týsdagur 1. august 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86
22
Sosialurin
Tróndur Arge
HM endaspælið í Algeria er komið
at enda. Spania gjørdist heims
meistari, meðan Føroyar breyt øll
mørk og endaðu á 16. plássi. Spælar
arnir eru komnir heim og eru heiðr
aðir við manér á ólavsøku. Flestu av
teimum njóta gott av einum steðgi
frá hondbólti í nakrar vikur, áðrenn
farið verður í gongd aftur.
Nakrir í vandum umstøðum
í Føroyum og eitt nú Flensburg.
Aðrir royna nýggjar leiðir. Onkrir
í Føroyum, meðan aðrir skulu til
feløg í Íslandi og Danmark. Tíð
in er so smátt eisini komin til at
eftirmeta avrikið í Algeria. Venj
arar, spælarar og leiðslan í Hond
bóltssambandinum gera tað á sín
hátt, meðan vit á Sosialinum fara at
hyggja nærri at nøkrum tølum, sum
ídni fjepparin, Ásbjørn Nielsson
Nattestad hevur savnað saman.
Alt kann ikki lesast út frá tøl
unum, men onkur ábending sæst.
Millum annað tykist Helgi Hoydal
hava havt eitt gott endaspæl,
har hann bæði er toppskjútti og
umsetur flest skot til mál. Her kann
tó nevnast at Pætur Mikkjalsson,
sum somuleiðis spælir á strikuni,
eisini hevur góð tøl. Helst eru mál
møguleikarnir størri enn á hinum
plássunum, tá ein strikuspælari
kemur í skot støðu.
Helgi toppskjútti
Tølini vísa millum annað, at Helgi
H. Hoydal bleiv toppskjútti við 26
málum, meðan Áki Egilsnes skor
aði 25 mál og Hilmar Leon Jakob
sen 24 mál. Helgi Hoydal endar á
einum samlaðum 58. plássi fyri
toppskjúttar. Helst eitt tekin um,
at føroyska liðið ikki hevur eina
stjørnu, men styrkin liggur í eind
ini.
Síðani skulu vit eitt lop niður til
Róa Berg Hansen og Jónas G. Djur
huus, sum skoraðu hvør síni 16 mál
í HM endaspælinum.
Flest mál í allari kappingini
fingu Lasse K. Møller úr Danmark
og Skander Zaied úr Tunesia. Teir
skoraðu 76 mál í part.
Tølini vísa millum annað, at
Helgi Hoydal skoraði síni 26 mál
upp á 33 skot. Tað er næstan fýra
mál fyri hvørji fimm skot.
Tá hava Áki Egilsnes og Hilmar
Leon Jakobsen havt nógv fleiri
skot í miðal upp á mál. Hilmar Leon
Jakobsen skorar beint yvir eitt mál
fyri hvørji tvey skot, meðan Áki
Egilsnes skal brúka beint yvir tvey
skot, fyri hvørt máli. Av bakkunum
umsetti Kjartan Johansen flest
skot til mál. Hann skoraði 14 mál
upp á 25 skot. Tað verður eitt skor
ingsprosent upp á 56 prosent.
Allir tríggir vengirnir, Rói Berg
Hansen (16 mál), Sjúrður Olsen (11)
og Pætur Thomsen (10) skoraðu
meira enn aðru hvørja ferð. Rói
Berg Hansen skoraði upp á 60
prosent av sínum skotum, meðan
Sjúrður Olsen upp á 61 prosent og
Pætur Thomsen upp á 50 prosent
av skotunum.
Her kann nevnast, at Áki Egils
nes eisini skoraði okkurt av sínum
málum frá vonginum.
Ongin málmansvenjari
Í løtum høvdu vit málmenn, sum
stóðu ótrúliga væl, men í øðrum
løtum tóktist tað, sum tað manglaði
ein málmansvenjari. Tað hevur
sjálvandi verið ein raðfesting og
hevði møguleiki verið fyri tí, so var
ein málmansvenjari helst eisini ver
ið við.
Her skal eisini nevnast, at før
oyska liðið í flestu førum spældi
móti betri mótstøðu. Tí kann rokn
ast við, at skotini hjá mótstøðulið
num komu úr betri støðum, enn
skotini hjá okkara spælarum. Tað
kann so aftur umroknast til, at tað
skal meiri til hjá einum føroyskum
málverja at bjarga í miðal, enn tað
skal hjá einum málverja á mót
støðuliðnum.
Niklas Simonsen hevur millum
annað
eitt
bjargingarprosent
upp á 27,5 prosent, meðan Hørð
ur Trygvason hevur eitt bjarg
ingarprosent upp á 21,8 pro
sent. Í miðal hevði málverjin hjá
mótstøðuliðnum eitt bjargingar
prosent upp á 35 prosent. Lutfals
liga í mun til skot, so høvdu vit tor
førast við at skora móti Noreg, har
málverjarnir bjargaðu 41 prosent av
skotunum hjá okkum.
Ein munur er eisini á brots
køstunum, har vit skora upp á
11 av 17, sum gevur 64 prosent,
meðan
mótstøðuliðini
skoraðu upp á 23 av 28
brotskøstum. Tað er eitt
skoringsprosent, sum
er 82 prosent.
Vit verða
trýstir meir
enn hinir
Afturgangandi
fyri dystirnar í HM
endaspælinum
í
Algeria er, at okk
ara klára ikki at
spæla tveir dystir
upp í slag. Okkara
bestu dystir eru tá
vit hava havt hvíld.
Sigarnir móti Kili og
Suðurkorea, umframt stór
dystirnir móti Týsklandi og
Fraklandi.
Dystirnir móti Ungarn, Noreg
og Svøríki kunnu allir bólkast sum
dystir, har okkara ikki megnaðu at
spæla upp til okkara besta. Felags
fyri teir tríggjar dystirnar er, at teir
vóru seinna dagin, har spælt bleiv
dag um dag.
Tað er skjótt at koma til eina
niðurstøðu, sum sigur at føroysku
spælararnir ikki orka eins nógv
og mótstøðan, men so einfalt
er roknistykkið ikki. Tí eitt før
oyskt lið hevur ongantíð møgu
leika fyri at hvíla, ella spæla við
hálvari ferð. Meðan fleiri av betri
mótstøðulondunum hava møgu
leika at skifta út, og framvegis hava
betri spælarar enn mótstøðuliðið,
so er hetta ikki ein møguleiki fyri
okkum.
Tí spæla okkara spælarar nærri
øllum teir kunnu í einum dysti, enn
fleiri av mótstøðuliðnum. Tað kost
ar kropsliga. Nakað vit eisini síggja
á A-landsliðnum í fótbólti, har vit
mangan hava trupult við at spæla
seinna dystin, tá tað er landsliðs
umfar. Seinast sóu vit tað, tá vit
taptu 6-0 fyri Portugal á Tórsvølli,
eftir at hava vunnið á Lettlandi í
Riga fáar dagar frammanundan.
Her eru tølini
Tøl eru tøl og her eru nøkur av
teimum. Vit kunnu erpa okkum av,
at vit eru millum 16 tey bestu. At vit
hava ein liðanda og ein felagsvilja,
sum hini liðini ikki altíð hava. Vit
hava spælarar, sum toppa høgt,
men vit mugu eisini ásanna, at vit
kunnu ikki spæla undir okkara
besta og vænta sigrar.
Tá alt nú er komið at enda, er
týdningarmikið at hyggja fram til
komandi uppgávur. Tað kunnu vit
brúka tølini til at eftirmeta, hvat
kann gerast betri til eina aðru ferð
– og kanska staðfest júst hvussu
flott avrikini í Algeria vóru, tá vit
orkaðu.
trondur@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
Her er ein samanumtøka av avrikinum til HM endaspælið í Algeria
í tølum. Sum sæst, so hava fleiri føroyskir spælarar staðið seg
væl í kappingini. Her eru tølini handan U21 landsliðsavrikið
HM í Algeria:
HANDAN U21
LANDSLIÐSAVRIKIÐ