hósdagur 3. august 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. august 2017
sosialurin 89
5
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Skynsemi kundi avmarkað
tvær náttúruoyðingar
Jóhann Mortensen
útvarpsmaður
Um náttúruoyðingina á Sundi og reingingar í Tórshavnar býráð 13
Á
hugin hjá kommunum
við Skálafjørðin at fáa
alt tunnilsgrótið varð
umrøddur á fundi á
Vaglinum fyrst í juni. Tá segði bor
garstjórin seg ikki kenna “ákkurát
hesa detaljuna”. Men síðst í juni
visti borgarstjórin onki um áhug
an á Skálafjørðinum. Reinging
– gloymskni?
Í Glyvurshaganum bora teir og
spreingja. Stórar gravimaskinur
fylla stórar gular dumparar. Og
grótbátar flyta grót niðan í fjørðin.
Grótið verður slept á botn uttan fyri
Skansaboðarnar. Tað gongur við
ferð. J. & K. duga væl. Nógv verður
skotið í Glyvurshaganum. Inntrivið
í náttúruna er stórt.
Eina aðrastaðni í Suðurstreymoy
bora og spreingja menn eitt hol inn
á Strendur. Náttúrusárið á Hvíta
nesi er grefligt. Men tað var bara
fyrsta náttúruinntrivið í sambandi
við Eysturoyartunnilin.
Úr holinum – sum tað abstrakta
hugtakið, “tíðin krevur tað”, er eitt
dømi um – skulu 500.000 rúm
metrar av gróti koyrast. Grótið
verður koyrt inn í fjøruna á Sundi.
Hetta er annað náttúruinntrivið
í sambandinum við tann heilaga
tunnilin. Meirilutin í Tórshavnar
býráð samtykti ætlanina 2. mars í
ár. Hóast fólkið við fjørðin harðliga
mótmælti ætlanini. Og býráðið hev
ur gjørt ein sáttmála við trøllið, sum
kallast Tunnilsfelagið, um at taka
ímóti grótinum. Og eftir 27. apríl-
sáttmálanum hjá borgarstjóranum
skal tað brúkast til eina náttúruoyð
ing á Sundi. Ta størstu í hesi øldini.
Taka vit saman um:
• Vit gera eitt stórt náttúruinn
triv í Glyvurshaganum fyri at fáa
grót til Skansabryggjuna. Náttúr
uoyðing 1.
• Úr Tangafirði – og síðani av
Hvítanesi – skulu einir 60.000 bil
lastir koyra grót inn á Sund. Hetta
fyri at fremja eina aðra náttúroyð
ing. Náttúruoyðing 2.
Í staðin fyri at fremja ta hálov
aðu grótfyllingina inni á Sundi við
tunnilsgróti, kundi grótið verið
brúkt til Skansabryggjuna. Hetta
hevði verið tann mest skynsama
loysnin, um málið verður skoðað
yvirkskipað.
Vit høvdu avmarkað náttúru
oyðingina í Glyvurshaganum, og
vit høvdu sloppið undan náttúru
oyðingini, á Sundi.
Vit høvdu spart spart pening og
náttúru. Tað hevði verið náttúru- og
umhvørvispolitikkur, sum var fram
komin og sum var ein heildarloysn.
Land og kommuna fremja nú í
verki føroyskan politikk, tá hann er
bestur. Sum so ofta áður: Arbeiðið
er ikki nóg væl lagt til rættis. Og tað
er slettis ikki samskipað.
Kann ikki brúkast
– kann brúkast
Kaldbaksnevndin og á-hugabólkur
in vóru á fundi við býráðslimir og
embætisfólk í Tórshavnar komm
unu 6. juni. Tá reisti Karstin Vang, í
á-hugabólkinum, henda spurningin.
Havnameistarin svaraði, at grót
ið kundi ikki brúkast. Tað kundi
heldur ikki siglast av Hvítanesi – úr
Ryssugili – til Havnar. Hólmaleiðin
forðaði. Bara forðingar. Eingir
møguleikar. Ongin onnur loysn.
Í somu viku fekk eg greitt at vita
frá serkunnleika innan hetta ar
beiðið, at grótið kundi væl brúkast.
Og í síðstu viku nevndi ein verk
frøðingur, at tunnilsgrótið kundi
saktans brúkast sum ífylla í Skansa
bryggjuna. Tað var líkaso frægt sum
grótið úr Glyvurshaganum.
Hetta sera ódámliga málið um
tunnilsgrótið hevur avdúkað nógv
viðurskifti, sum ikki søma seg
einum framkomnum samfelagi, eini
høvuðsstaðarkommunu og einum
fólkaræði:
Vánalig og vantandi ráðgeving,
vantandi hoyringar, reingingar,
rangsnúgvingar, lygnir, fólaræðið er
sett til viks o.s.fr. Og so eru bygdir
nar við Kaldbaksfjørð vanvirdar og
eyðmýktar.
Mann hoyrir tað, mann vil hoyra
Eitt tað mest margháttliga dømi
um reinging í hesum máli hoyrdu
vit av Gotlandi, tá borgarstjórin
og varaborgarstjórin vóru til
oyggjaleikir. Tá segði borgarstjórin
í útvarpssamrøðu, at hon visti
onki um áhugan fyri grótinum í
teimum trimum kommunum við
Skálafjørðin. Borgarstjórin nærum
illneitaðist, tí borgarstjórin í Runa
vík dittaði sær at koma fram við
hesum tá.
– Hvussu ber tað til, at øll við
áhuga fyri grótmálinum vistu tað,
men ikki borgarstjórin í høvuðs
staðnum? Hava fólk í fyrisitingini
ikki upplýst borgarstjóran um tað?
Er tað ikki ein skylda?
Á fundinum á Vaglinum 6. juni
nevndi Sámal Petersen, í á-huga
bólkinum, júst hetta. Hann segði
seg vita frá álítandi keldum á
Skálafjørðinum, at “í fyrstani fekk
Tunnilsfelagið at vita frá Tórs
havnar kommunu, at kommunan
var ikki áhugað í grótinum. Tí fór
Tunnilsfelagið í samráðingar við
Runavíkar kommunu um at fáa alt
grótið til Runavíkar. Men knappliga
vísti Tórshavnar kommuna áhuga”.
“Tí kundi eg hugsa mær at spurt:
Hvar er ætlanin hjá tykkum. Tá tit
fyrst siga, at tit ikki vilja hava grótið,
men so vilja hava grótið allíkavæl.
Eg haldi, at tað er so óseriøst”, legði
Sámal aftrat.
Forhandlingar og taktikkur
Borgarstjórin: “Ja, takk fyri. Eg
kenni ikki akkurát hasa detaljuna.
Men Jónsvein kann kanska greiða
frá”?
Havnameistarin: “Eg haldi nett
up hatta var ein spurningur um for
handlingar við Tunnilsfelagið, har
tað varð spælt út við einum rætti
liga høgum prísi, og kommunan
segði, at vit ikki eru áhugað at
keypa fyri tann prísin, og so kom
prísurin niður. So tað er eisini ein
spurningur um ... eitt sindur av tak
tikki uppi í einari forhandling um,
hvussu ið man kom fram til grótið
ella ikki.”
Hoyrdi borgarastjórin ikki
spurningin hjá Sámali Petersen og
svarið hjá havnameistaranum?
Um borgarstjórin hoyrdi spurn
ing og svar, er spurningurin, um
borgarstjórin segði satt í útvarps
samrøðuni av Gotlandi. Tá segði
borgarstjórin – eftir at borgarstjórin
í Runavík í sama innslagið hevði
greitt frá áhuganum fyri grótinum
á Skálafjørðinum – at borgarstjórin
kendi einki til áhugan fyri grótinum
á Skálafjørðinum.
Vit kunnu ikki júst siga, at
býráðslimir í Havn hoyra tað, vit
í Kaldbak siga. Men endurgivnu
orðini við skráskrift vórðu so søgd í
Ingálvshøll á Vaglinum tann 6. juni!
Í Niðaru Soylugørðum í Kaldbak, á ameriska
frælsisdegnum 4. juli 2017
»Í Glyvurshaganum bora teir og spreingja.
Stórar gravimaskinur fylla stórar gular dump
arar. Og grótbátar flyta grót niðan í fjørðin.
Eina aðrastaðni í Suðurstreymoy bora og
spreingja menn eitt hol inn á Strendur. Tað var
bara fyrsta náttúruinntrivið í sambandi við
Eysturoyartunnilin«