týsdagur 1. august 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88
tíðindi
ella rætti. Tílík lóg skal samtykkjast
av tveimum triðingum av løgtings
limunum, og ognartøkan skal
fara fram sambært neyðugum og
átrokandi almennum tørvi.
(3) Fyri slíka ognartøku skal fult
endurgjald latast.
§ 12. Trúarfrælsi
(1) Øll eiga rætt til at trúgva og til at
útinna sína trúgv.
(2) Kristnitrúnni kunnu verða
veittar serligar sømdir, tó uttan
at gera seg inn á aðrar fatanir. (3)
Fólkakirkjan eigur lut eftir gomlum
siði.
§ 13. Valrættur
(1) Val til løgting og kommunustýri
fara fram á almennum, loyniligum
og beinleiðis vali. Sama er við fólka
atkvøðum. Í lóg verður ásett, hvør
er valbærur, og hvør hevur valrætt.
Ásetingar um valbæri og valrætt
koma í gildi eftir næsta løgtingsval.
§ 14. Framsøgufrælsi
(1) Ein og hvør eigur rætt til undir
ábyrgd at hava og bera fram sína
hugsan.
(2) Á sama hátt eiga øll rætt til
at vera við í samskifti og til at taka
ímóti upplýsing.
§ 15. Felagsfrælsi
(1) Øll hava rætt til at taka seg sam
an í feløg og fylkingar til eitt og
hvørt endamál.
(2) Feløg og fylkingar kunnu
avsigast við dómi, um atlit at trygd
og landaskili krevur tað.
§ 16. Savningarfrælsi
(1) Øll eiga rætt til at savnast á
almennum staði, um hetta ikki
brýtur við trygd og landaskil.
§ 17. Vinna og arbeiði
(1) Øll eiga javnbjóðis rætt til at
reka vinnu og handil. (2) Øll eiga
javnbjóðis rætt til at arbeiða.
§ 18. Skúli
(1) Øll eiga javnbjóðis rætt til
undirvísing
og
ókeypis
fólka
skúla. Øll hava skyldu til at taka
við undirvísing í barna- og ung
dómsárum.
(2) Foreldur kunnu sjálv taka
á
seg
ábyrgd
av
undirvísing
barnanna, men dygdin skal vera
eins góð og tann, ið tað almenna
bjóðar.
§ 19. Sosial trygd
(1) Øll eiga rætt til sømilig kor.
(2) Landið skal hava umsorgan
fyri, at øll fáa virðilig ellisár.
(3) Tann, sum hvørki sleppur
fram at egnari vinnu ella lønt
um arbeiði, eigur at fáa almennan
stuðul og styrk.
§ 20. Familja
(1) Landið tryggjar familjuni góðar
umstøður.
(2) Børn eiga rætt til at vaksa
upp undir tryggum og góðum
korum.
§ 21. Innløgurættindi
(1) Øll eiga rætt til egna innløgu.
(2) Landið skal gera tær avmark
ingar, sum neyðugar eru til tess at
tryggja fæstovnar, innløgurætt, bú
seting og náttúrutilfeingi.
(3) Tá ið íbúgvar leggja inn á
sjónum ella á landi til sín sjálvs ella
í felag, uttan at gjald er uppií, skal
innløgan vera teimum frí og fingin.
(4) Tá ið grind er, skal tað mesta
verða býtt í drápspartar ella heima
partar.
§ 22. Hvørsmansrættur
(1) Íbúgvar landsins eiga rætt til
at ferðast um sjógv og haga, tá ið
tað ikki er fólki, fæi ella náttúru til
ampa.
§ 23. Óðalsjørð og landsjørð
(1) Skal landsjørð ella stórur part
ur av henni einskiljast við lóg, skal
henda lóg leggjast til fólkaatkvøðu
í minsta lagi eitt hálvt ár og í mesta
lagi eitt ár eftir, at løgtingið hevur
samtykt hana. (2) Við lóg kunnu
ásetast reglur um stødd á óðalsjørð.
§ 24. Tilfeingi og umhvørvi
(1) Myndugleikarnir varða um
landsins tilfeingi.
(2) Landið eigur alt landtil
feingi, sum privat ikki eiga, og alt
havtilfeingi.
(3) Tá vunnið verður úr lands
ins tilfeingi, skal landið antin
krevja viðurlag ella tryggja øllum
vinnurætt.
(4) Landið tryggjar, at almenna
og privata tilfeingi landsins verður
umsitið á sjálvberandi hátt við
umsorgan fyri umhvørvinum.
Triði partur - Fyrisiting
§ 25. Fyrisitingarlig
rættindi
(1) Øll fyrisiting skal vera grund
að á lóg, góðan fyrisitingarsið,
opinleika
og
gjøgnumskygdar
mannagongdir.
(2)
Allar
fyrisitingarligar
avgerðir
skulu
vera
sakliga
grundaðar, og allar metingar og
grundgevingar av týdningi skulu
vera skjalfestar.
(3)
Tekur
almennur
stovn
ur ella myndugleiki fyrisiting
arliga avgerð, ið gongur ímóti
áhugamálum hjá borgara, skal
hann hava skrivliga grundgeving.
(4) Fyrisitingarlig rættindi og
mannagongdir skulu ásetast í
lóg, sum m.a. skal áseta krøv um
gegni í fyrisitingini, rætt til innlit í
almenn viðurskifti, egin viðurskifti
og avgerðarmál, rætt til at leggja
fyrisitingarliga avgerð fyri óhefta
kærunevnd ella dómstól, rætt til
hoyring um avgerðir og fyriskipanir
og rætt til at lata onnur umboða
seg í almennum málum.
§ 26. Kommunur
(1) Føroyar eru skipaðar í komm
unur
undir
landsins
eftirliti.
Løgtingið ásetir, hvussu nógv
kommunur kunnu skuldbindast
við láni, borgan ella á annan hátt.
(2)
Kommunustýrini
eru
fólkavald sambært lóg og skipa
viðurskiftini á staðnum.
(3)
Kommunur
kunnu
við
heimild í lóg álíkna skatt til tess at
fíggja uppgávur sínar.
§ 27. Skipan
Fjórði partur - Dómsvald
(1) Dómsvaldið er hjá óheftum
dómstólum, sum verða skipaðir
sambært lóg. Rættargangur er
almennur og skipaður við í minsta
lagi tveimum rættarstigum. Rætt
argangur kann kortini vera óal
mennur, um serlig viðurskifti
krevja tað.
(2) Dómari skal í yrki sínum bert
halda seg til lógina. Dómari kann
bert verða loystur úr starvi, tá hann
hevur nátt galdandi fráfaringar
aldri, um umskipan av dómstólu
num ber við sær, at hann verður
fluttur í annað starv, ella við dómi.
(3) Reglur um tilnevning av dóm
arum og um setanarviðurskifti
teirra verða ásettar í lóg.
§ 28. Skuldseting og ákæra
(1) Skuldseting og ákæra kunnu
einans
setast
fram
sambært
heimild í lóg. (2) Eingin kann revsast
uttan beinleiðis heimild í lóg.
§ 29. Leikfólk í
rættargongdini
(1) Nevningar skulu døma í serliga
álvarsligum revsimálum.
(2) Í øðrum revsimálum kunnu
eisini dómsfólk døma saman við
løgfrøðiligum dómara. (3) Serkøn
fólk kunnu eisini luttaka saman
við løgfrøðiligum dómara í rættar
málum.
§ 30. Rættarmál
(1) Øll eiga rætt til at vera umboðað
í revsimálum ella øðrum málum,
sum tað almenna reisir móti
teimum.
(2) Rættindi til sakkøna um
boðan og fría málsgongd skulu
nágreinast í lóg.
narskipan Føroya
Framhald á næstu síðu