Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. AUGUST 2017 SOSIALURIN 89 26 Óli Jacobsen Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen H erfyri høvdu vit eina røð við Kaj í Bart­als­ stovu, sum er ein part­ ur av okkara trol­ara­ søgu. Hann sigldi millum annað við Jóannes Patursson hjá Kjølbro. Í hesum sambandi kann tað vera áhuga­vert sum eitt ískoyti til trol­ ara­søguna hjá Kjølbro at greitt verð­ur eitt sindur frá Sjúrðarbergi, sum varð kontraktaður fyri júst 70 ár­um síðani. Sjúrðarberg var væl størri enn Jó­an­nes Patursson og Nólsoyar Páll sum Christian Holm Jacobsen stóð fyri. Sjúrðarberg var í síni tíð størsta fiski­far í flotanum og tók um 350 tons av saltfiski, meðan hinir lógu um 300 tons. Kjølbro greiddi frá um Sjúrðarberg: “Í 1947 gjørdu vit kontrakt við John Lewis & Sons í Aberdeen um ein nýggj­an trolara, Sjúrðarberg. Kon­trakt­in ljóðaði uppá 90.000 pund. Tað var hildið at vera eitt dýrt fiski­fartoy tá í tíðini. Vit vóru trígg­ir har, tá ið hann var kon­traktaður, sonurin Ewald, Kaj Jo­hanne­sen og eg. Aftaná at kon­ trakt­in var gjørd, fór eg at vitja ein gamlan skipara, sum eg hevði kent í mong ár. Hann var tá 80 ára gamal. Eg fortaldi fyri honum, at vit nú høvdu kontraktað eitt nýtt skip, sum kom at kosta 90.000 pund. Hes­in gamli var nakað tung­hoyrd­ur. Fifty, sixty, seventy, eighty, ninety thousand pounds ... segði hann fyri seg sjálvan. Hetta vóru ógv­us­lig tøl fyri hann. Eg hevði lyfti um, at Sjúrðarberg skuldi blíva finansieraður av banka í Før­oyum og í Danmark, og nak­að væl kundu vit betala sjálvir. Men tað vísti seg, at vit kundu ikki Í síni tíð var Kjølbro fremsti undangongumaðurin við trolarum. Hansara trolaravirksemi livir enn SJÚRÐARBERG FREMSTI TROLARI Á OKKARA LEIÐUM Í røðini við Kaj var eisini kom­ ið inn á hansara ætt­ar­søgu. Eisini var umrøddur Gøtu Anthon, sum var pápabeiggi Kaj. Henda søgan er um verson An­thon, Anders Nøhr Jensen, su­m var giftur við Mathildu. Hann kundi í 2003 geva eitt ískoyti til søg­una um fólkaatkvøðuna um loys­ing í 1946. Søgan um sambandið millum And­ers og Matildu var, at hon fór niður undan krígnum, og slapp ikki heim aftur eins og aðr­ir før­ oy­ing­ar í Dan­mark. Ma­thilda arb­eiddi á ein­um dóm­ara­kon­tóri í Keyp­mannahavn, og tá hittust tey bæði og giftust í 1942. Eg hitti Anders í sambandi við 85 ára føðingardagin hjá Ásu Ring­ berg, dóttir Hjalmar Ring­berg, sum var amtmaður í Før­oy­um 1929- 1936. Tað áhugaverda var við ættini hjá Ringberg, at hon kom alla sína tíð at hava eitt neyvt samband til Før­oya. Hetta var serliga galdandi fyri systkini Hans og Åse. Tey gingu í skúla á Havn og dugdu alla sína tíð at tosa føroyskt. Tey vóru eis­ini javnan og vitjaðu í Føroyum heilt til ellisár. Her høvdu tey fram­vegis vinir. Ása, sum hon vildi kallast, var eis­ini limur í lokala før­oy­inga­fe­ lag­num í Danmark, har hon eisini var við til ræstkjøtveitslurnar. Hon luttók eisini í føroyskum dansi í sínum føroysku klæðum. So tað kann sigast, at hon saman við sínum systkjum hevði Føroyar í hjart­anum. Ein dóttir Ásu, Litten, arbeiddi í síni tíð í danska fiskimálaráðnum. Tá kom hon at kenna føroyingar, sum virk­aðu í fiskivinnuni, og enn hevur hon samband til onkran teirra. Anders og Hjalmar Ringberg verða sendir til Føroyar Søgan um fólkaatkvøðuna var í stuttum tann, at 14. september 1946 var fólkaatkvøða um loysing ella framhaldandi samband við Dan­mark. Á tingi gjørdist aftaná fólka­ at­kvøð­una meiriluti fyri loysing. Men tá hendi tað, at kongur upp­ loysti løgtingið og skrivaði út ný­val 8. november 1946. Í nýggja ting­inum var ikki meiriluti fyri loys­ing, og hetta endaði so við heima­stýrislógini í 1948. Tað ískoyti, sum vit hava til hesa søgu, og sum ikki er kent av før­oyskum søgufrøðingum, er fylgj­andi: Danski løgmálaráðharrin tók aft­ aná fólkaatkvøðuna av­gerð um, at hann vildi lodda “stemn­ingin” í Føroyum aftaná at­kvøð­una. Hann sendi tískil tann gamla amt­ mannin, Ring­b­erg, til Føroya í hes­ um ør­ind­um. Ring­berg varð vald­ ur, tí hann var kend­ur í Føroyum og hevði álit mill­um føroyingar. Tað hevur kanska eisini talt við, at danski amt­maðurin, C. A. Vagn Han­sen, var heilt nýggjur í starv­inum. Hann var heldur ikki kend­ur fyri at vera tann stóri diplo­maturin. Tað kundi tí vera til onkra nyttu, um hann fekk ráð og stuðul frá tí meira roynda Ring­ berg. Men Ringberg vildi ikki fara ein­samallur. Hann skuldi hava Ískoyti til søguna um fólkaatkvøðuna í 1946 Tá ið Ringberg og versonur Gøtu Anthon vórðu sendir til Føroyar at “lodda dýpið”eftir fólkaatkvøðuna Anders hjá Mathildu hjá Gøtu Anthon, sum er kelda til hesa søgu Sjúrðarberg kemur á Klaksvík í 1948