Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017 SOSIALURIN 89 10 Fróðskaparsetrið MORTAN ØSTERØ Við tølum av Fróðskaparsetrinum fyri hvussu nógv byrja eina útbúgving, og gera seg liðug við júst ta útbúgvingina, sær út til, at tey lesandi antin skifta útbúgving ella gevast – serliga, um farið verður undir tær meira akademisku bachelorútbúgvingarnar. Frægari stendur nevniliga til við teimum meira yrkisrættaðu útbúgvingunum. Fráfallið av næmingum á útbúgvingum hjá Fróðskaparsetrinum eru fallandi, men framvegis væl omanfyri hvat fráfallið á donsku útbúgvingunum eru. Innan akademisku bachelor útbúgvingarnar, eru omanfyri helmingurin av næmingunum givnir, meðan yrkisrættaðu útbúgvingarnar hava lakari tøl, tó at nærum helvtin av teimum, sum fóru undir sína lærara, sjúkrarøktar- ella námsfrøðiútbúgving í 2012, nú eru givin. Verður hugt eftir, hvussu nógv gera seg liðug við sína útbúgving, bera tølini ikki fram nakra sólskinssøgu. Eitt nú hava bert átta prosent av teimum, sum fóru undir lívfrøðiliga útbúgving á Setrinum í 2012, tikið endaligu próvtøkuna, meðan fimm prosent av teimum á søguholdinum frá 2013 kunnu rópa seg bachelor í søgu frá Fróðskaparsetrinum í dag. Aftur her, eru yrkisútbúgvingarnar væl omanfyri, har ikki færri enn 85 prosent av teimum sjúkrarøktarfrøði lesandi frá 2012 eru vorðin liðug við sína útbúgving í dag. Verður fráfallið samanborið við Danmark, sæst, at í miðal eru áleið 14 prosent av teimum yrkislesandi fallin frá síni útbúgving seinastu árini, meðan fráfallið fyri sama tíðarskeið á Fróðskaparsetrinum liggur um 32,1 prosent. Fyri tær akademisku bachelorútbúgvingarnar tvørtur um donsk universitet, er fráfallið um 16 prosent seinastu árini, meðan áleið 53 prosent av teimum á akademisku BA-útbúgvingunum á Fróðskaparsetrinum eru givin við sínar útbúgvingar í sama tíðarskeiði. Harafturat sæst í hagtølunum, at talið av skrásettum lesandi er hægri enn talið av teimum, sum antin eru givin ella liðug við sín lesnað. Tað bendir á, at tey lesandi eisini hava ilt við at verða liðug innan ásettu 3-4 árini fyri sínar útbúgvingar, og heldur nýta longri tíð at standa sínar endaligu royndir. Nýtt lestrarár er um at byrja, og fleiri fara undir nýggjar útbúgvingar. Hetta vikuskiftið setir Sosialurin sjóneykuna á hvussu nógv lesandi megna at gera seg liðug við sínar útbúgvingar HELVTIN GEVST Liðug rættstundis í Danmark Aalborg Universitet – 75 % liðug rættstundis Syddansk Universitet – 29 % Copenhagen Business School – 25 % Aarhus Universitet – 23 % IT-Universitetet – 20 % Københavns Universitet – 16,5 % Roskilde Universitet – 13 % Danmarks Teknologiske Universitet – 9 % FRÁFALL Í DANMARK Akademiskar bachelorútbúgvingar 2012 2013 2014 Københavns Universitet 13,1% 12,6% 14,4%  Copenhagen Business School - Handelshøjskolen 16,8% 13.80% 15,4% Danmarks Tekniske Universitet 15,7% 19.40% 18,5%  Roskilde Universitet 15,0% 15.60% 16,3%  Aarhus Universitet 21,5% 17.80% 19,4%  Aalborg Universitet 15,5% 15.80% 17,8%  TILSAMANS 16.3% 15.80% 17.0% Yrkisútbúgvingar 2012 2013 2014 Professionshøjskolen Metropol / Metropolitan UC 14.10% 11.80% 12.90% Professionshøjskolen VIA University College 11.10% 12.00% 11.70% Professionshøjskolen University College Nordjylland 15.70% 15.30% 14.20% Professionshøjskolen UCC 13.60% 13.70% 12.60% Professionshøjskolen Sjælland University College 18.30% 19.50% 15.40% Professionshøjskolen UC Syddanm. 14.60% 13.80% 14.30% Professionshøjskolen Lillebælt University College 12.70% 12.70% 12.10% TILSAMANS 14.30% 14.10% 13.30% Kelda: Danske Universiteter / Danska Útbúgvingar- og granskingarmálaráðið Hvussu nógvan stuðul fáa tey lesandi? 4.315 kr/mðn 47.465 kr/árið 142.395 kr fyri 3 ára útbúgving. Eitt ára seinking kostar sostatt 47.465 kr afturat. KELDA: STUDNI Tølini eru fyri árgangir, byrjaðir í ávikavist 2012, 2013 og 2014 og síðani hvussu tað hevur gingist teimum lesandi