Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017 SOSIALURIN 89 20 PIPAR & SALT salt”, skeyt upp, at sjónvarpsrøðin skuldi fáa heitið Pipar & Salt. – Navnið sat væl. Skem er eisini á ein hátt krydd til tilveruna, siga Sjúrð­ur Skaale og Jákup Veyhe. Hóast sjónvarpsrøðin Pipar & Salt í dag er tiltikin fyri at vera stutt­lig, varð hon ikki líka væl mót­ tik­in av øllum, tá hon av fyrstan tíð varð send í sjónvarpinum tíðliga í 1990 árunum. Sum við mongum øðr­um sjónvarpsrøðum krevst, at hyggjarin lærir figurarnar at kenna, áðrenn hann fær tokka til teir. Og fyri onkran hyggjara, kend­ist Pipar & Salt heldur tápu­ ligt, meðan onkur annar tók sendi­ røð­ina sum eitt álop og mótmælti. – Onkur ringdi illur til Sjón­ varp­ið fyri at klaga, og vit fingu eis­ini nøkur lesarabrøv, tá fyrstu part­arnir komu út. Soleiðis gerst støð­an ofta, tá ein ger typu-fig­ur­ ar, heldur enn parodiir av tí, sum hend­ir í samfelagnum, og tá kann tað taka tíð, áðrenn fólk eru við upp á tað stuttliga í tí. Eitt nú er Kalle Mohr ikki stuttligur fyrstu ferð ein sær hann, siga Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe. Ein kennir slagið Pipar & Salt hava gjørt nógv um seg bæði sum sjónvarpsrøð og sum live upptraðkarar. Teir vilja vera við, at tað er stórur munur á skemt­in­um, hvørt tað er í sjónvarpi ella á palli. Eitt nú skal pallskemt vera stutt­ ligari, tí tá skal alt henda beint í løt­ uni. Tá teir hava upptraðkað á palli, hevur tilfarið til tíðir verið grund­ að á veruligar persónar, sum fólk kenna aftur beinanvegin. Men hóast teir mangan hava fing­ið spurningin, hvørjum per­ són­um teir herma eftir í sjón­varps­ røðini, siga Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe, at teir fig­ur­ar­nir held­ur umboða typur av fólki, sum teir hava eygleitt í ger­and­is­deg­num. – Siga fólk, at tey kenna fig­ur­ar­ nar aftur frá veruleikanum, er tað eitt tekin um, at eygleiðingin er góð. Hvørt tað er sjómaðurin, tann les­ andi, baptisturin ella presturin, eru tað eyðkenni, sum fólk kenna aft­ ur. Tey kenna slagið, siga Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe. Hava tilfar til góðar Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe siga, at satiran er ein týdningarmikil part­ur av samskiftinum í land­in­ um, og tað høvdu teir í huga í døg­ un­um, tá teir vóru við til at gera ólav­s­øku­kabarett. Hóast eingin kaba­rett hevur verið á ólavsøku í ár, hevur satiran í dag fleiri aðr­ar pallar at vera á, ikki minst al­nót­ in. Fyrr vóru kabarettirnar kring landið, saman við eitt nú V4, nakr­ir av høvuðsmiðlunum í mun til sat­ ir­una. Men í nýggjari tíð, siga teir, hev­ur eitt nú Føroyaportalurin ver­ið sera góður til at geva veru­ leik­an­um ein skeivan vinkul. Har­ til siga Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe, at tað kann vera trupult at gera samanhangandi kabarettir, tá fólk­ið javnan verður skift út. Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe hava sjálvir roynt at gagnnýtt nýggju miðlarnar, sum í dag eru tøk­ir, tí teir hava enn gamalt tilfar liggj­andi, sum ikki er givið út. Eitt nú er ein rúgva av Pipar & Salt løg­ um eftir, millum annað hjá Kára Cool, sum møguliga í framtíðini fara at síggja dagsins ljós Har­aft­ ur­at siga Sjúrður Skaale og Ják­up Veyhe, at ætlanin er at gera fram­ hald av stutta skemtifilminum við heitinum “2073”, sum ein kann finna á alnótini. Talan er kanska held­ur um eina sjónvarpsrøð, eins og Game of Thrones, men við størri mill­umbilum millum partarnar, siga Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe í spølni. Røðin snýr seg um tveir rúmdarmenn, ið koma úr rúmd­ ar­fari sínum niður á jørðina, fyri at bjarga jarðarbúgvum frá óndu CIP’ar­unum, sum herjaðu fyri nøkr­um árum síðani. 1. Kári Cool – Eg vil heldur spæla rock 2. Pylsumaðurin – Ketchup í eitt jørn 3. Olgar Holm – Føroyingar uttaná 4. Símin Tindfjall – Hvørt er alt undurfult 5. Karl Jáge á Kósini – Frælsisvón 6. Filthy Slammer – Heavy í Homrum 7. Kalle Mohr – Kalle grundar 8. Rithøvundurin – Eg havi tað gott 9. Esmar Eysturoy – Eg havi tað strævið 10. Bent og Henrik – Danmark er et dejligt land 11. Ib Auken – Skútan hin frælsa 12. Esmar Eysturoy – Piparsangurin 13. Kalle Mohr – Kongurin í Gundadali 14. Karl Jáge á Kósini – Tað er órættvíst Umframt sjónvarpssendingar og tónleikaútgávu, hava Pipar & Salt eisini nakrar aðrar útgávur á baki: Pipar & Salt, HS-videoband (upptøka av live-showi) Pipar & Salt 2005, DVD (upptøka av live showi og ein sjónvarpssending) Pipar & Salt Classic, DVD (sjónvarpssendirøð í seks pørtum) Fløguútgáva 1997/98: … allir pylsubakkarnir vóru útseldir, tí í barnaføðing­ ardøgunum vildu øll hava ketsjupp í jørnið