hósdagur 3. august 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017
SOSIALURIN 89
25
Tann 18. juni 2016 var so dagurin, har eg og
Pætur skuldu ganga saman í hjúnarlagi.
Dagurin hjá mær byrjaði tíðliga, har eg skuldi
gerast klár á Salongini hjá Kartin, sum er í
Leirvík. Kartin gjørdi mær hárið, Noomi D.
Jacobsen sminkaði mær, ímeðan Jórunn S. á
Gravarbø gjørdi mær neglirnar. Dagurin hjá
Pæturi byrjaði harafturímóti eitt sindur seinni
á salongini hjá Haldu, sum er í Gøtu, har Halda
sjálv gjørdi hárið hjá honum. Tá eg var sminkað
og gjørd til, fór eg í brúðarkjólan, sum var ein
stroppaleysur kjóli, leigaður frá Brúðarlín.
Síðani gekk leiðin í brúðarbilin, og hevði eg
fingið mammubeiggja mín at koyra hann. Vit
koyra til Skálafirðar, har vígslan skal byrja
kl. 12, og eg síggi, at salurin í Kelduni, sum er
pyntaður við hvítum og pastell-litum, er fullur
av fólki. Pápi mín fylgir mær síðani niðan til
Pætur, har hann so fittur stendur og bíðar, í
Hugo Boss klædningi, eftir mær saman við
tveimum vinmonnum hjá honum og mínum
beiggjum. Pastorurin í Kelduni, sum vígur
okkum, er eisini pápi Pætur, og er tað tískil
ein serstøk løtu fyri okkum øll. Eftir vígsluna
syngur besti vinmaðurin hjá Pæturi ein sang
fyri okkum, og koma systrarnar hjá Pæturi
og systurin hjá mær eisini og syngja ein sang
fyri okkum. Vit vóru sera glað fyri bæði hesi
yvirraskilsini. Eftir vígsluna velja vit at fara út,
tí veðrið er so gott, har gestirnir kunnu koma
og heilsa uppá okkum. Beint eftir vígsluna
høvdu vit valt at hava reseptión, har øll vóru
vælkomin. Har fingu vit suppu og køkur, sum
Hjalmar J. Juul og Birgitta Joensen høvdu
gjørt. Seinni um kvøldið høvdu vit veitslu
fyri innbodnum familjum, vinum
og kenningum í Bygdarhúsinum í
Leirvík, har maturin varð gjørdur av
køksfólkinum har, og brúðarkøkan
kom frá Miðberg. Vit valdu at hava
11 ára aldursmark á veitsluni,
av tí at smábørn ikki orka at
sita still ov leingi og kundu tey
vaksnu tískil hugna sær uttan
at gerast órógvaði. Tíðina, sum
vit høvdu tá reseptiónin var
liðug, og áðrenn veitslan byrjaði,
koyrdu vit ymsastaðni runt og
tóku myndir saman við Eydbii
Myndir. Vit vóru sera glað fyri
allan dagin sum hann var, har
bæði vit og gestirnir hugnaðu
okkum óført. Brúðarnáttin
varð hildin á Hotel Runavík,
har vit svóvu okkara fyrstu nátt
saman sum hjún. Nakrar dagar
eftir brúdleypið, valdu vit at fara
brúðarferð til Rhodos, har vit vóru í 14
dagar, men hildu, at tað var ov leingi, og
at 10 dagar høvdu verið meira perfekt fyri
okkum.
MIRIAM GREIÐIR
FRÁ DEGNUM
Brúðarpør skulu
njóta dagin, ikki
stúra um nakað
og bert hugsa um,
hvussu heldigur
ein er at hava fingið júst tann
makan ein ynskti sær!
GULLKORNIÐ FRÁ
MIRIAM OG PÆTUR