hósdagur 3. august 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
6
PERSÓNSSØGA
AVGERANDI FY
MEG AT STJÓRN
SKIPANIN VIRÐ
GRUNDLÓGINA
SÓLVIT E. NOLSØ
SOLVIT@SOSIALURIN.FO
M
eðan Aksel V. Jo
hannesen, løgmaður,
á Ólavsøku legði út
uppskot um stjórn
arskipan Føroya til almenningin at
taka støðu til, var danski forsæt
ismálaráðharrin í Føroyum sum
ferðandi familjumaður. Hetta er
ikki fyrstu ferð, at stjórnarskipanin
er komin upp at venda í Føroyum
og søgan sigur okkum, at danskir
forsætismálaráðharrar ikki eru
serstakliga nøgdir við støðuna, tá
ið Føroyar byrja at nærkast egnari
stjórnarskipan. Í so máta má stað
festast, at støðan í ríkisfelagsskap
inum ikki er broytt. Men tað er ikki
stjórnarskipanin, sum er orsøk til,
at Lars Løkke Rasmussen hendan
dagin er í Føroyum og er tøkur til
eitt prát við Sosialin um tað, sum
hendir í heiminum, í ríkisfelags
skapinum og í Føroyum.
Hendan sunnudagin eftir ólav
søku hava vit sett okkum í Kafé
Kaspar, at seta Lars Løkke Ras
mussen nakrar spurningar, millum
annað um stjórnarskipanina, ið
skal til fólkaatkvøðu í næsta ár.
Ein løta gongur, so koma for
sætismálaráðharrin og mynda
maðurin hjá Sosialinum spákandi
niðan eftir Áarvegnum og koma
inn.
Lars Løkke Rasmussen er kend
ur sum ein fólksligur politikkari,
sum dugir væl at samskifta og
samrøða. Hann byrjar eisini sjálvur
prátið okkara millum og prátið fell
ur beinavegin á ólavsøkuna, sum
júst var farin framvið.
– Her eru færri fólk enn í gjár.
Tað vórðu ótrúliga nógv fólk úti í
gjár ha? Eg segði við Sólrun, at eg
helt ikki tað vórðu so nógv fólk úti
sum onkuntíð fyrr, men tað komu
fleiri og fleiri sum dagurin leið.
Honum fellur eisini lætt at tosa
við starvsfólk og gestir, sum vilja
fáa orðið á hann. Hann letur til at
kenna seg væl til rættis í Føroyum
og sambært honum sjálvum, so ger
hann eisini tað.
– Eg havi størri frælsi í Føroyum
enn í Danmark, og tað dámar mær
væl. Tó vil eg siga, at tað koma fleiri
fólk yvir til mín og vilja práta, enn
tað koma í Danmark. Sum oftast
er tað fyri at siga, at tey eisini eiga
hús við Gjógv, ella eru í familju við
konu mina ella okkurt tílíkt og tað
er fínt. Tað dámar mær væl, sigur
Lars Løkke Rasmussen.
Hann sigur víðari, at Føroyar
hava sjálvandi havt stóran týdning
fyri seg og familjuna. Dentur verð
ur lagdur á, at børnini læra før
oyskt og kenna sín uppruna her.
Hann sigur, at har hevur føroyska
omman, Bergljót av Skarði, havt
ein stóran leiklut eisini. Hon hevur
lagt nógv í, at ommubørnini skilja
føroyskt.
Avgerandi at
stjórnarskipanin virð
ir grundlógina
Føroyingar skulu skjótt á eina
fólkaatkvøðu um eina føroyska
stjórnarskipan. Tað er ikki eitt full
veldisskjal, ið vit skulu taka støðu
til, men heldur ein staðfesting av,
at tá samanumkemur, so liggur
valdið í Føroyum hjá okkum sjálv
um og at føroyska fólkið hevur
sjálvsavgerðarrætt og fullan rætt
at siga allar stjórnarrættarligar
sáttmálar og altjóða avtalur upp.
Spurdur um hvat støða hansara
er, um nú føroyska fólkið atkvøður
fyri eini føroyskari stjórnarskipan,
svarar hann skjótt:
– Lat meg staðfesta beinavegin,
at eg eri heitur talsmaður fyri rík
isfelagsskapinum og sum eg havi
skilt arbeiðið við hesum stjórnar
skipanaruppskoti, so er hetta eitt
skjal, sum virðir verandi grundlóg
og stjórnarskipan og tað er avger
andi fyri meg, sigur Lars Løkke
Rasmussen.
Grønland hevur eisini sett ferð
á arbeiðið við at gera ein stjórn
arskipan, men tey eru ikki komin
eins langt sum Føroyar. Lars Løkke
Rasmussen sigur, at grønlendingar
mangla at stinga ein kós út í kortið
og siga, hvørt tað er loysing tey
vilja ella ikki. Hann viðurkennir
tó, at tað kann verða torført hjá
grønlendsku politikarunum at
arbeiða við hesum, tí tað er ein
sannroynd, at fyri hvørja almenna
krónu, sum verður brúkt í Grøn
landi, eru 50 oyru komin úr Dan
mark.
– Har eru Føroyar komnar long
ur framá enn Grønland og tað
haldi eg sæst aftur í arbeiðnum
við stjórnarskipanini, sigur Lars
Løkke Rasmussen.
Lars Løkke Rasmussen sigur,
at hann skilir væl ynski hjá einum
fólki at skipa seg sjálvi og tað hev
ur hann stóra virðing fyri, men at
hann altíð fer at tosa fyri einum
felagsskapi, heldur enn at lond
taka seg úr einum samstarvi. Hann
sigur, at tað hoyrast røddir í fleiri
londum, sum siga, at tað loysir seg
líka væl at standa einsamallur,
men hann heldur at tey hava ikki
skilt virðið í einum samstarvi.
– Føroyska samfelagið hevur
ment seg við rúkandi ferð í nógv
ár og ger tað framvegis. Tað hevur
uppiborðið alla virðing. Tó vildi eg
mett, at tað hevur eisini fyrimunir
fyri føroyingar, at í somu løtu tey
koma til Danmarkar, so hava tey
somu rættindi sum danir. Eisini
viðvíkjandi teim samstørvum,
sum vit hava við onnur lond,
kunnu føroyingar njóta gott av.
– Lat meg staðfesta beinavegin, at eg eri heitur talsmaður fyri ríkisfelagsskapinum
og sum eg havi skilt, er hetta eitt skjal, sum virðir verandi grundlóg og stjórnarskipan
og tað er avgerandi fyri meg, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri
í Danmark. Sosialurin hevur hitt Lars Løkke Rasmussen til eitt prát um
stjórnarskipanina, um nýskpanir, um ES og um at ferðast í Føroyum.
framhald