Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017 SOSIALURIN 89 16 POLITIKKUR SÓLVIT E. NOLSØ SOLVIT@SOSIALURIN.FO 25. apríl í 2018, flaggadagin, skulu vit á fólka­atkvøðu um stjórnar­ skip­an Før­oya. Tað er ætlanin í øll­ um førum og inntil nakað annað er sagt, so ganga vit út frá tí. Tað hevur verið tosa um stjórn­ ar­skipan í fleiri ár. Full­veldis­sam­ gongan, ið sat frá 1998 til 2002, byrjaði arbeiðið og hesi sein­astu næstan 20 árini, ið síðan er farin, hevur verið tosa um stjórn­ar­ skipan­ina, ið fólkið skuldi taka støðu til. Onkuntíð hevur prátið verið álvarsamari enn aðrar tíðir. Nú er so komið hartil, at fólkið skal taka støðu. Uppskotið frá sam­gonguni er sent til almenna hoyr­ing og lagt er upp til, at vit kunna okkum um hvat stendur í upp­skotinum. Hvat merkir ein stjórnarskipan fyri eitt land? Sprotin sigur eina stjórnarskipan at verða megin­ reglur um stjórn og skipan ríkis og tað er ein háttur, ið samfelag verð­ur stýrt eftir. Ein kann siga, at tað verður fest á blað hvørji virð­ir vit byggja á í Føroyum. Tað verð­ur staðfest, at tað er fólkið í Føroyum, sum hevur valdið í Før­oy­um og at vit skipa okkum grundað á fólkaræðislig virðir. Vit fáa til dømis staðfest, at í Føroyum hava øll rætt til lív og trygd, ognarrætturin er friðhalgurin og at øll hava rætt at bera fram sína hugsan. Er tað ikki einans tað vanliga vestur­lendska idealið, ið verður stað­fest í Føroyum og sum vit hava livað eftir í nógv ár? Jú, tað er tað kanska, men hinvegin kann eisini spyrjast um tað ikki er neyðugt at stað­festa tað og at fólk aktivt taka eina støðu fyri hesum virðum. Hvussu endaliga úrslitið verður, er torført at meta um. Uppskotið er lagt til almenna hoyring, men enn eru tað ikki mong, sum hava givið sína meining til kennar. Tað eru sikkurt fleiri, sum ikki hava lisið upp­skotið enn og tískil er kjakið ikki reiðiliga farið á glið enn. Í øllum øðrum, so skal kjakið byrja skjótt og Sosialurin fer kom­ andi vikurnar at gera meira við evnið. Hví skulu vit taka støðu til stjórnarskipan? Arbeiðið við eini stjórnar­skipan byrjaði í 1999, tá full­veldis­sam­ gongan setti sær fyri at fáa ein føroyska grundlóg. Jóan Pauli Joensen var settur sum formaður í nevndini og Kári á Rógvi, sáli, sum skrivari. Fullveldi bleiv tað tó ikki til og eingin grundlóg kom held­ur. Semjan fekst ikki í lag. Grund­lógararbeiðið bleiv til eitt arbeiði uppá eina stjórnarskipan í 2004, tá Fólkaflokkurin, Sam­bands­ flokk­urin og Javnaðarflokkurin skip­aðu samgongu. Álitið bleiv handað frá nevndini í 2006, men kom ongantíð long­ ur. Tað bleiv ongantið tikin ein endalig støða til álitið. Frá byrjan hevur málið sum grund­ lóg ella stjórnarskipan verið eitt, sum hevur klovið bæði land og flokkar. Tann breiða semjan hevur ongan­tíð verið møgulig at fáa í lag. Tað hevur stundum verið nær við. Millum annað var kjakast leingi um inngangin í uppskotinum, hvørt tað skuldi standa, at lógin var omanfyri ella niðanfyri grund­ lógina. Stríðsspurningurin bleiv so stórur innanhýsis í Tjóð­veldi, at Sjúrður Skaale valdi at takka fyri seg, tí hann metti, at Høgni Hoydal var ov torførur at sam­ ráðast við og vildi ikki flyta seg. Tað var eisini nær við í 2011, men tá fekk Sam­bands­flokkurin kaldar føtur, tá danir søgdu, at teir tulkaðu før­oysku stjórn­ar­ skipan­ina sum eitt loysingarskjal. Hesi seinastu 18 árini hevur verið tosa aftur og fram um stjórnar­ skipan­ina, hvat hon merkir og hvat hon hevur at siga. Tað hevur verið óvanliga torført at fáa eina breiða semju um orð­ing­arnar. Eftir øllum at døma skulu vit til eina fólkaatkvøðu næsta ár um okkara stjórnarskipan. Arbeiðið byrjaði longu í 1999, tá ein grundlógarnevnd bleiv sett. Síðani tá hevur verið keglast um týdningin av uppskotinum GRUNDLÓGIN TIL STJÓRNAR