hósdagur 3. august 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
17
Tað sær heldur ikki út til at hava
eydnast hesuferð, tí andastøðu
formennirnir hava verið ógvuliga
kritiskir og funnist at. Tí verður
tann breiða semjan heldur ikki
væntandi hesuferð. Í øllum førum
ikki um eina skal taka politiska
prátið higartil fyri fult.
Eru útlit til eina semju?
Tað er sjálvandi torført at meta
um, men allir andstøðuflokkarnir
hava verið sagt seg ímóti stjórna
skipanaruppskotinum, av ymsum
orsøkum. Fólkaflokkurin vil til
dømis hava tað sagt greiðari, at
Føroyar eru ein kristin tjóð. Sam
bandsflokkurin heldur hetta verða
at sníkja loysingina inn gjøgnum
bakdyrnar og samtykkja eina
grundlóg, meðan Miðflokkurin
vildi hava tað ófødda barnið við í
stjórnarskipanina, men fekk tað
ikki við. Tað letur til, at andstøðan
samlað fer at atkvøða ímóti upp
skotinum.
Hvussu verður í samgonguni, er
ilt at meta um. Aksel V. Johannesen
hevur fleiri ferðir sagt, at hetta er
ikki eitt samgongumál, men tað
tykist eitt sindur løgið, tá mann
hevur í huga, at tað stendur í sam
gonguskjalinum. Møguliga hann
sigur tað fyri at leggja uppfyri,
at onkur í samgonguni ikki tekur
undir við tí og hevur frælsi at siga
frá.
BROT ÚR UPP
SKOTINUM:
Vit, Føroya fólk, samtykkja
hesa stjórnarskipan. Hon
er grundvøllur undir stýri
okkara, ið skal tryggja
frælsi, trygd og trivnað. Vit
bygdu landið í fornari tíð og
skipaðu okkum við løgtingi,
lógum, rættindum og
skyldum. Stjórnarskipanin
staðfestir, at landsins
borgarar eru upphav til alt
politiskt vald í landinum,
og hon skipar Føroyar eftir
nútíðartørvi við fólkaræði,
løgræði, rættindum og
skyldum. Stjórnarskipanin
setir ikki úr gildi verandi
stjórnarrættarligu
sáttmálar og altjóðaavtalur,
men staðfestir, at
Føroya fólk hevur
sjálvsavgerðarrætt og
fullan rætt til at siga hesar
upp. Eingin lóg kann verða
sett í gildi fyri Føroyar
uttan løgtingsins samtykki.
Føroyar eru land við
fólkaræði. Fólkið fremur
vald sítt gjøgnum løgting,
landsstýri og dómstólar
Øll eru fræls og frí og vard
móti ágangi.
Øll eiga rætt til sømilig kor.
Ognarrætturin er
friðhalgaður. (2) Almennur
myndugleiki kann eftir
mannagongd í lóg taka ræði
á privatari ogn ella rætti.
Tílík lóg skal samtykkjast
av veimum triðingum
av løgtingslimunum, og
ognartøkan skal fara fram
sambært neyðugum og
átrokandi almennum tørvi
Íbúgvar landsins eiga rætt
til at ferðast um sjógv og
haga, tá ið tað ikki er fólki,
fæi ella náttúru til ampa
Kristnitrúnni kunnu verða
veittar serligar sømdir, tó
uttan at gera seg inn á aðrar
fatanir
Á løgtingi fær fólkið rødd
og tekur støðu sína
SUM BLEIV
RSKIPAN