Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Til deildina Útgjald verður søkt eftir einum næmingi. Talan er um eitt lærupláss innan skrivstovuyrkið við sergrein í almennari fyrisiting. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Um Útgjaldsdeildina Útgjald er deild í Viðskiftadeplinum á Almannaverkinum, har 21 fólk starvast. Á Útgjaldsdeildini verða flest øll útgjøld frá Almannaverkinum til borgaran avgreidd. Hvønn mánað verða rindaðar 15.000 veitingar uppá tilsamans 80-90 mió. Veitingarnar eru pensjónir, forsorg, dagpeningur, barnagjald, familjuískoyti, upphaldspeningur, o.a. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni á Útgjaldsdeildini á Staravegi 18 í Tórshavn. Næmingurin á Útgjaldsdeildini kemur at arbeiða á øllum økjum, sum eru viðkomandi fyri útbúgvingina. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Longdin á lærutíðini er tengd at førleikunum, sum tann, ið settur verður, hevur frammanundan. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. august 2017 kl. 12.00 av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Skrivstovu- næmingur til deildina Útgjald Brennir tú fyri at arbeiða við fólki, ið hava sálar órógv, so hevur tú møguleikan at søkja í Sosial psykiatriska toymi í Tórshavn. Um starvið Tú kemur at arbeiða við heimabúgvandi fólki við ymiskum sálarligum trupulleikum í aldrinum 18-67 ár. Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 01.09.2017 ella skjótast til ber. Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum – Eind 8. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 15.08.2017 kl. 12.00. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Starvsfólk til Trivnaðardepilin – Eind 8 Hósdag 3. august: Knettir · Stoktur medistari · Chili Con Carne Fríggjadag 4. august: Rullusteik · Stoktar pylsur v/eplamorli · Lasanja Leygardag 5. august: FK búffur Mánadag 7. august: Fiskafrikadellur · Eftirgjørd hara Týsdag 8. august: Kókað neytakjøt · Hakkibúffur Mikudag 9. august: Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur MATSKRÁIN HESA VIKUNA Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00 SÍÐAN 1936 GUMMIBÁTATÆNASTAN Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo VIT HAVA VOGNIN TIL EINHVØNN TØRV Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR Í dag 1. aug. 2017 verður pápi okkara, Hans Martin Tau­sen, 85 ár. Hans Martin er trið yngst­ur av 11 systkjum. For­ eld­ur hans­ara vóru Halda og Hans Tausen, fyrstu nið­ ur­setu­fólk­ini í Runavík. Babba byrj­aði sum ungur at sigla sam­an við eldru beiggj­ um sínum, seinni fór hann á maskinskúla í Havn har hann møtti mammu, Sigrid Elisa­beth Tausen, fødd Dals­ garð. Tey bæði fingu fimm børn Haldu, Maju, Rúnu, Eyð­ vør og Hans. Mesta partin av síni yrkistíð sigldi babba við Strandferðsluni fyrst Trónda og síðan Dúgvuna tá hon kom. Tað mesta av tíð­ini var hann eina viku um­borð og eina viku heima. Babba megnaði, saman við mammu, at geva okkum børn­um eitt gott og trygt heim. Vit minnist við gleði tíð­ina tá babba var í landi, at hann legði okkum at sova, segði søgu og bað saman við okk­um. Eisini var hann rask­ur at fara á flot og fáa til veða tað brúk var fyri. Ein mild­ari, tolnari og meira um­sorgs­fullan pápa skal ein leita leingi eftir. Seinnu ár­ ini hev­ur babba stríðst við hervu­liga sjúku, mamma er tann, sum er um hann til dag­ligt. Dag­urin í dag verður hild­in sam­an við børnunum. Góði babba! Hjartaliga til­lukku við 85 ára føð­ing­ar­ deg­num og takk fyri alt tú ert fyri okkum. Má Harrin styrkja teg og mammu í tíð­ ini, sum liggur fyri framm­an. Heilsan børnini Hans Martin Tausen 85 ár NØVN