og í mesta lagi eitt ár seinni. (4) Eitt og hvørt sam­veld­ is­sam­starv kann á sama hátt sig­ast úr gildi, har fólkið skal taka endaliga avgerð á fólka­ at­kvøðu í minsta lagi eitt hálvt ár eftir og í mesta lagi eitt ár eftir, at løgtingið hev­ ur tikið støðu sína. (5) Føroyar kunnu skipa seg sum sjálvstøðugt ríki. Tá skal fólkið taka endaliga avgerð á fólkaatkvøðu í minsta lagi eitt hálvt ár eftir og í mesta lagi eitt ár eftir, at løg­ting­ið hevur tikið støðu sína. (6) Tá uppskot verður lagt til fólkaatkvøðu, skulu minst 50% av teimum, sum hava valrætt, greiða atkvøðu, fyri at úrslitið skal fáa gildi. Van­ ligur meiriluti skal ráða. § 2. Valdsbýti (1) Føroyar eru land við fólk­ a­ræði. Fólkið fremur vald sítt gjøgn­um løgting, landsstýri og dóm­stólar. (2) Løgtingið samtykkir upp­skot til lógir, løgmaður stað­festir lógir, landsstýrið um­situr lógirnar, og dóm­ stól­ar­nir døma eftir lóg­u­ num. Løgting, landsstýri og dómstólar skulu halda seg innan fyri vald sítt og heim­ ildir. (3) Løgtingið er fólkavalt. § 3. Rættvísi (1) Stjórnarskipanin er grund­að á valdsbýti og løg­ ræði. Umframt rættindi, á­sett í hesi skipan, verjir hon onn­ur borgararættindi, sum eru sjálvsøgd. § 4. Ímyndir og mál (1) Føroyar hava egið flagg, eg­ið skjaldrarmerki og egnan tjóð­sang. (2) Føroyskt er tjóð­ ar­mál og alment mál. Annar partur - Rættindi og skyldur § 5. Rættindi og verja (1) Rættindi kunnu ein­ ans avmarkast við lóg og í samsvari við hesa stjórn­ar­ skip­an. (2) Rættindi kunnu knýt­ast at heimarætti ella bú­staði. (3) Myndugleikar landsins skulu altíð verja rættindi hjá í­búgv­um landsins. § 6. Skyldur (1) Øll skulu virða hesa skipan og tær lógir, tær skyldur og tey rættindi, sum verða til í sam­svari við hana. (2) Øll eiga at virða lands­ ins arv og tilfeingi eins og rætt­indi hjá øðrum. § 7. Javnstøða (1) Øll fólk eru javnsett uttan mun til kyn, eyðkenni ella frá­bregði. (2) Eingin munur má vera til­vild­arligur, órættvísur ella mann­mink­andi. § 8. Lív og trygd (1) Øll eiga rætt til lív og trygd. (2) Eingin kann verða við­ farin ella revsaður mis­kunn­ ar­leyst ella óvirðiliga. (3) Deyð­ar­evsing kann ikki ásetast. § 9. Persónligt frælsi (1) Øll eru fræls og frí og vard móti ágangi. (2) Frælsistøka kann ein­ ans fremjast við lóg. Avgerð sam­bært slíkari lóg kann leggj­ast fyri dómara. (3) Verð­ur ein handtikin fyri brots­verk, skal hann fyri dóm­ara innan 24 tímar. Bert dóm­ari kann staðfesta ella leingja handtøku. (4) Dómari kann áleggja longri varðhald, tó í mesta lagi fýra mánaðir, og bert um longri revsing er væntandi. Dóm­ari kann kortini í heilt ser­lig­um førum áleggja longri varðhald enn fýra mán­að­ir. (5) Dómari kann í serligum før­um áleggja varðhald í ein­ ingi ella partvísari av­byrg­ ing, tó í mesta lagi í tveir mánaðir. Dómari kann kort­ ini í heilt serligum førum á­leggja varðhald í einingi ella part­vísari avbyrging longri enn tveir mánaðir. § 10. Bústaður og samskifti (1) Bústaðir, ognir og alt priv­ at samskifti eru vard fyri inn­triv­um. (2) Er neyðugt sambært lóg og landsins tørvi at gera rann­sókn, leggja hald á ella gera onnur inntriv, skal dóm­ ari í úrskurði gera av, um tað er loyviligt. Kann úrskurður ikki gerast áðrenn inntrivið, skal hann gerast aftaná. § 11. Ognarrættur (1) Ognarrætturin er frið­halg­ að­ur. (2) Almennur mynd­ug­ leiki kann eftir mannagongd í lóg taka ræði á privatari ogn Uppskot til stjórn Nú skal fólkið siga sína hugsan Fólkið skal siga sína hugsa, áðrenn uppskotið um stjórnarskipan verður borið í Løgtingið. Fólkaatkvøða skal vera flaggdagin 25. apríl 2018 Eirikur Lindenskov Landsstýrið vil nú hava allar føroyingar at siga sína hugsan um stjórnarskipanina. Ólavsøkuda varð uppskotið um latið almenninginum til ummælis. – Hetta merkir, at øll hava møguleika at gera viðmerkingar til uppskotið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. – Eg havi seinastu mánaðirnar roynt at sam­an­sjóða øll sjónarmið. Nú eru vit komin so mik­ið áleiðis, at uppskotið er búgvið til at senda til ummælis, hóast vit ikki eru heilt samd um allir smálutir. Eg haldi, at upp­skotið umboðar sjónarmið hjá øllum flokk­u­num so mikið væl, at tað er eitt gott út­gangs­støði hjá tinginum at arbeiða víðari við. Eg vóni, at so nógv sum gjørligt lesa upp­skotið, og geva sína hugsan til kennar, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Tá ið uppskotið hevur verið til ummælis, verður uppskotið saman við innkomnum við­merk­ingum latið Løgtinginum til við­gerð­ar. Væntandi setur tingið eina § 25 nevnd við umboðum frá øllum flokkum at ar­beiða víðari við uppskotinum, áðrenn tað verður lagt til endaliga atkvøðugreiðslu. – Stjórnarskipanin er ikki eitt sam­ gongu­mál. Hon er eitt mál fyri alt Løg­ ting­ið og eitt mál fyri alt Føroya fólk. Við stjórnarskipanini verður okkara fólka­ræð­ið styrkt, tí vit staðfesta, at Føroya fólk hev­ur valdið í Føroyum. Ikki Løgtingið – ikki landsstýrið, men fólkið. Fólkið skal altíð spyrjast á fólkaatkvøðu, um vit skulu loysa ella nærkast Danmark í ríkis­fel­ags­skapi­num. Tað sama ger seg galdandi, um vit skulu limast inn í ES. Við stjórnarskipanini flyta vit valdið frá Løgtinginum til fólki, so Løg­tingið ikki kann taka slíkar stórar av­gerðir uttan at spyrja fólkið fyrst, vísti løgmaður á, tá hann boða frá hesum í ólavsøkurøðuni, tá løgtingið varð sett. Eftir ætlan verður fólkaatkvøðan um stjórnarskipanina á flaggdegnum tann 25. apríl 2017. eirikur@sosialurin.fo