Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017 SOSIALURIN 89 18 PIPAR & SALT BRANDUR MORTENSEN NOLSØE H óast teir ikki eru ein tón­leikabólkur, hava Pipar & Salt havt mong tón­leikahitt. Teirra mill­um eru mong á fløguni Pipar & Salt frá 1997, sum var eitt úrslit av tónleiki, ið – mangan í bráðskundi – varð gjørdur til skemtirøðina við sama heiti. Tónleikurin og sjónbandaløgini vóru sermerki við sjón­varpsrøðin, og tá sendirøðin hevði nøkur ár á baki, gjørdu Sjúrð­ ur Skaale og Jákup Veyhe av at gera fløguútgávu. Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe hava staðið fyri tónleikinum, tó ikki uttan hjálp frá dugnaligum tón­leikarum. Tekstirnar hava teir báð­ir skrivað, men at smíða løg fell­ ir ikki øllum líka lætt, sigur Sjúrður Skaale. – Eg havi ongan tóna í heysinum, men Jákup dugir væl at smíða løg. Ann­ars hava eitt nú Kári Jacobsen, Reg­in Toftegaard, Rógvi á Rógvu og Finnur Hansen havt stóran leik­lut í fleiri løgum, sigur Sjúrður Skaale. Hóast fleiri av løgunum vórðu gjørd í bráðskundi, spurdust fleiri landa­plágur burturúr, og tað høvdu teir ikki væntað. Rólvur kálvur Pipar & Salt Upprunaliga eru teir báðir havn­ar­ menn – og tó. Sjúrður Skaale vaks upp í Grønulíð í Havn, men hevur røt­ur í eitt nú Viðareiði, Syðradali, Vági og í Trøllanesi. Jákup Veyhe er úr Havn og av Sandi, men hev­ ur eisini røtur í Onglandi. Sjúrður Skaale sigur flennandi um makk­ ar­an, at hann á øðru síðuni er av kongs­ætt. Millum forfedrarnar hjá Jákupi Veyhe eru nevniliga kong­ ar­nir James fyrsti og James sætti og William the Conqueror (Vil­ hjálm­ur Sigurvegari, blaðm.) Teir báðir skemtararnir hertóku eis­ini føroyska satiru-pallin tíðliga í 1990’unum. Síðst í 1980-árunum og tíðliga í 1990-árunum stóðu teir saman við øðr­um fyri ólavsøkukabarettini. Skemt­ið var tá so væleydnað, at teir báðir fingu blóð á tonnina. Eft­ir at arbeiði við kabarettini var av, avgjørdu teir at halda fram at gera skemt saman. Fyrst vóru teir partur av liði, sum gjørdi sjónvarpssendingina Flatt av Flatlondum, men fóru stutt eftir tað í holt við eina nýggja sjón­varpsrøð, sum skuldi vera í fleiri pørtum. Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe høvdu longu fitt av lidnum tilfari til nýggju sjónvarpsrøðina í skjátt­ uni, tá tíðin var komin til at finna eitt navn. Av tí at lítlasystirin hevði mælt skemti­ligar máliskur við hús, var Sjúrð­ur Skaale blivin smittaður og hevði ótilvitað endurtikið tær, með­ an tey filmaði sjónvarpsrøðina. Fram­leið­ar­in, sum hevði hoyrt Sjúrð siga “rólvur, kálvur, pipar og Eg skuldi gera eitt innslag uttan fyri skúlan í Vestmanna, men bleiv brádliga kringsettur av skúlabørnunum, sum vildu sleppa at heilsa upp á Esmar. Endin varð, at einki innslag spurdist burturúr HITTINI VÓRÐU AV ÓVART 20 ár eru liðin, síðani Pipar & Salt góvu stuttligu landaplágur sínar út á fløgu. Hóast tónleikurin er vorðin fólkaogn, var endamálið við løgunum ikki annað enn at gera skemt. Sosialurin hitti í mikudagin menninar handan uppspunnu songstjørnunar