hósdagur 3. august 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
12
TEMA: Fróðskaparsetrið
MORTAN ØSTERØ
T
urid Christophersen, for
kvinna fyri Ráð teirra
lesandi á Fróðskapar
setrinum, er ikki bilsin
um tølini fyri fráfallið á Fróðskap
arsetrinum, men vísir á, at tað er
nakað, sum tey javnan hava á máli.
– Hetta eru tíanverri ikki tíðindi
fyri meg. Fyrst og fremst síggi eg
ikki nakran trupulleika í, at ung
royna seg fram á eini útbúgving.
Tað er ikki pent í tølum – men fyri
tey er tað ein menning, at tey skifta
frá eitt nú orkuverkfrøði til at lesa
til lækna ella okkurt triðja. Tá er
frægari, at tey royna eina útbúgv
ing og skifta tíðliga, heldur enn trý
ár seinni, tá ið tey eru um at vera
liðug – ella enda við at fullføra eina
útbúgving, sum tey ikki ynskja sær,
sigur Turid, og heldur fram.
– Vit tosa øgiliga nógv um frá
fall, og tað eru helst fleiri orsøkir
til hví nógv detta burtur frá sínum
útbúgvingum. Ein av orsøkunum
fyri fráfallið fyri samfelagsligu
næmingarnar er kanska, at tey
lesandi ikki høvdu sína útbúgving
sum fremstu raðfesting, men end
aðu við at taka av tilboðnum, sigur
Turid.
Tað sæst aftur í feskastu tøl
unum frá Fróðskaparsetrinum
um upptøku og umsóknartal, at
tað er heldur margháttligt við
søgu- og samfelagsdeildini. Talið
av upptiknum er nevniliga hægri
enn talið av umsøkjarum. Talan
er helst um, fleiri umsøkjarar ikki
hava fingið bjóðað útbúgvingina
á síni fyrstu raðfesting, men ta á
eini lægri raðfesting. Turid Christ
ophersen vísir á, at tað kanska
eisini hongur saman við, at tað
kann vera torførari at meta um
hvat ein verður til sum samfelags
frøðingur í mun til, at ein er vísari
í sínum framtíðarstarvi við yrkis
útbúgvingunum.
– Lesir tú sjúkrarøktarfrøði,
námsfrøði ella til lærara, er rætti
liga greitt hvat tú verður. Tað er
ikki altíð so einfalt at vita júst
hvat ein verður, um man hevur valt
sær eina samfelagsliga útbúgving.
Møguliga man bert hevur valt av
fakligum áhuga, men síðani ikki
dugir at síggja fyri sær hvussu tað
skal umsetast til eitt ítøkiligt starv,
og tískil velur at gevast, sigur hon.
Trong fíggjarkor
Tað greiðir tó ikki frá hví føroysk
lesandi skulu vera raskari at leggja
frá sær, enn tey lesandi í Danmark.
Í Danmark er helst eisini galdandi,
at yrkisútbúgvingarnar greiðari
spegla framtíðarstørv enn tær aka
demisku útbúgvingarnar.
– Í Føroyum ger tað seg serliga
galdandi, at tað eru trong fíggjar
kor. Bústaðirnir eru ógvuliga kostn
aðarmiklir – góðar 6.000 krónur
um mánaðin, meðan studningurin
er beint yvir 4.000 krónur. Tekur
man lánið omaná, eigur man so
akkurát fyri húsaleiguna, men
ikki til uppihaldið. Tá er sjálvsagt,
at tey lesandi noyðast at arbeiða
við síðuna av lesnaðinum, sigur
forkvinnan fyri Ráð teirra lesandi.
– At tey lesandi arbeiða við síð
una av lesnaðinum er ikki nega
tivt í sær sjálvum, men tað gongur
útyvir hvussu væl tey kunnu rað
festa sína útbúgving. Fleiri hava
nevniliga ilt við at seta 40 tímar
av til lesnað, umframt at røkja
eitt starv á 20 tímar um vikuna.
Tá eru ikki nóg mikið av tímum
í døgninum. Summi lesandi hava
eisini børn frammanundan, og
skulu brádliga venja seg við at fáa
gerandisdagin at hanga saman við
eini væl lægri upphædd enn teirra
mánaðarløn frá fasta starvinum,
leggur Turid Christophersen
afturat.
Ábøtir á Setrinum
Á Setrinum eru eisini royndir at
bøta um fráfallið av lesandi, eitt
nú við hollari vegleiðing og men
torskipanum.
– Tað hevur verið ført fram, at
ein av orsøkunum til, at tey á yrk
isútbúgvingunum meira sannlíkt
gera seg liðug við sínar útbúgv
ingar enn tey á søgu- og samfe
lagsdeildini er, at tey hava meira
samband og samskifti við sínar
lestrarvegleiðarar. Tey hava sjálv
andi tann fyrimunin, at tey skulu í
starvsvenjing, og tískil hava meira
við sín vegleiðara at gera, men eg
dugi ikki at siga fyri vist, at tað
ger allan munin. Vit hava roynt at
eggja til tættari samband við lestr
arvegleiðarar á teimum akadem
isku útbúgvingunum, soleiðis, at
fólk verða loftað áðrenn tey hoppa
frá útbúgvingini. Síðani hava vit
supplerað við eini mentor skipan,
har verandi lesandi kunnu hjálpa
og vegleiða øðrum lesandi, sigur
Turid.
Hóast mentorskipanin hevur
verið vælmóttikin, metir hon ikki,
at hetta kemur at basa trupulleik
unum, tí summi lesandi hava ikki
bert persónligar trupulleikar, men
eisini fakligar, tá ið tað kemur til at
megna lestrarlívið.
– Mentorskipanin hjálpir ein
part, men vit kundu hugsað okkum
eina tutor skipan eisini – har eldri
lesandi kunnu verða fakligir stuðl
ar. Summi – kanska serliga tey heilt
ungu – hava onkuntíð trupulleikar
við skiftinum frá miðnámi til uni
versitet, har tað eru færri undir
vísingartímar og væntað verður
Tey lesandi kenna væl til keðiligu tølini um
fráfall, og forkvinnan fyri Ráð teirra lesandi
vísir á, at høvuðstrupulleikarnir liggja í
fíggjarligu korunum hjá teimum lesandi
heldur enn beinleiðis hjá Setrinum.
Turid Christophersen, forkvinna í Ráðnum fyri tey lesandi:
MUGU BØTA
UMSTØÐURN