hósdagur 3. august 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
22
HARRIET OLAFSDÓTTIR AV GØRÐUM
HARRIET@SOSIALURIN.FO
D
iana J. Hansen hevur
dansað professionelt
fyri kendar altjóða sang
arar, á stórum pallum
kring allan knøttin og ikki minst
her heima í Føroyum seinastu ár
ini. Hon er 27 ára gomul, ættað av
Toftum og er júst flutt heim aft
ur til Føroyar eftir at hava búð í
Danmark í útvið átta ár, har av
hon hevur arbeitt sum professi
onellur dansari í seks ár. Saman
við sjeikinum býr hon í løtuni í
Æðuvík.
– Dansurin hevur fylt alt og
hevur verið nógv meira enn eitt
fulltíðar starv. Tí omaná teir føstu
arbeiðstímarnir, havi eg eisini
dansað og vant sjálv. At vera pro
fessionellur dansari krevur hart
arbeiði, nógva tíð og nógva venjing,
tað er avgjørt ikki altíð lætt og líka
til.
Man má halda fast í tí man vil,
eisini tá man møtir mótgongd og
verða fyrireikaður upp á at arbeiða
dupult so hart sum onnur. Tú mást
í nógvum førum skapað títt egna
arbeiði og man má eisini tola at
verða avvístur viðhvørt, sigur
Diana J. Hansen, sum Sosialurin
hevur hitt til eitt prát um Dansi
Eksperimentið, sum lokkaði 600
fólk til dansisýningar herfyri.
Tað vóru upprunaliga Diana
J. Hansen og Rúna Volmarsdótt
ir, ið fingu hugskotið til Dansi
Eksperimentið, sum var hildið í
Smæruni fyri stuttum. Tær báðar
høvdu javnan dansi workshops,
tá tær vóru heima í ferium, men
hettar føldist so endaleyst. Tær
føldu, at tær máttu gera okkurt,
sum var meira permanent og
savnandi, okkurt hjá dansaranum
at arbeiða fram ímóti. Tí byrjaði
DansiExperimentið, sum eitt savn
DANSUR
– Eg havi livað av at undirvísa í dansi í seks ár. Eg havi undirvíst hvønn dag og so
vant í vikuskiftinum, nú eri eg 27 ár, so eg føli at eg eri eitt sindur slitin, sigur Diana
J. Hansen, professionellur dansari og oddakvinna í DansiEksperimentinum
27 ÁR
OG MOYR
AV DANSI
DansiExperimentið fyri triðju ferð: