Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Sosialurin Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 MERKISDAGAR 95 ÁR Betta Eið, í Nesi Hvalba, verður 95 ár 4. aug. Tí bjóðar hon ein drekkamunn í missiónshúsinum í Hvalba leygardagin 5. aug. frá kl. 14 til 17. Øll eru vælkomin. Silvurbrúdleyp 3. oktobur 2017, hava ogor verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í VB Húsinum fríggjakvøldið 6. oktobur kl. 19. Tað hevði glett ogon, at sæð familju, vinir og kenningar til ogra stóra dag. Um tú ynskir at hátíðarhalda dagin saman við ogon, ert tú vælkomin at siga frá,í seinasta lagið 10 sep á tlf. 226054 Oluffa og tlf. nr. 224897 Búgvi, ella á teldupost adressu: bjoensen@email.fo Gullbrúdleyp Leygardagin 12. august hava vit verið gift í 50 ár, og kunnu tí hátíðarhalda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kjallaranum í Friðrikskirkjuni á Toftum frá klokkan 16:00. Øll eru hjartalig vælkomin. Erika og Marius Danielsen Silvurbrúdleyp Tann 22 august hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í skótahúsinum við Løkin leygardagin 26 august. Vælkomst er frá kl 18. Tað hevði glett okkum um familja, vinir og kenningar komu at hátíðarhalda silvurbrúdleypsdagin saman við okkum. Veri hjartaliga vælkomin. Sigrun og Torleif 100 ára føðingardagur 3. aug. fyllir Hans Jacob Jacobsen í Skálafirði 100 ár. Dagurin verður hildi í heiminum, Jensgøta 6 kl. 14:00 - 18:00. Silvurbrúdleyp 22. august 2017 hava vit bæði verið gift í 25 ár. Ætlanin er at halda dagin fríggjadagin tann 25.august kl 19 í bygdarhúsinum í Leirvík. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar hendan dagin. Um tú ynskir at hátíðarhalda dagin saman við okkum, so kanst tú boða frá innan 05. august á 215764 ella á mail: birna. vestergaard@skulin.fo Terje & Birna Hjartans takk fyri sýnda samkenslu, stuðul, nærveru og troyst tá vit mistu okkara kæra mann, pápa, abba, langabba og verfaðir Høgni Vestergaard f. 06.06.1942 - d.14.06.2017 andaðist og varð jarðaður. Vit ynskja at takka øllum tykkum, sum so trúliga komu og vitjaðu Høgna undir hansara sjúkralegu. Takk til palliativa toymið á Landssjúkrahúsinum fyri góða hjálp og stuðul. Vit takka Theodor presti, kirkjutænara, urguleikara, forsangara, gravara og Sissal Grækarisdóttir Magnussen fyri vakran sang í kirkjuni. Hjartans takk til tykkum øll sum á ymiskan hátt hjálptu til jarðarferðina og ervið. Takk til tykkum mongu, sum vístu okkum samkenslu við at koma inn á gólvið, í samtalum og skrivum. Takk fyri kransar, blómur og minnisgávur til børn og ung við diabetes og til tann stóra skaran, sum fylgdi Høgna til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Maria Beinta, Olaf, Barbara og Súsan við familju TØKK Vit vilja hjartaliga takka øllum fyri sýnda samkenslu tá okkara elskaða kona, mamma, vermóðir og omma Kristina Berg (f. 24 mars 1947, d. 24 februar 2017) andaðist og var jarða. Ein serlig tøkk til starvsfólkini í Heilsu og umsorganartænastuni, sum vóru um hana tað seinastu tíðina og til tykkum á Landssjúkrahúsinum. Takk til tykkum, sum hjálpti til við ervi og á annan hátt vóru um hana. Takk til Poul Færø og Hera Joensen, prest, fyri vøkur og troystarrík orð í kapellinum og í Vesturkirkjuni. Takk fyri gávur til minnisvarðan í Svínoy. Jákup, Jan, Jóna og børnini TØKK Tøkk Fyrst ein hjartans tøkk øll tit, sum gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin 7. august 2016 so hugnaligan. Síðan vilja familja og eg takka hjartaliga fyri ta samkenslu okkum var víst, nú Marius Pauli andaðist tann 22. novembur 2016, 74 ára gamal. Okkara elskaði maður, pápi og svigerpápi, abbi og langabbi. Hjartans tøkk fyri hjálpsemi, bæði í heiminum og í SÍF húsinum. Takk fyri kransar og peningagávu til SÍF. Tøkk øll tit, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað, bæði í kapellinum og í kirkjuni. Vegna tey avvarandi Sonja Arnleyg, Elly, Sólvá, Jensia Arngrím og Arnold Arbeiði Grava og planera Grava og planera. Drena v.m. Gøtir, urtgard v.m Tlf 224910 Toyota Avensis 2.0 til sølu. 224910 Býli í Føroyum Íbúð ynskist til leigu Par søkir íbúð í meginøkinum. Roykja ikki. Gjalda til tíðina. Tlf 519056 Innbúgv Loppimarknaður Loppimarknaður og møblasølu á Traðavegður 16 í Tórshavn. Í døgunum 3, 4 og 5 aug frá kl 14.00 til 20.00. 212421 Ymiskt Jørð í Sandavági til sølu 1542 kvm av jørð í Sandavági til sølu Tlf 332760 LÝSINGARTORGIÐ