Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. august 2017 · Nr. 88 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvsfólk til ferðavinnu­ útbúgving Miðnám í Vestmanna søkir eftir fólki at íverkseta og fyriskipa ferðaleiðaraskeið, sum skal byrja sum skjótast og at fyrireika, íverkseta og fyriskipa nýggja ferðavinnuútbúgving at byrja í august 2018. Talan er um hálvtíðarstarv, sum fyribils er tíðaravmarkað til 30. juni 2019. Arbeiðsplássið verður á Miðnámi í Vestmanna og arbeiðstíðir eftir nærri avtalu við tann setta. Um útbúgvingarnar Ferðaleiðaraskeiðið skal útbúgva ferðaleiðarar við serligari vitan um Føroyar sum ferðamannaland. Ferðaleiðarar skulu kunna virka sum ferðaleiðarar hjá ferðamannabólkum á einum ella fleiri fremmandamálum. Ferðavinnuútbúgvingin er fulltíðar útbúgving, sum tekur 1 ár íroknað stutta starvsvenjing. Ùtbúgvingin verður yrkisrættað og skal taka atlit til teir ymsu tørvirnar hjá ferðavinnuni. Innihaldið skal vera fjølbroytt og tekur støði í serføroyskum viðurskiftum. Tey lesandi skulu gerast før fyri at ráðleggja og fyriskipa tiltøk og túrar og sum heild kunna arbeiða innan føroyska ferðavinnu. Persónligir eginleikar Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkið er álitisvekjandi og álítandi, dugir væl at samskifta, hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvstøðugt. Førleikakrøv Ongi beinleiðis krøv eru til ávísa útbúgving, men tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava miðal-, langa- ella hægri útbúgving og/ella praktiskar royndir innan ferðavinnu. Leiðsluroyndir og/ella royndir at fyriskipa og leggja tilrættis útbúgvingar er avgjørt ein fyrimunur. Løn og umsóknarfreist Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast til fiskvest@fiskvest.fo í seinasta lagi mikudagin 16. august 2017 kl. 12. Starvið verður at seta sum skjótast. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jákup Andreasen, skúlastjóra, á tlf. 221 654. Miðnám í Vestmanna Postrúm 96 350 Vestmanna fiskvest@fiskvest.fo www.landshandilin.fo Akranesgøta 11 · Tórshavn · tlf 311385 Hettan er stoypt úr aluminium. Tilfarið rustar ikki. Hettan, sum verður fest niður á kaminuna við patentlásum, er løtt at førka til viks hjá skorsteinssóparanum. Hettan er sniðgivin soleiðis, at hon sendir hitageislingarnar frá fýrinum niður aftur í kaminuna. Hetta gevur betri trekk og orkusparing. Hettan forðar fyri, at ov nógv vatn setir niður í kaminuna. Eisini brýtur hon vindin og minkar tí um vandan fyri, at tað slær niður. Hettan er føst og gevur tí ongan gang. Mát: Uttan: 540 x 540 mm Innan: 480 x 480 mm Holið: 275 mm diam. Loysnin tiL skorsteinin NEYTAKJØT Vit selja neytakjøt við Magnstøðina í Klaksvík fríggjadagin 4. august frá kl. 11.00. Eskjur à 20 kg kr. 1.600,- Bílegg á 220203 MIÐSTOVUGARÐUR Á SANDI N ORÐO YINGAR Tele 35 36 37 / 299 000 · solsetur@solsetur.fo · solsetur.fo Vit hjálpa við øllum í sambandi við jarðarferðina Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá kæra kona, mamma, omma og langomma okkara Elise Djurhuus 06.05.1940-03.07.2017 Andaðist og var jarðað. Bjarni, Bettina, Mia og Anja við familju. TØKK Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskaði maður mín, gubbi og abbi okkara Marvin Richard Hansen Klaksvík varð heimkallaður til Harran. Tøkk til Øssur Kjølbro og Hanus á Gørðum. Tøkk til tykkum, sum mintust Marvin og vitjaðu hann, meðan hann var sjúkur. Tøkk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina og ervið. Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávur til Emmaus og tøkk til tykkum øll, ið komu at fylgja. Kristi blod og retfærdighed er alt, hvad jeg vil smykkes med, dermed jeg kan for Gud bestå, når jeg i himmelen skal indgå. Familjunar vegna Solveig TØKK VILT TÚ GEVA BLÓÐ?