hósdagur 3. august 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
24
BRÚDLEYP
Eitt
serstakt
fríggjarí
FRÁ HEIMASÍÐUNI
BRUDLEYP.FO
LES ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO!
Skrivað hevur Emma Petersen
Miriam Høj er úr Skálafirði og starvast sum
kassadama hjá Miðberg Bakaríi, ímeðan
Pætur Høj er úr Saltangará, har hann eigur
og rekur sítt egna felag, sum eitur Raclip
Video. Tey møttust í Kelduni í Skálafirði,
har tey bæði høvdu gingið síðani tey vóru
lítil, og vóru tey sera góðir vinir, áðrenn
avgerðin varð tikin um at gerast par. Tey
høvdu bæði tosað saman um at giftast,
men tað gjørdist ikki til meir enn prát. Tá
Pætur fór til Svøríkis á Bíbliuskúla í 2016,
var Miriam eftir í Føroyum, og tá Pætur
kom heim í jólafrítíðini hendi nakað.
Miriam greiðir frá, at hon
totalt varð tikin á bóli av Pæturi.
Hon hevði avgjørt at halda
jólaveitslu fyri fyrrverandi
studentaskúlaflokkinum, og helt
hon, at Pætur fór at koma til
Føroyar dagin eftir veitsluna,
men so varð ikki. Skúlaflokkurin
visti tó nakað, sum Miriam ikki
visti, og tað var, at Pætur fór
at koma heim hetta sama
jólaveitslukvøld, og hevði
hann ætlanir um at fara
á knæ fyri Miriam.
Ímeðan vinkonurnar
og Miriam hugnaðu
sær inni, var Pætur upptikin at gera klárt og pynta
í bilhúsinum, og vóru genturnar sera varnar við, at
Miriam ikki skuldi hyggja út ígjøgnum vindeyga
ella úthurðina, so hon ikki skuldi síggja Pætur.
Tá endin á kvøldinum nærkaðist, komu tær við
tí uppskoti, at tær skuldu fara at spæla eitt spæl,
har Miriam skuldi fáa bind fyri eyguni saman við
tveimum øðrum. Tað, sum Miriam tó ikki visti av,
var, at hinar báðar tóku bindið av aftur og sóu alt,
sum gekk fyri seg. Tær tríggjar vórðu leiddar út
úr húsinum, og ímeðan lótu hinar báðar sum um
tær bæði skríggjaðu og
skrálaðu, av tí at tær
jú ”einki sóu”. Leiðin
gekk so inn í bilhúsið,
har Miriam hoyrdi
ein kærleikssang og
gjørdist tí ógvuliga
forvirrað, men tá hon
so fekk bindið av, sá
hon, at tað var pyntað
við nógvum livandi
ljósum, og eitt stórt
klæði hongur uppi,
og tveir kameramenn
standa og filma. Út
úr klæðinum kemur
tá Pætur, sigur nøkur
fitt og vøkur orð við
Miriam og fer síðani á
knæ.