Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017 SOSIALURIN 89 4 Seinastu dagarnar hevur formaðurin í Ny Carlsbergfondinum, Karsten Ohrt, vitjað í Føroyum og keypt fleiri listaverk eftir føroysk listafólk.  Um ólavsøkuleitið er nógvar framsýningar, og tað tykist, sum hevur Karsten Ohrt gjørt sær dælt av hesum. Hann hevur verið á gátt bæði í Steinprent og til framsýningina hjá Jón Sonna Joensen í iNova, og sambært blogguni hjá Kinnu Poulsen hevur hann keypt listaverk bæði støðini. Jón Sonni Joensen váttar á facebookvanganum hjá framsýningini, at Ny Carlsbergfondurin hevur keypt seks, ella kanska sjey, av listaverkunum, sum hann sýnir fram í framsýniningini Viscera Construct í iNova á Hálsi, meðan Jan Andersson í Steinprent váttar fyri Kinnu Poulsen, at fondurin hevur keypt fleiri verk hjá Rannvá Kunoy. – Hetta er ein stórur heiður og eg royni framvegis at fata, júst hvat er hent, sigur Jón Sonni Joensen sjálvur. – Eitt innkeyp frá NCF er eitt slag av dygdarmerki og tí hevur slík søla størri týdning enn bara fíggjarligan vinning. Eg hugsi, at øll tey, sum vara av føroyskari list kunnu fegnast, tá tað gongur okkara listafólkum væl, skrivar Kinna Poulsen á bloggu síni. Bryggjarin Carl Jacobsen og kona hansara Ottilia settu grunnin á stovn í 1902 at virka danskari list til frama. Fondurin hevur áður keypt føroyska list. Mikudagin var markið fyri, hvussu nógv útlát jørðin natúrliga megnar at bera, rokkið.  Seinastu árini hevur ein óheppin siðvenja tikið seg upp – nevniliga at sonevndi »earth overshoot day«, ovnýtsludagurin, fellur alsamt fyrr á árinum. Tað merkir, at longu 2. august høvdu menniskju brúkt árskvotuna fyri vatn, jørð, reina luft og onnur náttúruevni, soleiðs, at jørðin ikki sjálv megnar at endurnýggja náttúruevnini. Innan sjey mánaðir hava menniskju sostatt dálkað meira enn jørðin megnar at bera, veitt fleiri djór, enn burðardygt er og drukkið meira vatn, enn jørðin framleiðir um árið. Tað eru WWF, altjóða grunnurin fyri náttúru og Global Footprint Network, ið kunngera uppgerðina á hvørjum ári. Sambært serfrøðingum, ið bretska tíðindablaðið, the Independent, vísir til, skulu 1,7 gongustjørnur til at nøkta nýtsluna hjá fólkinum á jørðini. Í Føroyum stavar nógv tann størsti parturin av vakstrarhúsgassinum frá dálkandi brennievnum, sum olju og burturkasti – tey svara til góð 91 prosent av samlaða vakstr­ar­hús­gass­inum. Sambært hagtølum, ið Um­hvørv­is­stovan hevur sett saman, eru Før­ oyar farnar at dálka al­samt meira seinastu árini, hóast politisku ætlanirnar eru at minka um útláti. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Oldurin er so fúkandi, flúgvandi inn á hollendarar. Sunnudagin og mánadagin vitjaði ísraelski sendiharrin Barukh Binah í Føroyum. Mánadagin skrivaði René Shaki Joensen undir sáttmála við íslendska felagið Grindavík. Mánadagin og týsdagin vitjaði bretski umhvørvis- og fiskivinnumálaráðharrin Michael Gove í Føroyum. Varðhaldsfongslingin hjá teimum báðum, sum eru skuldsettir fyri drápsroynd við øks á Íslandsvegnum, er longd. Mikudagin fekk Varðin Pelagic loyvi frá Tvøroyrar kommunu at endurreisa virkið, sum brendi. 60 uppskot eru komin, um hvat Hoydalar skulu brúkast til, tá Glasir flytir út. »Stjórnarskipan« MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur hevur BankNordik lánt út til føroyskar privatkundar 53 Arbeiðið at skipa eina føroyska grundlóg byrjaði í 1999. Ætlanin var, at hon skuldi til fólkaatkvøðu í 2000. ABC-samgongan, sum sat frá 2004 til 2008, broytti heitið til Stjórnarskipan. Nú er ætlanin, at hon skal til fólkaatkvøðu flaggdag næsta ár. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Sæð á Facebook: Skelti á Føðideildini á LS.  "Kontakt søges" Lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men turt. Hitin millum 10 og 12 stig. Lot til andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 3 til 8 m/s. Skýggjað fyrrapartin men út á dagin klárar í og sólin sær. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina millum 7 og 10 stig. Fleyr til gul av vestri ella ymsum ættum, undir 5 m/s. Sólin sær av skýfríum himli og tað verður turt. Hitin um 10 stig. 3-8 m/s 3-8 m/s -5 m/s Carlsberg keypir list í Føroyum Jørðin nátt markinum Um orðið sigur Sprotin (stjm.) meginreglur um stjórn og skipan ríkis, háttur ið samfelag verður stýrt eftir, stjórnarlag, stýrislag, stýrisskipan, fólkaræðislig stjórnarskipan Visti tú? At brasilianski fótbóltsspælarin Neymar kostar meiri enn Eysturoyartunnilin og Marknagilsdepilin tilsamans?