hósdagur 3. august 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
15
DANJAL AV RANA
Miðalaldurin á teimum, sum søkja inn á
Fróðskaparsetrið var í ár 26,8 ár. Kvinnurnar vóru í
miðal 26,6 ár, meðan menninir vóru 27,3 ár.
Tey elstu lesandi eru tey, sum lesa politikk og
umsiting. Miðalaldurin hjá teimum er 31,1 ár. Tey,
sum lesa sosialvísindi og samfelagsplanlegging eru
29,8 ár í miðal og tey, sum lesa føroyskt eru 28,1 ár
í miðal.
Tey yngstu eru tey, sum lesa orkuvísindi
og orkuverkfrøði. Tey, sum lesa orkuvísindi
og støddfrøði eru 21,9 ár í miðal, tey, sum lesa
orkuverkfrøði eru 24,1 ár og teir báðir, sum bara lesa
orkuvísindi eru 25 ár í miðal.
Byrja at lesa sum
27 ára gomul
Tað er heldur sjáldsamt, at ungir føroyingar fara beinleiðis á Setrið
eftir miðnámsskúla. Tað sæst á yvirlitinum yvir miðalaldurin
hjá teimum, sum í heyst byrja á Fróðskaparsetrinum.
Miðalaldur fyri umsøkjarar samlað
26,8 ár
Miðalaldur fyri kvinnuligar umsøkjarar
26,6 ár
Miðalaldur fyri mannligar umsøkjarar
27,3 ár
Sjúkrarøktarfrøði
25,7 ár
Lærari
26,1 ár
Námsfrøði
27,6 ár
Búskaparfrøði
26,5 ár
Føroyskt BA
28,1 ár
Politikkur og umsiting
31,1 ár
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
29,8 ár
Søga BA
26,3 ár
Orkuverkfrøði
24,1 ár
Orkuvísindi
25,0 ár
Orkuvísindi og støddfrøði
21,9 ár
Hjánám í føroyskum
32,2 ár
Hjánám í støddfrøði
31,0 ár
Hjánám SSD
29,5 ár
blandaðum kynsbýti virka betur.
– Dynamikkurin millum kynini
hvørvur, tá annað kynið ikki er til
staðar. Tá verður tað ein missur hjá
øllum pørtum, sigur formaðurin í
Pedagogfelagnum.
Hann heldur, at tað er umráð
andi at kanna, júst hví talið á
manligum umsøkjarum er so
lágt til hesar útbúgvingarnar. Í ár
hava einans tveir menn søkt inn
á sjúkrarøktarfrøði, meðan 80
kvinnur gjørdu tað sama. 16 av 68
umsøkjarum á læraraskúlan eru
menn og einans fimm av teimum
40, sum vildu lesa námsfrøði, eru
menn.
Mugu hækka lønina
Jógvan Philbrow vísir eisini á, at
talið á umsøkarum til námsfrøði
er nógv lækkað seinastu árini.
– Tá eg søkti inn, vóru 160 um
sóknir, meðan talið í ár er 40. Tá
er tað eyðsæð, at talið á monnum,
sum sleppa gjøgnum nálareygað,
eisini minkar, sigur hann.
– Ein stór broyting, sum er
hend hesi árini, er at útbúgvingin
er løgd inn undir Setrið og
harvið vorðin meiri bóklig, meiri
akademisk. Kanska hevur tað
sett eina ov stóra avmarking
fyri, hvør kann sleppa inn. Hann
sipar til, at krøvini til útbúgving
eru herd í mun til áður og held
ur, at tað kanska rakar manligu
umsøkjararnar harðari enn aðrar.
Herálvur Jacobsen gleðist tó
um, at talið á mannligum lærara
lesandi er hægri enn fyri nøkrum
árum síðani.
– Sum sagt, so hevur tað í mong
ár verið so, at tað eru nógv fleiri
kvinnur enn menn, sum lesa til
lærara, men tíbetur er talið á
mannfólkum hækkað nakað aftur
í mun til fyri eini fimm, seks árum
síðani, sigur Herálvur Jacobsen.
Formaðurin í Føroya Lærara
felag heldur, at fyrsta stigið til
at broyta um støðuna má vera at
hækka lønirnar hjá lærarunum.
– Byrjunarlønin er ikki so øgi
lig. Tað er so nógv annað at velja í,
sum gevur eina betri løn. Lærara
yrkið hevði uttan iva verið meiri
lokkandi, um lønin var hægri,
sigur hann.
Jógvan Philbrow er samdur.
– Námfrøðisútbúgvingin er ein
lutfalsliga long útbúgving. Hon er
fýra ár, meðan aðrar bachelorút
búgvingar eru trý ár. Tá hugsað
verður um longu útbúgvingina
og ringu arbeiðsumstøðurnar, so
er lønin ikki nóg lokkandi, heldur
formaðurin í Føroya Pedagogfelag.
Umsøkjarar
í %
Kvinnur
Menn
Tilsamans
Kvinnur
Menn
Sjúkrarøktarfrøði
29
1
30
96.7%
3.3%
Lærari
27
8
35
77.1%
22.9%
Námsfrøði
31
4
35
88.6%
11.4%
Búskaparfrøði
18
14
32
56.3%
43.8%
Føroyskt BA
12
3
15
80.0%
20.0%
Politikkur og umsiting
13
9
22
59.1%
40.9%
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
19
3
22
86.4%
13.6%
Søga BA
6
9
15
40.0%
60.0%
Orkuverkfrøði
6
9
15
40.0%
60.0%
Orkuvísindi
0
2
2
0.0%
100.0%
Orkuvísindi og støddfrøði
1
6
7
14.3%
85.7%
Hjánám í føroyskum
3
2
5
60.0%
40.0%
Hjánám í støddfrøði
3
4
7
42.9%
57.1%
Hjánám SSD
1
1
2
50.0%
50.0%
Tilsamans
169
75
244
69.3%
30.7%
Bjóða lestrarpláss 2017