Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Meðan talið á føroyingum á hægri útbúgving er væl hægri enn fyri tíggju árum síðani, er stígur komin í vøksturin. Men samstundis velja fleiri at støðast í Føroyum, millum annað tí fleiri arbeiðsmøguleikar eru Brandur Mortensen Nolsøe Síðani aldamótið hevur ging­ið framá at fáa før­oy­ ing­ar at fara undir hægri út­búgv­ing, sambært yv­ir­ lit­in­um hjá Studna. Um árs­ skiftið 2007/08 var talið á føroyingum á hægri út­búgv­ ing 1547, meðan talið fyri 2013/14 var 2560. At talið á føroyingum á hægri útbúgvingum vaks hesi árini, er ikki av tilvild, vil Hol­ ger Arnbjerg, leiðari á Al­tjóða Skriv­stovuni, vera við. Holger Arnbjerg sigur, at pol­it­iskt verður ró fram undir at fáa fólk at støðast í Før­oy­ um, og vaksandi fólka­tal­ið spegl­ast aft­ur í, at fleiri lesandi velja Før­oy­ar fram­um. Eitt nú eru nýggj­ar út­búgv­ing­ar í boði, og lestr­ar­stuð­ul­in hækkaður. Tó kom stígur í vøksturin fyri fá­um árum síðani, og okk­ urt bend­ir á, at ein av or­søk­un­ um eru fleiri arbeiðsmøguleik­ ar í Føroyum. Tá hugt verður at hag­tøl­ un­um yvir før­oysk lesandi, skal fyrilit sjálv­andi tak­ast fyri barns­burð­ar­tal­inum sum sveiggjar, og tí er ójavnt, hvussu nógvir før­oyingar eru, sum vilja nema sær útbúgving. Vilja stuðla teimum ævintýrhugaðu Eitt av høvuðsendamálunum við Al­tjóða Skrivstovuni er at stuðla teimum, sum hava hug at royna annað enn tann sið­bundna leistin, sum er at nema sær útbúgving í Dan­ mark. Hol­ger Arnbjerg sigur, at fíggj­arligu fyritreytirnar til at fara út­um Norðurlond at lesa eru sum heild góð­ar, og hevur føroyska sam­fe­lag­ ið eisini brúk fyri, at summi leggja á annan bógv. – Hava fólk hug til at upp­ liva øðrvísi ævintýr, gera vit okkara besta fyri, at ynsk­ið verður til veruleika. Tað finn­ ast nógvar góð­ar út­búgv­ing­ar í lond­um uttan fyri rík­is­fe­lags­ skap­in, sum kunnu gagna før­ oyska sam­fe­lag­num á ørð­vísi hátt. Og eyka­vinn­ing­ur­in er, at ein sum les­andi upp­liv­ir heilt nýggja ment­an og nýtt mál og gerst bet­ur fyri­reik­að­ur til al­ heims­gerð­ina, sum vindur upp á seg, sig­ur Holger Arnbjerg. Ábendingar hava tó verið um forðingar fyri tey, sum velja at fara útum norðurlond, tá tey skulu finna sær arbeiði í Dan­ mark og Føroyum. Í Danmark hev­ur ein lyndi til at raðfesta dansk­ar Master útbúgvingar hægri enn bretskar Master út­búgv­ingar, hóast góðskan á bretsku útbúgvingunum, við sama tali av ECTS stigum, ofta er minst líka góð. Trupulleikin letur til at vera, at í Danmark – og sostatt eisini í Føroyum – vel­ur ein tað kenda framum tað ókenda. Færri fara til Bretlands Seta vit sjóneykuna á yv­ ir­lit­ið hjá Studna yv­ir les­ andi uttan fyri Norð­ur­lond, er tað serliga aftugongdin í Bret­landi, sum er merk­is­ verd, meðan Pólland heldur fram at vera væl umboðað. Tal­ið á lesandi í Skotlandi, ið verður gjørt upp við støði í umsóknum um ferða­studn­ ing, er minkað úr 59 niður í 12 tey seinastu fimm árini. Sam­stundis eru tey, ið lesa í Ong­landi, og sum vanliga søkja um ÚSUN í sambandi við skúla­gjaldið, støðugt fækkað. At færri velja Bretland til lestrarland, endurspeglar eina røð av viðurskiftum, ið eru broytt tey seinastu árini. Holger Arnbjerg metir eitt nú, at skerjingin av ÚSUN- skúlagjaldinum til tey, ið lesa uttan fyri Norðurlond, hevur havt eina ávirkan. Í 2010 varð ró fram undir at lækka ÚSUN- skúlagjaldið í stigum, og er stuðulin farin frá 120.000 niður í 80.000, sum er minni enn tað sum tað kostar at lesa á ávísum skúlum í Bretlandi. Í 2012 varð avgjørt at hækka skúlagjaldið í Onglandi, og harafturat hevur bretska gjaldoyrað eisini ein leiklut, kann ein ímynda sær. Í tíðarskeiðum undan fólkaatkvøðuna um ES-limaskap í fjør, var bretska pund­ið sera høgt, og ÚSUN verð­ur ikki prístalsviðgjørt, so skúlagjøldini vóru ov høg. Tað er alt, meðan prísvøkstur hev­ur verið í evropeisku lond­ un­um. Hartil hevur verið upp á tal, at partur av ÚSUN-skúla­ gjaldinum skal gjaldast aft­ur sum lán, og hevur tað møgu­ liga stygt summi frá at velja hend­an leistin, metir Holger Arn­bjerg. Pisudagar vera hildnir fyri tíggj­undu ferð, í Saltangará týs­dagin 1. august, og í Havn mikudagin 2. august. Tað er gott høvi hjá teimum, sum ætla sær undir útbúgving, ikki minst uttanlands, at seta spurn­ingar ella at forvitnast. Til­tak­inum skipa MFS, Betri og Al­tjóða Skrivstovan fyri. SKIFTANDI LESTRARVIÐURSKIFTI Tal av lesandi uttanfyri Norðurlond – ÚSUN’arar 2004 2006 2008 2010 2012 2014 2015 2016 2017 Ongland 32 50 70 68 80 75 65 56 56 Skotland 18 38 53 58 59 41 27 18 12 Stóra Bretland annars 4 2 1 2 4 2 1 2 3 Pólland 0 0 2 11 22 25 23 22 28 Europa annars 2 6 6 10 13 15 18 15 13 Norður Amerika 7 7 13 17 30 23 19 13 11 Suður Amerika 2 0 0 0 2 2 2 2 1 Asia/Miðeystur 1 1 0 0 4 7 7 11 6 Australia/NZ 2 6 7 18 9 7 8 8 6 Samlað 68 110 152 184 223 197 170 147 136 Viðmerking: Tølini eru uppgjørd pr. 1. mars á hvørjum ári. Uppgerðin er gjørd við støði í skúlagjaldsútgjøldum, tó í Skotlandi við støði í ferðastudningsumsóknum síðstu árini. Kelda: Studni – juli 2017 ÚSUN’arar 1. mars 2017 Lesandi Prosent Ongland 56 41,2 Skotland 12 8,8 Wales 1 0,7 Írland 1 0,7 Norðurírland 1 0,7 Pólland 28 20,6 Týskland 2 1,5 Spania 4 2,9 Holland 1 0,7 Sveis 1 0,7 Eysturríki 1 0,7 Ungarn 1 0,7 Kekkia 1 0,7 Russland 1 0,7 Litava 1 0,7 Ísrael 2 1,5 USA 9 6,6 Canada 2 1,5 Meksiko 1 0,7 Kina 3 2,2 Japan 1 0,7 Australia 3 2,2 New Zealand 3 2,2 Samlað 136 100,0 Viðmerking: Uppgerðin er gjørd við støði í skúlagjaldsútgjøldum, tó í Skotlandi við støði í ferðastudningsumsóknum síðstu árini. Kelda: Studni – juli 2017