Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88 tíðindi Løgtingið hevur orðaskiftið um ólavsøkurøðu løgmans – stjórnarskipanin fyllir nógv Árni Gregersen Orðaskiftið hevur verið um røðu løgmans á ólavsøku í gjár og í dag. Uppskotið um stjórn­ar­ skip­an fyllir nógv í kjakinum og sum tað er borið fram av ting­fólkum í orðaskiftinum, so er torført at síggja at tað fer at bera til at fáa semju mill­um samgonguna og and­ støð­una um málið. Fólkaflokkurin og Sam­ bands­flokkurin hava sligið fast, at har eru stór mál at flyta í upp­skotinum, skulu teir báðir flokkarnir taka und­ir við uppskotinum. Eisini Miðflokkurin og Sjálv­stýri vilja hava broyt­ ing­ar, skulu teir taka teir taka undir við uppskotinum. Bárður á Steig Niel­sen, formaður í Sam­bands­flokk­ i­num, sigur, at har eru mál í, sum Sambandsflokkurin als ikki kann taka undir við. – Orðingarnar í upp­skoti­ num eru tær orðingar, sum Tjóðveldi undir sam­ráð­ing­ u­num alla tíðina hevur vilja havt við. Tær orðingarnar eru av einum slag, sum Sam­ bands­flokk­urin undir ong­ um umstøðum tekur und­ir við, sigur formaðurin í Sam­ bands­flokk­inum. Miðflokkurin tekur held­ ur ikki undir við stj­órn­ar­ skip­an­ar­upp­skot­inum. Ein av orsøkunum er, at stjórn­ ar­skip­anin ikki forðar fyri at tað fer at bera til at fáa fosturtøku – og tað heldur ikki forð­ar fyri aktivari ella pass­ivari deyðshjálp til eldri fólk. – Vit skilja ikki, hví tað skal vera so torført at seta í lóg­ina, tá ið man samstundis skriv­ar í um, hvussu grind skal drep­ast og so framvegis, sig­ur Jenis av Rana, for­mað­ ur í Miðflokkinum. Vita lítið Fólkaflokkurin hevur heldur ikki hug at taka undir við upp­skotinum, sum tað nú fyri­ligg­ur. Flokkurin hevur fleiri broyt­ingar og Jørgen Nicla­sen, formaður, finst at, at persónliga frælsi ikki er nóg væl tryggjað. – Vit vilja eisini hava, at ogn­ar­rætturin er tryggjaður bet­ur enn nú og vit vilja hava at persónliga frælsi verð­ur tryggjað meir. Tað undr­ar okkum, at tað ikki er gjørt, sigur Jørgen Niclasen, for­ mað­ur í Fólkaflokkinum. Sjálvstýrisflokkurin hev­ ur eina meira praktiska støðu til spurningin um stjórn­ar­skipan. – Vit hava fiski­vinnu­ ný­skip­an­ina. Tað málið má og skal lýs­ast, sigur Jógvan Skor­heim, formaður í flokkinum. – Fiskivinnan er grund­ar­ lag­ið undir hesum sam­fel­ag­ num, so hetta má avgreiðast. Hitt málið, sum eisini pressar á, er pen­sjónsnýskipanin. Tað má eisini loysast. Tá ið tað er gjørt, so er kanska tíð at fara und­ir stjórarskipanina, sigur for­maðurin í Sjálvstýri. Javnari Føroyar Undir viðgerðini av løg­mans­ røð­uni hava sjálvandi fleiri onn­ur mál veirð nevnd. Framsøgumaðurin fyri Javn­að­ar­flokkin, Jónleif Jo­ hanne­sen, fegnaðist seriga um, at løgmaður framvegis held­ur fast við, at hendan sam­gongan vil hava, at virð­ ini í samfelagnum verða býtt rættvísari. Í framsøgurøðu síni vísti hann á teir lættar, sum hendan samgongan bein­an­ veg­in veitti teimum veikastu í sam­fel­ag­num. Barnafamiljur hava fing­ið ein lætta umframt at einsa­ mall­ar mammur hava fingið lestr­ar­stuðul alt árið. – Eg veit ikki um tað hev­ ur gingið nóg væl og nóg skjótt, men eg haldi vit hava fing­ið val av skafti. Vit tóku gjøld frá vinnuni. Til dømis fór gjald­ið frá alivinnuni bein­leið­is til skattalætta hjá teim­um lágløntu, sigur Jón­ leif Johannesen. Hann sigur tó, at ný­skip­ an­in av fiskivinnuni eisini er ein útjavning. Hetta er ikki kom­ið ígjøgnum enn. – Men ujppskotið kemur aft­ur í tingið nú um nakrar dag­ar og tað fer at gera, at virð­ini verða deild øðrvísi enn nú, sigur Jónleif Johannesen. Tá ið viðgerðin av løg­ mans­røðuni er liðug fer ting­ ið undir at viðgera fisk­i­dag­ ar­nar fyri komandi fiskiár. Hesa­ferð verða teir tó bert á­settir frá 1. september til 31. desember í ár, tí á nýggj­ári­ num verður ein fyribils skip­ an sett í verk fyri 2018. arni@sosialurin.fo Stjórnarskipan fyllir í orða­ skifti­num á tingi Stórur partur av orðaskiftinum um ólavsøkurøðu løgmans fer til stjórnarskipanina Mynd: Jens Krstian Vang Aksel V. Johannesen helst sína aðru ólavsøkurøðu Mynd: Jens Krstian Vang