Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017 SOSIALURIN 89 8 PERSÓNSSØGA Eft­ir míni sannføring, er samstarv altíð lykilin til framburð, sigur Lars Løkke Rasmussen. Uttanríkisráðharrin í Danmark, Anders Samuelsen, segði herfyri við grønlendskar miðlar, at Føroyar og Grønland geva Danmark eina sterk­ari rødd á uttanríkispolitiska pall­inum og at tað hevði stóran týdn­ing fyri Danmark. Spurdur um hetta sigur Lars Løkke Rasmussen, at tað er rætt í sær sjálvum, men at tað er ikki avgerðandi fyri rík­is­fe­ lags­skapin. – Á nøkrum økjum fáa vit eina sterk­ari rødd, tað er víst. Á arktiska øk­in­um til dømis. Tó er tað ikki mín fatan, at okkara støða í einum al­tjóða samanhangi, stendur og fell­ur við ríkisfelagsskapinum, sig­ ur Lars Løkke Rasmussen. Vil ikki blanda seg í føroyskan politikk Lars Løkke Rasmussen sat sum ráð­harri í innlendis- og heilsu­mál­ um og sum fíggj­a­r­mála­ráð­harri, í stjórn­un­um hjá Anders Fogh Ras­mus­sen frá 2001-2009, tá Fogh Ras­mus­sen fór frá sum for­sæt­ is­málaráðharri og gjørdist aðal­ skriv­ari í hernaðarsamgonguni NATO. Lars Løkke Rasmussen gjørd­ist eftirmaður hansara sum for­sætismálaráðharri. Sum ráðharri framdi Lars Løkke Ras­mussen fleiri nýskipanir. Mill­ um annað stóð hann fyri eini komm­unu­nýskipan, tá talið av komm­un­un­um lækkaði úr 271 nið­ur í 98, umframt at 14 sýslur í Dan­mark, blivu minkaðar niður í fimm økir, ið hvør í sínum lagið fingu ábyrgd av sjúkrahúsum og al­mennum flutningi. Eisini stóð hann á odda fyri størstu lækking í margi­nal­skattinum í Danmark síð­an 1903, tá hann sat sum fíggj­ ar­mála­ráðharri. Í fleiri ár hava vit í Føroyum tos­að um nýskipanir innan fleiri øk­ir og millum annað hevur bú­ skap­ar­ráðið fleiri ferðir sagt, at pol­it­iska skipanin eigur at seta fleiri nýskipanir í verk. Tó tykist tað verða torført hjá okkara fólka­ valdu at gjøgnumføra tær. Tá eg spyrji hann, um hann hev­ur nøkur góð ráð til okkara pol­it­ikk­arar, tá umræður at fáa ný­skip­anir avgreiddar, aftrar hann seg við at geva ráð ella blanda seg uppí føroyska politikk. – Nei, eg haldi meg frá at geva ráð ella blanda meg uppí. Yv­ir­skip­ að kann eg siga, at tá umræðu ný­ skip­an­ir, er umráðandi at hava ein so breiðan meirluta sum gjørligt, tí annars er vandin altíð til staðar, at skipanir verða broyttar tá ein nýggj stjórn tekur við, sigur Lars Løkke Rasmussen. ES fekk stóran hvøkk eftir Brexit Danmark hevur verið partur av ES síðan 1973, tá danir fóru upp í felagsskapin saman við Stóra Bret­ landi og Írlandi. Tað hava verið remb­ingar av og á í parlagnum mill­um ES og Danmark, men sam­ an­umtikið er Danmark ein trúgvur part­ur av ES, sum ikki fer at fara nakr­an veg úr ES tað næstu tíðina. Tað hava leiðslurnar í flest øllum donsk­um flokkum sagt. Lars Løkke Rasmussen er sjálv­ ur ein íðin fjeppari av ES. Hann ásann­ar tó, at ES kom í trupulleikar av Brexit. Eingin væntaði, at tað fór at henda og eingin hevði lagt upp fyri, at eitt land fór at melda seg úr. Hann fegnast tó um, at hini 27 lond­ini, sum eftir eru, nú síggja til at hava ein vilja til at styrkja fe­lags­ skap­in. – Tað er eingin ivi um, at ES hev­ur brúk fyri broytingum, so at lond­ini kenna seg væl sum limir. Eg plagi at siga, at ES skal verða lítið í teimum lítlu viðurskiftunum og stórt í teimum stóru. Tað skulu vit fara aftur til, sigur Lars Løkke Ras­ mus­sen. Lars Løkke Rasmussen sigur, at tað er eingin loyna, at Evropa hev­ ur stórar avbjóðingar í løtuni. Bæði hvat viðvíkur politikki, trygd og ikki minst, flóttafólki og til­flyt­ar­ um. Hann sigur, at londini í Evropa hava ikki gjørt seg væl út at taka ímóti teim nógvu fólkunum, sum koma inn í Evropa. Tað eru serliga lond­ini sunnanfyri, sum líða av tí. – Alíkavæl kenni eg á mær, at tað eru orsøkir til bjartskygni, í øll­um førum stillisliga. Tað eru fleiri, ið nú taka undir við, at broyta ES grundleggjandi, so tað verð­ur betur pláss fyri teim ymsu lond­un­um og teirra ymiskleika og hvussu skipaninar verða nýttar í teim ymsu londunum. Til dømis hava nógvir danir torført við at skilja, hvussu ein úr eystur Evropa kann koma til Danmarkar og fáa al­menna hjálp, sum viðkomandi send­ir heim til familjuna. Tað eru peng­ar, sum danir hava arbeitt fyri. Tað eru ymisk viðurskiftir, sum vit arbeiða við og har haldi eg, at eg til dømis havi ein samstarvsfelaga í nýggja franska forsetanum, sigur Lars Løkke Rasmussen. Hann sigur víðari, at nú hevur Ev­ropa brúk fyri at halda saman, tí amerikanski forsetin, Donald Trump, tosar nógv um at føra eina meira verjukenda linju sum forseti, sum millum annað hevur við sær, at lond hyggja heldur til Evropa enn USA og vóna at fáa millum ann­að handilsavtalur. – Fleiri lond koma til okkara nú og ynskja samstarv. Serliga síðan Don­ald Trump gjørdist forseti. Til dømis hava vit gjørt eina frí­ hand­ils­av­talu við Japan herfyri. Tað hevur við sær, at Evropa má halda saman. Jú størri vit eru sum markn­aður og samstarvsfelagi, áhuga­verd­ari eru vit og betur av­ tal­ur fáa vit, sigur Lars Løkke Ras­ mus­sen. Er brýndur við árununum Fyrstu ferð Lars Løkke Rasmussen var valdur politikkari, var í 1985, tá hann sum 21 ára gamal varð valdur í bý­ráðið í Græsted-Gillelje. Árið eft­ir gjørdist hann formaður fyri Vens­tres Ungdom. Síðani gingu átta ár og trý fólkatingsval, uttan at hann bleiv valdur inn. Í 1994 bar tó til. Tá bleiv hann valdur inn á Fólka­ting fyri fyrstu ferð og har hev­ur hann verið síðan. Tá var hann 30 ára gamal. Í dag eru 23 ár gingin síðan hann gjørd­ist ein partur av teim bonaðu gólv­un­um á Christiansborg og sum hann situr í dag, so viðurkennir hann, at 30 ára gamli Lars Løkke og 53 ára gamli Lars Løkke, eru ikki heilt somu persónar. Hann hugsar seg væl um, áðr­ enn hann lýsir munin á sær sjálv­ um fyrr og nú. – Eg eri ikki so skarpur í kant­ un­um longur. Tað var eg tá eg var ung­ur og eg hevði eina turkatrúgv uppá, at tað, sum eg segði var tað rætta. Nú eri eg rundari tá eg úttali meg og hugsi kanska meira um, hvussu eg úttali meg. Eg royni at hugsa meira savnandi í dag enn eg gjørdi tá eg var ungur og við aldr­ in­um skilir ein betur tað, sigur Lars Løkke Rasmussen. Hann sigur víðari, at tað er all­ ar­helst ein avleiðing av at gerast eldri og hava verið ígjøgnum nógva meira enn ein hevur á yngri árum. Er tað neyðugt hjá tær at verða á miðj­uni? Er tað ikki eisini neyðugt at verða hugsjónarligur og kunna siga, at her til og ikki longur? – Eg havi sjálvsagt eina hugsjón og tað er sjálvandi neyðugt at hava eina hugsjón. Tó hevur lívið lært meg, at vit skulu øll verða her og tað má so finnast eina máti at gera tað frægast uppá, sigur Lars Løkke Ras­mus­sen. framhald Eg havi størri frælsi í Føroyum enn í Danmark og tað dámar mær væl. Tó vil eg siga, at tað koma fleiri fólk yv­ir til mín og vilja práta, enn tað koma í Danmark