Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017 SOSIALURIN 89 19 Herfyri varð skotið upp, at Nólsoyar Páll skuldi flytast úr Vágsbotni. Eitt av boðunum til nýggja staðin var Skinnarasker í Havn, har Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe standa. Nøkur av hittunum: Danmark er et dejligt land: Lagið hjá Bent og Henrik bleiv skrivað upp á eitt korter í klokkan seks á morgni í einum sjónvarpshøli í Keypmannahavn – Hann varð skrivaður í einum. Vit fingu brádliga hugskotið til sangin, og ein tíma seinni, var hann tikin upp. Sjálvandi bleiv hann eitt ordans hitt, siga teir báðir flennandi. Tað er órættvíst: Uppreistrarsangurin hjá Karl Jáge á Kósini byrjaði við slagorðunum “Tað er víst, tað er órættvíst”, sum varð tikið upp til eina kabarett. Harafturat var eitt lítið ljóðbrot í sanginum tikið upp inni í einum fiskakassa niðri í Bakalao – Vit slongdu síðani okkurt saman, uttan at fara út í æsir, og fingu tónleikarar at spæla rokktónleik útyvir. Tað var tað, sigur Jákup Veyhe. Ketchup í eitt jørn: Upprunin var til landapláguna var maðurin í kai-kioskini í Havn, sum skeldaði inn á tey forbannaðu bygdafólkini, sum, tá tey keyptu pylsur, bóðu um at fáa ketsjupp í jørnið. – Eg hoyrdi um tað mundið, at allir pylsubakkarnir vóru útseldir, tí í barnaføðingardøgunum vildu øll hava ketsjupp í jørnið. Eg havi tað strævið: Sangurin, sum gjørdi Esmar Eysturoy til eina stjørnu, bleiv ómetaliga nógv spældur í útvarpinum. Hóast Sjúrður Skaale sjálvandi ikki gekk í eyðkendu brillunum, fylgdi Esmar Eysturoy honum til tíðir í gerandisdegnum. Sjúrður Skaale greiðir frá, at hann einaferð ikki fekk frið at røkja sítt starv sum tíðindafólk. – Eg skuldi gera eitt innslag uttan fyri skúlan í Vestmanna, men bleiv brádliga kringsettur av skúlabørnunum, sum vildu sleppa at heilsa upp á Esmar. Endin varð, at einki innslag spurdist burturúr. Piparsangurin: Sangurin bleiv gjørdur í sambandi við, at ein vinmaður hevði føðingardag. – Vit høvdu ein tíma at gera eina føðingardagsheilsan. Vit gjørdu av at seta okkum í køkin við einari mikrofon og einum lítlum Portasound ljómborði. Upptøkan riggaði fínt, og mjavvið frá kettuni á gólvinum kom enntá við, sigur Jákup Veyhe og flennir.