hósdagur 3. august 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
3
SVIMJI
HYLURIN
ER
SLEPTUR
Ann-Mari av Skarði er
formaður í ovastevnu
nevndini, sum telur fimm
fólk, og sum nú á triðja árið
skipar fyri stevnuni.
– Høvðusendamálið
við stevnuni er at fáa eina
rúgvu av fólki til Nólsoyar.
Vit vilja vísa, hvussu stutt
ligt og hugnaligt tað er í
Nólsoy, sigur Ann-Mari av
Skarði. Tí bjóða vit øllum
føroyingum til Nólsoyar á
ovastevnu í vikuskiftinum.
Endamálið við stevnuni
er ikki longur at savna
pening til svimjihyl. Tí
hava øll tiltøkini á seinastu
stevnunum mestsum verið
ókeypis, sigur hon.
– Í nógv ár varð enda
málið við ovastevnuni at
savna pening til svimjihyl
í bygdini, sigur Ann-Mari
av Skarði. Tað var eitt stórt
ynski, sum lokala hetjan Ovi
Joensen, sáli, hevði. Nógvur
peningur bleiv savnaður
saman og byrjað varð at
byggja. Uppgávan bleiv
tíverri alt ov møtumikil,
og stevnurnar góvu lítið
fíggjarligt yvirskot, so
steðgur kom í arbeiðið. Nú
fleiri ár seinni eru flestu
nólsoyingar komnir til tað
niðurstøðu, at svimjihylur
í bygdini helst ikki verður
veruleiki. Vit eru ov fá fólk
og grundarlag er ikki fyri
svimjihyli, samstundis sum
orka ikki er at savna pening,
sigur Ann-Mari av Skarði.
Hóast dreymurin og
ætlanin um svimjihylin
meira ella minni er
slept, vilja nólsoyingar
framhaldandi heiðra Ova
og hansara bragd og halda
ovastevnu, sigur Ann-Mari
av Skarði. Samstundis
styrkir tað samanhaldið í
bygdini at skipa fyri einum
so stórum tiltakið.
– Tað eru einans gott 200
fastbúgvandi fólk í Nólsoy
og mestsum øll – ung sum
gomul – taka eina hond í í
fyrireikingunum á ein ella
annan hátt. Dagarnir eftir
ólavsøku er rokan um alla
bygdina og øll gera sítt til, at
bygdin tekur seg út á bestan
hátt, sigur Ann-Mari av
Skarði.
– Vit vóna, at nógv
fólk koma til Nólsoyar í
vikuskiftinum. Vit hava lagt
okkum eftir at seta eina skrá
saman, sum hevur okkurt
til øll, leggur Ann-Mari av
Skarði aftrat.
OVASTEVNAN
FYRI FRAMMAN
Aftur í summar boða nólsoyingar frá met nógvum ferðafólki í Nólsoy.
Ternan hevur so at siga verið full hvønn einasta dag. Og nú summarið
er farið at halla, eru nólsoyingar framhaldandi til reiðar at taka ímóti
hópin av gestum. Hetta vikuskiftið verður nevniliga Ovastevna.
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
O
vastevnan, sum hevur
fleiri enn 20 ár á baki, er
fastur táttur á summ
arskránni hjá nógvum
føroyingum, og verður hon í viku
skiftinum.
Bygdastevnurnar eru nógvar,
men Ovastevnan er nakað serstakt,
og eftir Ólavsøkuna og festivalar
nar, man Ovastevnan mangan
hava verið millum tær mest vitjaðu
stevnurnar í Føroyum.
– Ovastevna er stevnan í Nólsoy
har bygdafólkið ger alt, tey eru
ment, at bjóða tær vælkomnum
og vísa tær hvussu stuttligt, hugna
ligt og gott tað kann vera, at vera
í Nólsoy. Ovastevna er stevnan
fyri alla familjuna. Børnini kunnu
spæla frítt, meðan tey vaksnu
hugna sær í bygdasliga umhvørv
inum. Tú merkir veruliga, at tú er
komin á bygd, bara 20 minuttir úr
høvuðsstaðnum, siga fyrireikarar.
Skráin er løgd soleiðis, at tiltøk
eru allan dagin og byrja longu
leygarmorgunin. Hetta eru ikki
bara typisk stevnutiltøk, men eis
ini tiltøk, sum geva ein brellbita av
gerandisdegnum í Nólsoy. Leygar
morgunin byrjar við einum svimji
treffi, har fólk úr øllum landinum
koma at svimja, dyppa ella vassa á
hugnaliga sandinum á Malarenda.
Hetta tiltak er sprottið millum
svimjidamurnar í Nólsoy, sum
gerandisliga svimja ella dyppa á
Malarenda.
Sum nakað heilt serligt fyri
børnini hava fyrireikararnir heitt
á Dánjal á Neystabø, um at skipa
fyri sangløtu fyri børn. Hugskotið
kom Jensina Olsen við í fjør. Fyri
vaksin er tað púra nátúrligt at
sangløtur eru partar av stevnum
og festivalum, og tí eiga børn eisini
at kunnu fáa slíkar løtur, har tey
sleppa at merkja kensluna av at
syngja saman. Og soleiðis kom
'Nátturðasangur fyri børn' í lag,
greiða fyrireikararnir frá.
Í Nólsoy er ríkt tónleikalív og
nólsoyingum dámar væl at syngja
og spæla. Hetta sæst eisini aftur í
ovastevnuskránni. Kórkonsert við
kóri samansett til stevnuna við út
valdum sangarum undir leiðslu av
Leif Hansen verður í kirkjuni og
sama kór fer at skipa fyri serligari
kórsangløtu undir Botnagarði, har
øll fáa høvi at syngja við.
Við vælvild frá Strandferðsluni
er møguligt at koma um Nólsoyar
fjørð nærum hvønn tíma.