hósdagur 3. august 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
9
Einans ein fjórðingur av teimum, sum
fóru undir akademiskan bachelorlesnað
á Fróðskaparsetrinum í 2013, eru vorðin
liðug við sína útbúgving í dag.
SKELKANDI
FÁ VERÐA
LIÐUG
Nógvur peningur er settur av til
Fróðskaparsetrið, og á temasíðunum
hesaferð, kagar Sosialurin í hagtølini
fyri hvussu nógv lesandi í veruleikanum
megna sína lesnað. Eisini hyggja vit
nærri at fólkafrøðiligu samansetingini
á ymsu útbúgvingunum – hvussu
gomul tey lesandi eru og hvussu
kynssamansetingin er. Tað tykist
verða sjáldsamt, at ungir føroyingar
fara beinleiðis undir víðari lesnað,
meðan tey, sum yvirhøvur fara undir
lesnað, í stóran mun eru kvinnur. Á
temasíðunum tosa vit við fakfelagsfólk,
hvørt tað kann hava við sær avleiðingar,
at kynsbýtið er somikið ójavnt.
Fróðskaparsetrið:
TEMA