hósdagur 3. august 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
14
TEMA: Fróðskaparsetrið
DANJAL AV RANA
K
vinnurnar hava yvir
tikið Fróðskaparsetrið
– í øllum førum sum
lesandi. Av teimum 244,
sum hava fingið bjóðað lestrar
pláss á Fróðskaparsetrið Føroya
komandi lestrarár, eru 69 prosent
kvinnur og 31 prosent menn. Tað
vil siga at fleiri enn tvey av trimum
lesandi á Setrinum eru konufólk.
Í ár er tað bara ein maður, sum
hevur fingið í boðið at lesa sjúkra
røktarfrøði. Tað sleppur hann at
gera saman við 29 kvinnum. Fýra
mans eru slopnir at lesa námsfrøði,
saman við 31 kvinnum, og átta
sleppa at lesa til lærara saman við
27 kvinnum.
Í onkrum greinum eru menninir
tó í yvirtali. 9 av 15, sum hava fingið
pláss at lesa søgu eru mannfólk, og
9 av 15, sum hava fingið tilboð um at
lesa orkuverkfrøði eru mannfólk.
Einans ein kvinna er millum tey
sjey, sum eru sloppin inn at lesa
orkuvísindi og støddfrøði, meðan
tveir mans eru teir einastu, sum
hava fingið pláss á orkuvísindi.
Mannfólk velja
ikki kvinnuyrki
Partur av frágreiðingini er, at
tvær av stóru útbúgvingunum,
sjúkrarøktarfrøði og námsfrøði,
vanliga hava verið mettar at vera
kvinnuyrki. Men sjálvt um tær
verða tiknar úr hagtølunum, so eru
framvegis 61% av teimum lesandi
kvinnur.
Fara vit nøkur ártíggju aftur í
tíðina, so vóru flestu lærarar menn,
men seinastu mongu árini hava
kvinnurnar eisini verið í meiriluta
á læraraskúlanum.
– Hetta er ein gongd, sum hevur
verið áleiðis leingi. Rákið byrjaði í
80’unum og nú eru longu 60 % av
lærarunum í føroysku skúlunum
kvinnur, sigur Herálvur Jacobsen,
formaður í Føroya Lærarafelag.
Hann metir hetta vera sera
óheppið, tí sjálvandi er ynski, at
kynsbýtið í skúlanum skal endur
spegla kynsbýtið í samfelagnum
annars.
– Børnini fáa eina skeiva mynd
av veruleikanum, um tey bara
síggja konufólkum rundan um seg.
Tí eigur lærarayrkið at endurspegla
kynsbýtið í samfelagnum annars.
Tað er eisini reint praktiskt neyð
ugt at hava eitt ávíst tal av mann
fólkum í skúlanum. Í ávísum læru
greinum, til dømis svimjing og
ítrótti, mugu mannfólk jú vera til
staðar, sigur hann.
Arbeiðsplássunum
tørvar bæði kynini
Jógvan Philbrow, formaður í Før
oya Pedagogfelag, er samdur við
Herálvi Jacobsen.
– Tað er heilt víst ein trupulleiki,
tá eitt yrki verður dominerað av
øðrum kyninum. Tá fært tú ikki
tað fjølbroytni í fakið, sum tú burdi
fingið. Tað, at so fá mannfólk lesa
námsfrøði, førir seinni við sær, at
enn færri menn fara at starvast
sum námfrøðingar í dagstovnun
um. Tað er tó bæði ynskiligt og
neyðugt, sigur hann.
Hann vísir á, at í barnaansing
verður dentur lagdur á, at børnini
hava gott av, at fólk av báðum kyn
um eru um tey.
– Mannfólk og konufólk gera
ikki ting á sama hátt. Tey kunnu
gott gera tað sama, men á hvør sín
máta. Tey spæla við ymiskt, leggja
dent á ymiskt og sigur Jógvan Phil
brow. Hann greiðir eisini frá, at
gransking vísir, at arbeiðspláss við
14
Besti hátturin at lokka fleiri menn á Fróðskaparsetur Føroya er at seta lønina hjá lærarum,
námsfrøðingum og sjúkrarøktarfrøðingum upp, halda fakfelagsformenninir
MANGLA
MENN Á
SETRINUM
KVINNUR
MENN
TILSAMANS
LÆRARAR
NÁMSFRØÐI
SJÚKRARØKTARFRØÐI
96,7%
77,1%
88,6%
69,3%
30,7%
22,9%
11,4%
3,3%