hósdagur 3. august 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
23
Dansiexperimentið er ein dansi verkætlan, ið byrjaði
longu fyri trimum árum síðani. Endamálið var og
er enn, seta fokus á dans í Føroyum við at savna
føroyskar dansarar og koreografar á einum stað
og vísa á teirra talent.
Dansiexperimentið hevur dansin í hásæti, hóast
dansur ofta er í bakgrundini. Fyriskipararnir
vóna við hesum, at hettar kann fáa fólk at veruliga
seta prís upp á og respektera tað list, dansur í
veruleikanum er.
Í ár var samstundis fyrstu fer at fyriskipararnir
høvdu valt at bjóða gestadansarum úr Danmark
við - Miran Ugljen og Elias Fernando Said Saleh,
ið báðir eru professionellir dansarar høvdu eina
solo framførslu og so framførdu teir eisini við til
nakrar av hinum dansinum. Orsøkin til at teir vóru
við, var í høvuðsheitum fyri at vísa á, at dansur ikki
einans er fyri gentur, men dreingir eisini gott kunnu
vera við. Í ár var fyrstu ferð, at nakar drongur var
við til Dansiexperimentið- fyri uttan teir báðar
gestadansararnir og teir fýra, ið framførdu tricking
var tað einans ein drongur, ið hevði meldað seg til í
ár.
Diana greiðir soleiðis frá um fyrireikingarnar :
“Vit skulu finna eitt tema, hvønn stíl vit ynskja at
hava við, koreografar, stað, hølir at venja í, søkja
fíggjarligan stuðul, tónleikarar og tónleikur skal
fáast upp á pláss, marknaðarføring o.a. Endamálið
er at DansiExperimentið skal gerast størri og
størri hvørt ár, hettar krevur hart arbeiði. Í ár
høvdu vit til dømis ráð til at keypa búnar til tvær
av framførslunum, sum ikki hevur verið møguligt
undanfarin ár – hóast hettar hjá summum kann
tykjast sum eitt lítið ting, er tað stórt fyri okkum.
Dansararnir, venjingar og venjingartíðir skulu
sjálvandi eisini fáast upp á pláss, hóast vit
høvdu eina venjingarlegu vikuskiftið áðrenn
framsýningarnar, hava vit havt venjingar undan hesi
leguni eisini, bæði í Keypmannahavn fyri útisetar
og í Føroyum. Men á venjingarleguni var tað fyrstu
ferð at øll kundu savnast á einum stað og við live
tónleikinum eisini.”
Fyrireikingarnar til í næsta ár eru longu farnar í
gongd og ætla fyrireikararnir at næsta ár skal verða
upp aftur betri og størri enn í ár.
Um DansiEksperimentið
andi verkætlan, ið ár undan árið
skal gerast betri og størri, sam
stundis sum, at við hesi verkætl
anini sært tú úrslit og hon endar
altíð við framsýning, sum work
shops sum oftast ikki gera.
Tað eru tær fýra Diana J.
Hansen, Rúna Volmarsdóttir,
Andrea Joensen og Birita
Adela, ið eru fyriskiparar av
verkætlanini í dag. Hóast tiltakið
bara er einaferð um árið, so taka
fyrireikingarnar eitt heilt ár og
tað eru í høvuðsheitum tær fýra,
ið taka sær av øllum.
Diana hevur sín uppruna
úr Hip Hop, Andrea dansar
modernað dans,
Rúna blanding av báðum, með
an Birita dansar ikki men syng
ur, hettar vísir seg at verða ein
góð blanding og gevur ein góðan
dynamik í fyrireikingarnar. Hóast
tær ikki altíð eru samdar í øllum,
duga tær at síggja virðið í ymis
leikanum og síggja hettar sum
eina styrki.
– Dansurin hevur fylt alt og
hevur verið nógv meira enn eitt
fulltíðar starv. Tí omaná teir
føstu arbeiðstímarnir, havi eg eis
ini dansað og vant sjálv. At vera
professionellur dansari krevur
hart arbeiði, nógva tíð og nógva
venjing, tað er avgjørt ikki altíð
lætt og líka til.
Man má halda fast í tí man
vil, eisini tá man møtir mótgongd
og verða fyrireikaður upp á at
arbeiða dupult so hart sum onnur.
Tú mást í nógvum førum skapað
títt egna arbeiði og man má eisini
tola at verða avvístur viðhvørt,
sigur Diana J. Hansen.
Hon hevur livað av at undirvísa
í dansi í seks ár. Hon hevur undir
víst hvønn dag og so vant í viku
skiftinum og nú kennir hon seg
slitna.
– Eg trúði ongantíð tað fór at
henda, men í løtuni eri eg eitt sind
ur mettað av dansi, so beint nú er
gott at hava dansin viðsíðurnar av
einum vanligum starvið.
Hóast 27 ár ikki er gamalt, so
plagar man at siga innan dansi
heimin at aftaná tú ert vorðin 25
ár gerst tað tyngri og tyngri at
verða dansari, tí kroppurin orkar
ikki tað sama sum áðrenn, greiðir
Diana J. Hansen frá.
Droymi tað eg ikki dugi
Diana J. Hansen hevur dansað fyri
seg, og nú er tíðin komin at standa
handan leiktjøldini.
– Nú dámar mær betri at koreo
grafera og planleggja dans, heldur
enn sjálv at standa á palli og fram
føra. Tað er ein heilt onnur kensla
og gleði í at síggja ein dans, eg havi
funnið upp á og gjørt verða fram
førdan, enntá upp á ein máta eg
ikki sjálv hevði klárað, greiðir hon
frá.
– Í mínum dreymum dansi eg
nakað eg ikki dugi í veruleikanum,
men eg kann altíð koreografera
tað, sigur Diana J. Hansen.
Umframt at saknurin til fam
iljuna var stórur, valdi Diana at
flyta heim, júst tí hon vildi og føldi
at hon kann gera ein mun innan
dansiheimin í Føroyum.
Dansiverðin og fitness er
øgiliga stórt í Danmark, men í
Føroyum eru meira ting møgulig.
– Um vit skuldu gjørt eitt nú
Dansiexperimentið í Danmark,
hevði tað bara verið ein dropi í
havinum, men tað er tað ikki í Før
oyum. Her er tað nakað størri og
tað einasta av sínum slag, greiðir
Diana J. Hansen frá.
– Føroyingar eru eisini heilt
øðrvísi at arbeiða við. Teir læra
skjótari, arbeiðsviljin er størri, her
er einki roks og so eru føroyingar
tvørir sum ber ólukkan, vit berja
okkum ígjøgnum pínu og møði,
tí tað skal lukkast, sigur Diana J.
Hansen.
Hennara royndir eru, at
tað, sum tekur tríggjar vikur í
Danmark, kann saktans taka eina
viku í Føroyum.
Eftir at hava tikið útbúgvingina
sum persónligur venjari hjá At
Work, starvast Diana nú sum per
sónligur venjari hjá Burn í Havn,
men fer í september aftur at und
irvísa í dansi viðsíðurnar av sínum
vanliga starvið. Hon hevur eisini
eina verkætlan í Norra, har hon
er tvær ferð um árið og undirvísir,
koreograferar og dansar við til
eina framsýning, samstundis
sum hon eisini enn er tengd at
Hotstepper Dance Accadamy har
hon somuleiðis ferð til Danmarkar
áleið tvær ferðirnar um árið, at
koreografera.