Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Løgting § 31. Heimildir Fimti partur – Stýrisskipan (1) Á løgtingi fær fólkið rødd og tekur støðu sína. (2) Umframt løgtingsfólk kunnu løgmaður og lands­ stýr­is­fólk leggja uppskot fyri løg­tingið. (3) Lógaruppskot, ið løg­ ting­ið hevur samtykt, fær lóg­ar­gildi, tá ið tað er stað­ fest av løgmanni og kunn­ gjørt innan 30 dagar eftir sam­tykt. § 32. Lóggávu­ mannagongd (1) Lógaruppskot skulu fyri løg­tingið tríggjar ferðir. Eftir aðru viðgerð kunnu bert smávegis broytingar ger­ast. (2) Tveir triðingar av løgtingsfólkunum kunnu samtykkja, at lóg fær gildi við afturvirkni, tó bert um lógin er til fyrimunar fyri borg­ar­an. (3) Eftir val, og eftir at løgtingsárið er endað, falla øll fram­løgd uppskot burtur. (4) Við lóg kann veitast lands­stýrisfólki heimild at á­seta almennar reglur í kunn­gerð. (5) Við lóg kann løgtingið leggja spurningar til fólka­ atkvøðu. § 33. Val (1) Løgtingið hevur í mesta lagi 33 løgtingsfólk. (2) Løgtingið ásetir val­ skip­an í lóg. (3) Valbærur er hvør, sum hev­ur valrætt til løg­ting­ið, uttan so at hann er revs­að­ur fyri gerð, sum hev­ur við sær, at hann eftir al­manna­hugs­ an ikki er verdigur at sita á løg­tingi. (4) Løgtingið ger sjálvt av, hvør av røttum er valdur. (5) Løgtingsfólk, ið dømt er fyri revsiverda gerð, verður ikki óverdigt til løg­ tings­sess, uttan so at tað fær fongs­uls­dóm í 4 mán­að­ir ella longri, ella trygd­ar­varð­halds­ dóm. § 34. Valskeið (1) Løgtingið verður valt fyri fýra ár í senn. Løgmaður skriv­ar út val. (2) Løgmaður kann skriva út val í ótíð. (3) Løgtingið kann sam­ tykkja, at val skal vera í ótíð. (4) Gamla løgtingið eigur sæti, til nýggja løgtingið er sett. (5) Ellisformaður setir løg­ ting­ið 12. yrkadagin eftir val. (6) Val skal skrivast út í minsta lagi fýra vikur og í mesta lagi seks vikur fyri val­dag­in. § 35. Løgtingsstarv (1) Løgtingsfólk røkja sætið sum álitisstarv og eru bert bund­in av sannføring síni. (2) Samsýning og eftir­løn hjá løgtingsfólki og lands­ stýr­is­fólki verða ásettar av ser­ligari nevnd, sum er skip­ að sambært serligari lóg. Broyt­ingar fáa gildi eftir næsta val. (3) Løgtingsfólk mugu ikki vera í álitisstørvum, í ráð­um og nevndum und­ ir landinum ella sita sum dómarar. Verður løg­tings­ fólk landsstýrisfólk ella løg­ mað­ur, tekur varafólk sæti á løg­tingi. § 36. Løg­tingsformaður (1) Løgtingið velur formann og næst­formenn. (2) Løgtingsformaður sit­ ur alt valskeiðið, uttan so at tveir triðingar av løg­tings­ fólk­um krevja nýval av for­ mans­skapi. § 37. Løgtingsseta (1) Løgtingið kemur saman ólavsøkudag eftir gomlum siði. (2) Løgtingið ger í ting­ skip­an síni av, nær løg­tings­ setan byrjar og endar. § 38. Virki løgtingsins (1) Løgtingið ásetir sjálvt ting­skipan sína, og løg­tings­ for­mað­ur skipar virki tess. (2) Umframt løgtingsfólk kunnu bert løgmaður, lands­ stýrisfólk og onnur eft­ir løg­ tings­for­mans­ins tykki møta og taka orðið á løgtingi. (3) Løgtingsformaðurin boð­ar til fundar og kunnger dags­skrá. Ein triðingur av løg­tings­fólk­unum ella løg­ mað­ur kunnu krevja, at løg­ tings­fund­ur verður hildin. (4) Skal uppskot verða sam­tykt á løgtingi, skal meir­ i­lutin av løgtingsfólkunum vera møttur. Eru fleiri fyri enn ímóti, er uppskotið sam­ tykt. (5) Tá ið løgtingið hevur um­røtt mál, kann tað gera nið­ur­støður sínar í samtykt. (6) Tá ið løgtingssetan byrj­ar, greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið lands­ stýrið ætlar at fremja. § 39. Nevndir (1) Løgtingið skipar seg í nevnd­ir, og umboðini verða vald eftir lutfalli. Onnur á­litis­størv kunnu veljast sam­bært tingskipan. § 40. Innlit (1) Løgtingsfundir eru al­ menn­ir. Frítt er at endurgeva og varpa út løgtingsfundir, men teir kunnu verða gjørdir óalmennir, um tað er neyð­ ugt. (2) Nevndarfundir kunnu vera almennir. (3) Løgtingsfólk kunnu, um ein triðingur av løg­tings­ fólku­num tekur undir við tí, krevja frágreiðing frá løg­ manni ella landsstýrisfólki um almenn mál. (4) Á sama hátt kann meir­i­lut­in av einari løg­tings­ nevnd krevja frágreiðing frá løg­manni og landsstýrisfólki um almenn mál. § 41. Sømdir løgtingsfólksins (1) Eingin má handtaka løg­ tings­fólk ella reisa ákæru í­móti løgtingsfólki uttan við sam­tykki løgtingsins. Tó kann løg­tings­fólk takast á búri. (2) Løgtingsfólk kann bert við samtykki løg­tings­ins verða kravt til svars utt­an­ tings fyri tað, løg­tings­fólk­ið sigur innantings. Landsstýrið § 42. Myndugleiki (1) Landsstýrið er ovasti fyri­ sit­ing­armyndugleiki. (2) Tó kann við lóg heim­ild verða latin nevndum, stýr­um og ráðum at taka enda­ligar fyrisitingarligar av­gerðir. Løgtingið kann ikki velja limir í hesar nevndir, stýri og ráð. § 43. Fyrisitingarábyrgd (1) Landsstýrið skal fremja, halda og útinna hesa skipan og allar lógir. (2) Løgmaður samskipar starv lands­stýrisfólksins og hev­ur eftirlit við, at lands­ stýr­is­fólk­ini sita um máls­ økini á lógligan og fullgóðan hátt. (3) Løgmaður og lands­ stýr­is­fólk­ini hava rættarliga á­byrgd av fyrisitingini av teim­um málsøkjum, sum eru løgd til teirra. (4) Mál, ið viðvíkja hesi rættarligu ábyrgd, verða dømd av serligum nevn­in­g­a­ tingi. Reglur um hesa ábyrgd skulu ásetast í lóg. § 44. Løgmansval (1) Annan dagin eft­ir val tilnevnir løg­tings­for­mað­ ur­in eftir samráð við floks­ for­men­n­in­ar sam­ráð­ing­ar­ lei­ð­ara at skipa landsstýri. Løgtings­for­mað­uri­n hann seta tíðarfreist á, og um ikki rokkið er á mál, kann hann hava nýtt sam­ráð og tilnevna nýggjan sam­ráð­ing­ar­leið­ara. (2) Innan 10 yrkadagar eft­ir fyrsta løgtingsfund eft­ir løg­tings­val leggur løg­ tings­for­maður uppskot um løg­mans­evni fyri løg­ting­ ið. Løgtingið skal í sein­asta lagi 4. yrkadagin eft­ir greiða atkvøðu um upp­skot­ið. Atkvøður meiri enn helm­ ing­ur av øllum løg­tings­ fólkunum ímóti upp­skot­ inum, er tað fallið. Ann­ars er tað samtykt. Eru fleiri uppskot um løgmann, ger løg­ting­ið av, hvat upp­skot fyrst kemur til at­kvøð­u­ greiðslu. (3) Havnar løgtingið øll­ um uppskotum frá løg­ tings­for­man­n­inum um løg­mans­evni, boð­ar løg­tings­ for­mað­ur­in aftur til sam­ ráðs sambært stk. (1) og set­ir innan 4 yrkadagar fram­aft­ur uppskot um løg­mans­evni, sum løgtingið sama dag greiðir atkvøðu um. (4) Um løgtingið eftir fýra fundir ikki hevur valt løg­ mann, skrivar starvandi løg­ mað­ur út nýval til løgtingið. § 45. Skipan (1) Í landsstýrinum sita løgmaður og landsstýrisfólk. (2) Løgmaður tilnevnir vara­løg­mann og lands­ stýrisfólk. (3) Løgmaður kann loysa landsstýrisfólk og var­a­løg­ mann úr starvi. At­kvøður meirilutin av øll­um løg­tings­ fólku­num fyri, skal løgmaður loysa lands­stýrisfólk ella vara­løg­mann úr starvi. (4) Atkvøður meiri enn helm­ing­ur av øllum løg­ tings­fól­k­u­num fyri, verður løgmaður loyst­ur úr starvi. (5) Setir løgtingið løgmann frá, ella bið­ur løgmaður um at verða loyst­ur úr starvi ella doyr, virkar lands­stýrið sum starvsstjórn, til nýggj­ur løgmaður er valdur í sein­asta lagi 10 yrkadagar seinni. (6) Tá val er útskrivað, leggja løg­mað­ur og alt landsstýrið frá sær. Løg­mað­ ur og landsstýrið halda tó fram sum starvsstjórn, til nýtt lands­stýri er skipað. § 46. Málsøki (1) Løgmaður býtir málsøki landsstýrisins mill­um lands­ stýr­is­fólk­ini. Lands­stýr­is­ fólk­ini sita fyri máls­økjum sínum hvør sær. (2) Løgmaður samskipar starv lands­stýr­isfólksins og boðar reglu­liga til lands­stýr­ is­fund­ar, har øll upp­skot, sum skulu fyri løgtingið, verða løgd fram. Fíggjarviðurskifti § 47. Skattur (1) Skattur ella avgjald kann ikki á­leggj­ast, broytast ella av­takast utt­an við lóg. (2) Skattur ella avgjald kann ikki leggj­ast á virksemi, sum er farið fram, áðrenn lógaruppskot um hetta varð lagt fyri løgtingið. § 48. Fíggjarætlan (1) Landsstýrið leggur fram uppskot um fíggjarætlan landsins fyri eitt kom­andi tíðarskeið. (2) Løgtingið skal sam­ tykkja fíggj­ar­ætlan landsins, áðr­enn inn­tøkur verða havd­ ar, og útreiðslur verða hildn­ ar. (3) Í neyðstøðu kunnu útreiðslur verða hildnar uttan samtykt framm­an­ undan. (4) Við lóg kann virk­semi leggj­ast uttan fyri fíggj­ar­ætl­ an­ina. (5) Lán ella borgan, ið skuld­bindur landið, kann bert fremjast við lóg. § 49. Roknskapir (1) Eftir at tíðarskeiðið fyri fíggj­ar­ætl­anina er end­að, leggur landsstýrið lands­ rokn­skap­in alment fram. (2) Landsroknskapurin fevn­ir um virksemi í fíggj­ ar­ætl­an landsins, umframt virk­semi, sum við lóg er lagt uttan fyri fíggjarætlan lands­ins. § 50. Grannskoðan (1) Løgtingið grannskoðar og góð­kennir framlagda lands­ rokns­kapin. § 51. Búskaparligt støðu­ festi (1) Landsstovnur skal virka fyri fíggjarligum støð­ u­festi, umsita gjaldføri og skuld landsins, umframt um­sita tey fíggjarmál og bú­ skap­a­rmál, sum við lóg eru løgd stovninum at umsita. § 52. Búskaparligt skynsemi (1) Landsgrunnur skal tryggja skynsama nýtslu av ser­inn­tøkum landskassans, og skipa rættvíst býti av hesum inntøkum millum verandi og komandi ættarlið. Grunnurin verður skipaður við lóg. § 53. Eftirlit (1) Løgtingið ansar eftir, at lands­stýrið virkar sambært lóg. (2) Løgtingið kann skipa nevnd­ir av løgtingsfólki at kanna mál av almennum týdn­ingi. Nevndirnar hava rætt til at krevja skrivligar ella munn­ligar upplýsingar frá priv­atum borgarum og frá almennum embætisfólki. Nevnd­ir­nar skulu, eftir at hava kannað málið, leggja frá­greið­ing fyri løgtingið. (3) Nevndirnar kunnu eisini krevja, at løg­tings­for­ mað­ur­in setir ó­heft­an kann­ ing­ar­stjóra ella kanning­ ar­nevnd av serkønum at kanna og gera niðurstøður um em­bæt­is­førslu løgmans ella lands­stýr­is­fólksins. Hesi hava rætt til at krevja skriv­ ligar og munnligar vitn­is­frá­ greið­ing­ar frá embætisfólki og ein­støkum borgarum. Nið­ur­støðurnar kunnu leggj­ ast fyri dómstólarnar. Um 2/5 av øllum løg­tings­fólku­ num krevja tað, skal løg­ tings­for­mað­ur­in somuleiðis seta slíkan kann­ingarstjóra ella kann­ingarnevnd. § 54. Løgtingsumboð (1) At hava eftirlit við lands­ ins fyr­isiting velur løgtingið eitt løg­tingsumboð, sum ikki kann vera løgtingsfólk. (2) Reglur um val og virki hjá løg­tings­um­boð­num verða á­sett­ar í lóg. § 55. Uttanríkisvald (1) Landsstýrið varðar av uttanríkismálum og utt­an­ rík­is­tænastu mótvegis út­ lond­um. (2) Løgtingið velur uttan­ lands­nevnd, sum lands­ stýr­ið skal ráðføra seg við í sambandi við millum­tjóð­a­sa­ m­ráð­ing­ar og uttanríkis­pol­ it­isk­ar avgerðir av serligum týdn­ingi. (3) Millum­tjóða­sam­ráð­ ing­ar, sum krevja luttøku løg­tings­ins fyri at verða út­ intar, ella sum annars eru týdn­ing­armiklir, skulu sam­ tykkj­ast av løgtinginum. Sætti partur - samtykt og gildi § 56. Broytingar av stjórnarskipan Føroya (1) Henda stjórnarskipan kann einans broytast við upp­skoti, sum er samtykt á fólka­at­kvøðu í minsta lagi eitt hálvt ár eftir og í mesta lagi eitt ár eftir, at løgtingið hev­ur tikið støðu sína. (2) Orðaljóðið á upp­skot­ i­num, sum fer til fólka­at­ kvøðu, og reglur um at­ kvøðu­greiðsl­una, verða at á­seta við lóg. (3) Verður upp­skot­ið samtykt á fólka­at­kvøðu, kunnger val­nevnd­ar­for­mað­ urin upp­skot­ið um stjórn­ ar­skip­an Føroya í almenna kunn­gerða­blað­num, so skjótt sum fíntalda úrslitið fyri­ligg­ ur, og uppskotið hevur tá lóg­ar­gildi. § 57. Samtykt og gildi Henda lóg fær gildi, tá ið for­mað­ur­in í valnevndini í almenna kunngerðablaðnum hevur kunngjørt, at lógin er sam­tykt á fólkaatkvøðu, har fleiri eru fyri enn ímóti. Lógin verður útint sambært ver­andi stjórnarrættarligu støðu, til avgerð verður tikin um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki. § 1 stk. 3, § 2, § 26, §§ 31-50 og §§ 53-55 fáa tó ikki gildi, fyrr enn tær eru sett­ar í gildi við serstakari lóg, eftir at hon er endaliga sam­tykt sambært reglunum í § 57 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya. Samstundis, sum nevndu greinar fáa í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýriskipan Føroya. § 58. Skiftisreglur § 27 (1) 2. og 3. pkt. og §§ 28, 29 og 30 fáa ikki gildi, fyrr enn dóms­valdið er komið undir før­oyskt málsræði. ...framhald