hósdagur 3. august 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
4. august 2017
Vit undrast støðugt á, hvussu lágum
støði politiska kjakið á tingi er á
Á ólavsøku legði løgmaður fram uppskot um
stjórnarskipan – eitt uppskot, sum allir flokk
ar hava nertlast við í 18 ár.
Eftir at uppskotið er lagt fram, hevur tað
verið heglað niður av andstøðuflokkum. Tí
verri høvdu fleiri av viðmerkjarum gloymt at
lisið uppskotið, áðrenn teir gjørdu viðmerk
ingar soleiðis, at tað sum teir fíltust á longu
var broytt.
Vit kunnu sjálvandi bara siga sum so,
at okkum tørvar onga stjórnarskipan. Vit
kunnu eisini bara siga sum Bárður Nielsen, at
vita hava eina grundlóg, sum tey í Danmark
samtyktu einaferð í fyrndini. Ella vit kunnu
gera so, sum løgtingið hevur ætlað í 18 ár: At
vit samtykkja eina stórnarskipan, sum hevur
tær grundleggjandi ásetingarnar, sum vit
vilja hava sum grundarlag undir landi og tjóð
okkara.
Hevur tað týdning, at vit staðfesta, at
valdið liggur hjá Føroya fólki? Vit hava hoyrt
fleiri forsætisráðharrar sagt, at ynskja før
oyingar til dømis loysing, so fáa teir loysing.
Men tað er ikki tað, sum meirilutin av Føroya
fólki ynskir. Og vit fáa tí heldur ikki roynt tað
av í verki. Eingin ynskir – heldur ikki sam
bandsfólk, at ultimativa valdið skal liggja hjá
donsku stjórnini ella hjá danska fólkinum.
Sjálvandi skal evsta valdið í Føroyum liggja
hjá føroyska fólkinum. Hvar annars?
Tað harmiliga er tó, at politikarar vilja
ikki kjakast um evnið yvirorðnað. Tað hevur
størri týdning at leggja uppskotsstillaranum
fótonglar, soleiðis at málið forkvaklast, áðr
enn tað kemur til alement kjak. Soleiðis er
føroyskur politikkur – tíverri.
Fólkaflokkurin stóð á odda, tá grundlóg
arnevndin varð sett á sinni. Anfinn Kallsberg
var løgmaður. Hóast flokkurin hevur sitið á
valdinum og við valdið síðani, so hendi einki.
Nú onnur hava tikið við, er í øllum førum
so mikið glið komið á málið, at eitt uppskot
fyriliggur. »Nátúrliga« reaktiónin hjá Jørgen
Niclasen er tí, at uppskotið skal sáplast niður.
Hetta er so desktruktivt, at tað er grátuligt
– at politikkur ríðir so niðarliga. Men tað sum
verri er, er at hetta er ikki eindømi fyri Fólka
flokkin. Hetta er bara nátúrliga reaktiónin hjá
føroyskum politikarum. Tað sum mótstøðu
fólkini siga er í útganspunktinum pillbýtt.
At hoyra politikarar er sum at vaða í
siroppi. Gævi satt at politikarar heldur valdu
at greiða frá sínum visjónum enn at hegla
hvønn annan niður.
Kvinnurnar á tingi og í landsstýri vera í øllum
førum menn í nøkur ár afturat.
Vit skrivaðu her á síðuni fyrr í vikuni, at hetta
verður broytt við nýggju stjórnarskipanini.
Kvinnur á tingi og í landsstýri eru sambært
stýrisskipanarlógini eru »løgtingsmenn« og
»landsstýrismenn«.
Sum vit frætta, so sita tey á Løgtingsskriv
stovuni og rætta uppskot og annað frá lands
stýriskvinnunum – og skriva, at tær eru »lands
stýrismenn«.
– Og Nei, »maður« merkir ikki menniskja.
Í fornnorrønum høvdu vit »kallmann« og
»kvennmann«, eins og í Íslandi. Tá ber saktans
til at siga, at maður merkir mennikskja – at vit
hava ikki bara mann (menniskja) og kvinnu
(hitt slagið av menniskja) skrivar ein til okk
ara, sum heldur hesa broyting hava stóran
týdning.
Hendan broytingin í stýrisskipanini skal
samtykkjast av tveimum løgtingum umframt
á fólkaatkvøðu. So
næstu árini verða
kvinnurnar fram
vegis menn.
Politiskt kjak sum at vaða í siroppi
politiskar kvinnur
Les eisini blaðið
á telefonini
27 ár og moyr
av dansi
Síða 22-23
Sjúrðarberg
fremsti trolarin
Siðsøga
Síða 26-27
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Fyrrverandi landsstýrismað
ur, løgtingsmaður, býráðs
limur, postmaður og blað
stjóri fyllir í dag 75 ár
Í dag fyllir Vilhelm Johannesen,
fyrrverandi løgtings- og landsstýr
ismaður 75 ár. Hann er føddur í
Klaksvík, har hann eisini vaks upp
og hevur búð alla ævi sína.
Vilhelm var fyrstu ferð valdur
á ting fyri Javnaðarflokkin í 1980
og sat á tingi til 2008, tá hann ikki
stillaði uppaftur.
Hann umboðaði Norðoyggjar í
løgtinginum, og fyri tíðina í lands
politikki sat hann í Klaksvíkar
býráð, har hann varð valdur í 1974
og sat fram til 1984.
Vilhelm trein á landspolitiska
pallin, tá hann í 1979 varð valdur í
landsstýri fyri Jákup Lindenskov,
sum tá varð valdur á fólkating. Vil
helm sat sum landsstýrismaður til
1981 og aftur frá 1985-89.
Vilhelm Johannesen var blað
stjóri á Sosialinum frá 1972 til 1979,
og hevur eisini arbeitt fyri Postverk
Føroya.
Hann er pápi Aksel V. Johanne
sen, Føroya løgmann og formann
Javnaðarfloksins.
75 ára dagurin hjá Vilhelmi verð
ur hildin í Gamla Seglhúsinum við
Klaksvíksvegin, frá í dag, 4. august,
frá klokkan 16 til 20.
Vilhelm Johannesen 75 ár
Aksel Vilhelmson Johannesen fór upp í politikk
tá pápin slepti í 2008. Hann hevur verið formaður
Javnaðarfloksins síðani 2011 og løgmaður síðani 15.
september 2015
Tær verða menn
nøkur ár afturat