Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017 SOSIALURIN 89 21 – Í síðstu viku var DansiExperimentið í Smæruni í Havn. Við fimm útseldum sýningum, vóru tað útvið 600 fólk, sum sóu sýningarnar. Undirritaða var ein av teimum 600, sum upplivdu DansiExperimentið. VIÐ ONGUM DANSISKILIÐ TIL DANSIEKSPERIMENTIÐ Øðrvísi uppliving: HARRIET OLAFSDÓTTIR AV GØRÐUM HARRIET@SOSIALURIN.FO S ýningarnar vóru sera væl um­tóktar og áskoðararnir fingu her eina øðr­ vísi sýn­ing, enn vit í Føroyum eru von við. DansiExperimentið vísti til sýn­ing­arnar, hópin av ymsum dansi stílum, summ­ar framførslur høvdu eina sterka og klára søgu, meðan aðrar ikki beinleiðis góvu nakra meining, men var tað her upp til áskoð­ ar­an av eintingum at greina og meta um søg­ una í dans­in­um. Tað var eingin reyður tráð­ur í sýningini, men tað var jú heldur ikki mein­ ing­in, endamálið var jú at vísa á ym­isk­leikan. Eg var sjálv til eina av sýn­ing­un­um og hó­ ast eg ikki havi nakað skil fyri dansi ella hevði beinleiðis sett meg inn í, hvat eg kundi vænta, varð eg bilsin av, hvussu gott tað var. Hettar vóru alt dansarar, ið dugdu síni ting og tú sást veruliga, hvussu nógv arbeiði var lagt í, fyri at gera upplivingina hjá bæði dans­ar­um og áskoðarum góða. Dans­ar­arnir og fyri­reik­ar­ar­ nir megnaðu at undirhalda og fanga fjøld­ina á ein heilt serligan hátt. Live tónleikurin við eitt nú Siss­al Græk­ar­ is­ar­dóttir Magn­us­sen og Trygva Dani­el­sen, eis­ini kend­ur sum Silv­ur­drong­urin, lyftu upp­ liv­ing­ina upp á eitt meira for­vitn­is­ligt støði og passaði hettar sera væl inn. DANSUR