hósdagur 3. august 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
13
MORTAN ØSTERØ
Ein av bachelorútbúgvingunum, har ógvuliga fá
fólk eru vorðin liðug, er KT-verkfrøði. Árgangirnir
2012 og 2014 tóku inn 65 lesandi til samans, harav
einans níggju hava staðið sína endaligu roynd,
meðan 36 fólk eru givin.
– Tað er rættiliga vanligt, at tað er stórt fráfall.
Tey, sum gjøgnumføra, eru fýra ár ella longri um
at verða liðug, og kanska eini 30-40 prosent av
teimum, sum byrja, fáa bachelorprógvið, sigur
útbúgvingarleiðarin fyri KT-verkfrøði, Hannes
Gislason.
– Nógv av fráfallinum hendir heilt í byrjanini.
Ein fittur partur av teimum hevur kanska bara
valt KT-verkfrøði av hálvum áhuga, og síðani
fella tey frá og søkja aðra útbúgving – serligani
útbúgvingar, sum ikki eru at finna í Føroyum.
Men eftir tað fyrsta hálvárið, tykjast fólk at fylgja
ógvuliga væl við, sigur Hannes.
Útbúgvingarleiðarin vísir eisini á, at KT-
verkfrøði er ógvuliga krevjandi lesnaður, men,
at tey ikki ætla sær at slaka krøvini bert soleiðis,
at hagtølini verða snøggari.
– Vit skulu ikki slaka krøvini fyri hvat
krevst fyri at standa okkara útbúgving, tí tað
er at fara á kompromis við góðskuna og tær
kvalifikatiónirnar, sum ein KT-verkfrøðingur
eigur at hava. Vit hava roynt at slaka
upptøkukrøvini einaferð. Fóru frá at krevja
støddfrøði á A-stigi til B-stig, men at vit fáa fleiri
næmingar inn er ikki einstýðandi við, at vit fáa
fleiri næmingar út. Hinvegin hava vit royndir av,
at tey, ið eru dugnalig til støddfrøði oftani eru
dugnalig til KT eisini, sigur Hannes Gislason.
størri sjálvstøðugt arbeiði, vísir
forkvinnan fyri Ráð teirra lesandi
á.
Neyðugt við
samfelagsinntrivum
Turid Christophersen metir ikki, at
tað er vegna ov lágum støði, at fólk
fara frá síni útbúgving. Heldur eru
tað gjøgnumgangandi tær fíggjar
ligu umstøðurnar, sum leggja fót
fyri tey lesandi.
– Eg havi ongantíð hoyrt nakran
tosa um, at tað er ov lætt ella støðið
ov lágt á Fróðskaparsetrinum –
heldur hinvegin. Eg hevði ímyndað
mær, at summi fyrst royna eitt
hálvt ár í Føroyum fyri síðani at
fara niður til Danmarkar at lesa.
Veruleikin tykist tó vera, at tey
allarflestu, sum fella frá, fara
aftur á arbeiðsmarknaðin, nøkur
velja at skifta til aðra útbúgving í
Føroyum, meðan heilt fá fara til
Danmarkar, sigur Turid.
– Tað eru serliga tær fíggjarligu-
og bústaðarumstøðurnar, ið gera
seg galdandi fyri lestrarsteðgin.
Tey lesandi fáa ikki so nógv
burturúr síni útbúgving, tá
ið tíðin skal raðfestast eftir
peninginum
heldur
enn
vitanartilfeinginum. Hetta er
sjálvandi trupult hjá Fróðskap
arsetrinum at broyta, og eigur at
loysast á einum samfelagsligum
stigi. Vónandi verða bygdir fleiri
bíligir leigubústaðir til lesandi og
stuðulskipanin tillagað, soleiðis, at
skifti frá eini mánaðarløn hjá eldri
lesandi til stuðulsupphæddina ikki
verður so ógvuslig, at fólk gevast.
Eitt nú hevur danska SU eina skip
an, har tú kanst søkja um ein øðr
vísi ”vaksnamanna studning”, um
tú skiftir frá einum starvi seint í
lívinum til eina útbúgving – tað var
nakað, sum vit áttu at kanna nærri
í Føroyum, sigur Turid.
AR
Vilja ikki
slaka góðsku
MORTAN ØSTERØ
Seinastu árini hava minni enn helvtin av teimum
lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini gjørt seg liðug
við sínar útbúgvingar. Av teimum, sum byrjaðu
í 2014 vórðu einans 13 prosent liðug rættstundis.
At tey lesandi ikki verða liðug rættstundis, er ikki
óvanligt, sambært Hans Andriasi Sølvará, dekani
á Fróðskaparsetrinum, ið er knýttur at Søgu- og
samfelagsdeildini.
– Tey eru nógv, sum ikki taka lesnaðin innan
normeraða tíð, og so er eisini fráfall. Sumt av
fráfallinum er púra natúrligt – fólk enda á
skeivari hill, og vilja heldur royna okkurt annað.
Sum útbúgvingarstovnur ynskja vit sjálvandi
at hava so lítið fráfall sum møguligt, betra um
lestrarumhvørvið og ta vegleiðingina, vit bjóða,
sigur Hans Andrias.
Afturvendandi trupulleikin innan universi
tetslívið í Føroyum, tykist vera, at tey lesandi
ikki fáa tað fíggjarliga og lestrarliga at hanga
saman. Oftani skulu tey røkja størv við síðuna av
lesnaðinum, meðan góð úrslit á universitetinum
krevja, at man leggur eina heila arbeiðsviku í
lesnaðin.
– Tað at lesa á universiteti, er fulltíðararbeiði.
Arbeiðsbyrðan svarar til 40 tímar um vikuna,
harav fáir undirvísingartímar eru, men nógv
orka skal leggjast í fyrireiking og uppgávur. Tískil
kann vera trupult at arbeiða nógv við síðuna av
og tað er helst tí, at summi gevast, sigur Hans
Andrias Sølvará.
At lesa er
fulltíðarstarv
Um einum ikki hóvar hagtølini fyri fráfall, er loysnin ikki at slaka
krøvini, soleiðis, at tað verður lættari at framleiða fleiri bachelorar,
vísir Hannes Gislason, útbúgvingarleiðari fyri KT-verkfrøði, á.
Tey lesandi arbeiða ov nógv við síðuna av lesnaðinum,
og tískil detta tey frá, vísir Hans Andrias Sølvará,
dekanur á Fróðskaparsetrinum, á.
Vit tosa
øgiliga nógv
um fráfall,
og tað eru
helst fleiri
orsøkir til
hví nógv
detta
burtur frá
sínum út
búgvingum